mikudagur 4. mai 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 83 - 4. mai 2005
Eg hevði ætlað at sagt nøkur orð við jarðarferðina hjá
systir mínari, Merry, sum doyði í heiminum hjá dóttrini
og svigarsoninum leygarkvøldið 23. apríl, og fór til
gravar úr Ebenezer mikudagin 27. apríl, men avgjørdi at
lata vera, av ótta fyri, at kenslurnar fóru at fáa yvirvág á
mær. Men síðani jarðarferðina, eru óbodnir tankar
komnir, og tí havi eg avgjørt, at seta hesi fáu orð á prent,
fyri at æra minni hennara.
Merry er tann av systrum mínum, ið eg altíð hevði eitt
serstakt tilknýti til, og hetta tilknýtið er bara blivið
tættari og tættari, sum árini hava gingið, og tí er saknurin
og tómrúmið so ómetaliga stórt, nú Merry ikki er meira.
Serliga í hesum døgum, nú várið er komið í hæddina
og summarið nærkast, eru tað nógvir tankar sum koma
framvið hjá mær. Hetta var tíðin, tá Merry frøddist yvir
at foldin vaknaði, markirnar grønkaðust og blómur
byrjaðu at spretta upp úr jørðini, aftaná ein mangan
harðan vetur. Merry gekk ómetaliga høgt uppí tað sum
náttúran gav okkum menninskjum, hon elskaði allan
vøkstur og dámdi væl at røkja hendan, og at hava vakrar
blómur. Hvørja ferð hon kom framvið hjá okkum,
serliga hesa tíðina á árinum, tá blómur byrja at spretta,
plagdi hon at ganga runt í garðinum og frøast yvir allan
vøkstur og at tosa við blómurnar.
Merry var næst elst av okkum seks systkjum, í dag eru
vit bara fýra eftir, so í skrivandi stund eru tað nógvir
tankar, ið koma fram fyri ein um barna- og
ungdómsárini, tá eg sum smádrongur og unglingi vaks
upp í Klaksvík, saman við mammu, pápa og ommu
okkara úr Svínoy og hinum fimm systkjum mínum.
Barnaheim okkara stendur mitt í býnum, á markinum
millum Ziskatrøð og Skúlatrøð, men umhvørvið har
rundanum er nógv broytt, síðani vit systkini stuttleikaðu
okkum í ósánni ella á tí stóra fríøkinum, sum var har tá.
Tann uppaling, sum vit fingu úr barnaheimi okkara,
hevur fest góðar røtur hjá Merry. Tað sum foreldur
okkara, og serliga omma okkara úr Svínoy, sáddu niður
í barnahjørtur okkara var Gudstrúgvin, kærleiki,
vinarlag, erligheit, blíðskapur og trúskapur.
Aftaná at hava gingið í kommunu- og millumskúla í
Klaksvík, arbeiddi Merry eitt skiftið á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi. Seinni fór hon til Danmarkar at fáa sær
útbúgving innan sjúkrarøkt, og kom síðani heimaftur og
arbeiddi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Seinni flutti Merry
aftur til Danmarkar og giftist í 1964 við Eyðálvur
Joensen úr Vági. Tey búsettust fyrst í Tåstrup, men fluttu
seinni til Ballerup, har tey høvdu keypt sær eini hús.
Børnini, Cathrina og Poul eru bæði fødd niðri.
Í 1981 fluttu tey so upp aftur til Føroyar, og búsettust
í Klaksvík. Í 2000 keyptu tey hús í Svínáum, men her
kom Merry at búleikast stutt. Bæði hon og Eyðalvur
arbeiddu lutvíst í Klaksvík aftaná at tey vóru flutt
haðani, so bústaðurin í Svínáum var meira eitt stað, sum
tey búleikaðust í millum dóttrina í Havn, har tey hildu
nógv til, og so arbeiðið í Klaksvík.
Eitt er heilt vist, at tann lærdóm, ið vit fingu í
barnaheimi okkara, hevur Merry tikið til sín og hava fest
røtur á lívsleið hennara, ið henni varð tillagað her á fold.
Merry gekk serstakliga høgt uppí at vísa kærleika og
trúfesti, og at hava umsorgan fyri øllum sínum kæru, hon
vildi altíð vita hvar øll vóru, og at øll høvdu tað gott.
Somuleiðis gekk hon ómetaliga høgt uppí ommubørn
síni, og sum hon elskaði so høgt. Hesi vóru nú seks í tali,
og av teimum vóru trý í tí fjarskotna landinum Papua
New Guinea, har sonurin Poul er trúboðari, og hetta
gleddist hon eisini nógv yvir, at hennara einasti sonur
var farin út í heimin at boða gleðiboðskapin.
Tey árini ið Merry og Eyðálv búðu niðri, nýttu vit
møguleikan í fleiri summur at fara til Danmarkar at vitja
tey, og hava vit fleiri ógloymandi minnir frá hesum
túrum. Seinni, síðani Mery og Eyðálv fluttu aftur til
Føroya, hava vit gjørt fleiri túrar saman uttanlands. Tað
var altíð stuttligt at verða í ferðalagi saman við Merry og
Eyðálv, og tað ein serliga ikki gloymir er, tá siglt varð
millum lond. Merry var altíð bangin, tá hon var umborð
á skipi. Tey sum hon vardi av máttu ongantíð fara úr
hennara eygsjón umborð, á náttartíð fór hon ongantíð í
koyggjuna, men sat vakt um nakað hendi, ja hvussu
mangan hava vit ikki skemtast um, hvussu trygt tað er at
ferðast umborð á skipið við Merry, tí vit onnur kundu
altíð leggja okkum trygt í koyggjuna, tá náttin kom, tí vit
vistu at Merry gekk uppi á vakt.
Gloymi heldur ongantíð tá Carol og Poul komu út til
Svínoyar seinasta summar við øllum trimum
dreingjunum. Klokkan sjey hendan morgunin verða vit
vakt av telefonini úti í Svínoy, og er hetta, tá Merry fer
at spyrja um líkindir, og minst tríggjar ferðir mundi hon
ringja aftur áðrenn Másin kom, og tá so Poul kemur upp
á land á Eiðinum úti í Svínoy er tað fyrsta hann sigur:
»Álvaratos Páll, hvat heldur tú um mammu, hon hevur
ringt fýra ferðir á fartelefonina hjá mær, meðan vit hava
siglt, og spurt um eg havi eyguni eftir dreingjunum«.
Síðani fortaldi eg Poul, at til okkum hevði hon eisini
ringt fýra ferðir.
Merry hevði stóran ótta og respekt fyri sjónum, men
hesin óttin kom kanska ikki av ongum. Vit eru
uppvaksin í einari familju, ið hevði havið so tætt upp at
sær. Abbin og abbabeiggin í Svínoy og mammubeiggin
fóru allir á sjónum í góðum árum. Barnaheim okkara
bleiv nógv vitjað av útróðramonnum, sum róðu út úr
Klaksvík, serliga av svínoyingum. Har var nógv tosað
um sjógvin og mangar ringar túrar á sjónum. Slíkt hevur
uttan iva fest seg í eitt viðbrekið barnasinni.
Hóast Merry hevur siglt óteljandi túrar um Leirvíks-
fjørð, so hevði hon altíð ampa á sær, tá ivaveður var. Var
hon stødd í Klaksvík, so koyrdi hon út á Oyrar og síðani
norð í Ánir at hyggja hvussu líkindir vóru. Tað var eisini
mangan trupult, tá Merry skuldi fara út til Svínoyar.
Hetta pláss var henni sera kært, tí her var hon so nógv
sum smágenta. Hvørja ferð hon skuldi til Svínoyar, so
byrjaði hon at lurta eftir veðurlagnum fleiri dagar
frammanundan, og at banka á barometrið. Tíverri blivu
nógvir túrar avlýstir. Einaferð í vár segði hon við meg,
áðrenn sjúkan fekk yvirvág, at hennara hægsta ynski var
at sleppa ein túr út til Svínoyar í summar, men soleiðis
skuldi ikki verða.
Tá sjúkan tók yvirvág og kreftirnar byrjaðu at vikna,
sá Merry sjálv hvønn veg leiðin bar, og tí varð tað
mangan svárt at heilsa henni hvørja ferð vit skuldu fara
avstaðaftur, tá vit høvdu vitjað ta seinastu tíðina, ið hon
lá sjúk uppi hjá dóttrini. Gloymi ongantíð tað kvøldið, tá
Marsanna boygdi seg niður yvir Merry, fyri at mussa
hana góða nátt, og Merry tók og hálsfevndi fast tvørtur
um Marsannu, og segði veikliga: »Tú hevur verið ein
góð svigarinda, og vit báðar hava altíð verið líka væl og
klárað væl upp, og Eyðálv og Páll hava altíð verið so
væl og arbeitt so væl saman, og eg eri so glað, at Páll
hevur fingið eina góða konu«. Hóast tómrúm og sakn, so
bleiv Marsanna sera glað og takksom hetta kvøldið, tí
sum hon segði aftaná, at hesa heilsu og minnir um Merry
kann eingin taka frá mær.
Síðani á páskum, tá sjúkan byrjaði at fáa yvirvág,
hevur Merry alla tíðina ligið sjúk uppi hjá dóttrini, og
kundi draga sín seinasta andadrátt stillisliga í heimi
hennara um nýggju-tíðina leygarkvøldið 23. apríl, og
hetta var eisini hennara ynski. Tað umsorgan og røkt
sum dótturin, maður hennara og Eyðálv góvu Merry
finst neyvan orð innan læknavísindina, sum kann nýtast
í hesum umstøðum. Tað var ein stór frægd at síggja
tykkara stóra hjálpsemi ímóti Merry, og serliga tú
Eyðálv, ið alla tíðina brúkti alla tína orku at verða um
tína elskaðu konu, og neyvan nakar annar hevði klárað
hetta arbeiðið betur, sum tú hevur útrættað hesa tíðina,
meðan Merry lá sjúk. Tú ofraði teg fult og heilt fyri konu
tína, ja, sum Hanna segði við Marsannu eitt kvøldið:
»Heldur tú, at Páll ella Tummas høvdu runni so fyri meg
og teg«.
Góða Cathrina og Eyðálv, ta seinastu vikuna høvdu tit
tað sera svárt. Støða skuldi takast til um Poul, sum var
staddur úti í ættarbólkinum í Papua New Guinea, skuldi
fáa boð um at koma heim. Avgerð skuldi takast innan eitt
samdøgur, tí annars slapp hann ikki út úr ættarbólkinum
teir næstu fleiri dagarnar. Tíbetur tóku tit ta støðu, at
biðja Poul koma heim. Síðani bleiv tað ein ivi um Poul
fór at klára at koma heim, at síggja mammuna á lívi, tí
túrurin úr ættarbólkinum og heim til Føroyar tók umleið
eina viku. Tað varð ein tung og lang vika at telja
dagarnar, meðan Poul var ávegis til Føroyar, tí Merry
viknaði skjótt, og tankar tykkara skuldu eisini verða hjá
Poul. Men til alla lukku, so orkaði Merry at bíða til
sonurin kom, soleiðis at Poul kundi sita saman við pápa
og systir sínari hjá mammuni, teir seinastu seks tímarnar
hon hevði eftir á fold.
Stutt eftir at Merry var farin, samlaðust vit øll systkini
uppi hjá dóttrini, og sama kvøldið bleiv líkið av Merry
flutt út á Landssjúkrahúsið. Tað var ein serlig løta hetta
kvøldi, tá Merry bleiv borin út, ein serligur friður vísti
seg at hvíla yvir øllum, og serliga ávirkaði tað meg nógv,
tá Cathrina ikki dámdi at pápin skuldi sova í sama
kamari, har mamman var deyð, men Eyðálv svaraði
dóttrini aftur: »Hvat er í vegin, eg havi frið«.
Tað var stuttligt at síggja ta stóru mongd av fólki, ið
var komið saman í Ebenezer mikudagin 27. at æra
minnið um Merry og at vísa sína samkenslu. Ein serstøk
tøkk til familjuna, vinir og kenningar sum vóru komin í
hópatali úr Klaksvík. Tað vóru blandaðar kenslur, sum
komu fram hjá mær, tá okkara barna yndissangur: Nú
dagurin at enda er… bleiv seinast sungin í góðveðrinum
úti í kirkjugarðinum.
Saknurin og tómrúmið hjá okkum systkjum er stórt,
nú Merry ikki er meira, men uppaftur størri er hetta hjá
tykkum, góði Eyðálv, Cathrina, Poul, Carol, Óla Jákup
og øll børn tykklara, sum mist hava eina góða og trúfasta
konu, mammu, vermammu og ommu, og sum eisini
elskaði tykkum so høgt.
Tankar okkara eru hjá tykkum øllum, serliga hugsa vit
um Carol og dreingirnar, sum eru úti í ættarbólkinum í
Papua New Guinea, við ynski um, at Harrin ríkliga skal
signa og styrkja tykkum við sakninum og tómrúminum.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið og æru yvir minnini
um kæru og trúføstu systir mína Merry.
Páll
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Til minnis um systur mína,
Merry