mikudagur 4. mai 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4. mai
Dagurin eitur Florianus, deyður umleið ár 300.
Rómverskur heryvirmaður og embætismaður, sum
royndi at bjarga kristnum fólki, ið vórðu forfylgd,
men hann varð sjálvur tikin og fyribeindur.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
15
Nr. 83 - 4. mai 2005
24. apríl, dagin fyri flaggdagin, andaðist Olaf Krossteig
í Havn, 97 ára gamal. Hann var lorvíkingur, sonur
Katrinu Mariu Jacobsen og Óla Hansen, sum seinni
fingu sær eftirnavnið Krossteig.
Olaf tók læraraprógv í Havn í 1929, men tá fekst
einki lærarastarv, og hann fór tí at arbeiða upp á vegin,
sum var í gerð millum Lorvík og Fuglafjørð. Hann var
lærari í Lorvík frá hvítusunnu til ólavsøku 1930. Síðani
var hann vikarur við Gjógv fyri Jóhan Kallsoy, meðan
hann var í Tinginum. Eftir tað var hann eitt skifti
vikarur í Kaldbak og so aftur við Gjógv. Hann var
ferðalærari í Víkarbyrgi og á Akrabergi í hálvtannað ár
og ferðalærari í Norðradali og Saksun stutt tíðarskeið.
Síðani var hann lærari í Lopra og á Økrum frá 1933 til
1944, tá hann fór til Vágs at vera lærari í 5 ár. Síðani
var hann aftur lærari í skúlanum á Leiti – fyri bygdirnar
Lopra og Akrar – til hann legði frá sær fyri aldur í 1975.
Í 1946-47 var hann á skeiði á Danmarks Lærerhøjskole.
Hann hevði fleiri álitisstørv. Hann var deknur á Leiti
og organistur har, og hann sat í Sumbiar Bygdarráði
1942-44.
Tá Olaf fór frá sum lærari á Leiti, fluttu hann og kon-
an til Havnar og búsettust í Vallaratúni í Eysturbýnum.
Hann hevði altíð stóran áhuga fyri seyði, fiskiskapi og
bjargarøkt, átti væl av jørð í Suðuroy og hevði saman
við soninum 30 seyðir í haganum og 10 innistandandi.
Hann ferðaðist í mong ár dúgliga suður at hoyggja og
fletta.
Eisini í Havn fekst hann við seyð. Danin Poul Søren-
sen kom á Loranstøðina á Eggjunum í Vági. Hann
giftist lorvíksgentu og flutti til Argjar, har hann hevði
handil. Poul átti ein kolonihava uppi á Ternuryggi. Olaf
keypti kolonihavan frá Poul og kallaði tað Stykkið.
Niðan hagar fór hann við bussinum árla á morgni at
síggja til teir báðar seyðirnar, hann hevði har. Á
Stykkinum hevði hann tvey hús, annað til sín sjálvs, við
vatni og streymi løgdum inn, og hitt til seyðirnar. Hann
plagdi at keypa tvey veðurlomb frá Hanusi Vang, hava
tey inni um veturin, og tá tey so vórðu dripin um heyst-
ið, plagdu tey at viga um 60 pund. Á Stykkinum hevði
hann eisini hønur.
Tað var ikki av tilvild, Olaf Krossteig var lærari á
Leiti. Hann fekk sær nevniliga konu úr Suðuroy, Estrid
Jacobinu Midjord, dóttir Jákup og Lisu av Økrum.
Børnini eru:
Maria, sum var gift við Finni Olsen í Havn, har
tey búðu. Finnur doyði fyri nøkrum árum síðani.
Elsa og Jørn, sum er dani, búgva í Danmark.
Hergerð er gift við Bjørn Mohr Mortensen. Tey
búgva í Havn.
Óla Jákup og Maria, sum er av Økrum, búgva í
Havn.
Ása og Henning, sum er dani, búgva í Danmark.
Olaf Krossteig deyður
Gullbrúdleyp
Í dag, 4. mai kunnu hjúnini Judy og Justinus
Justinussen í Norðragøtu halda gullbrúdleyp. Dagur-
in verður hildin á Hotel Hafnia hósdagin, Kristi
himmalsferðardag, saman við familjuni.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt vístu samkenslu , tá elskaða kona, mamma,
vermamma, omma okkara
Sonja Veihe
Porkeri
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Daniel
Súsanna, Petur, Margreth, Óli, Dan
John Eli, Sonja og Djóni
Góða eydnu: 21 ára gamli
Eirik Johnsen hevur sett
sær fyri at fara tvørtur um
Danmark á skíðum – á
hásumri!
Eirik ætlar sær ikki at
brúka rulluskíðir, men van-
ligar skíðir og stavar, skriv-
ar eitt norskt blað.
Sjálvur væntar hann at
brúka fýra pør av skíðum,
og at túrurin fer at taka tvær
vikur.
– Eg komi helst at stríða
meg gjøgnum urtagarðar,
tvørtur um rásir og gjøgn-
um býir, sigur hann við
blaðið.
Eydnast
túrurin
væl,
bíðar honum enn ein stór
avbjóðing: Hann ætlar sær
nevniliga at fara gjøgnum
Sahara oyðimørkina á skíð-
um.
– Tá ætli eg mær at vera
fýra mánaðir í oyðimørkini.
Tað verður eitt ótrúligt høvi
at fáa nýggjan mentanar-
ligan íblástur og at kanna,
hvussu eg eri fyri likam-
liga, sigur hann.
Tvørtur um Danmark á skíðum
Mikudagin í næstu viku
verður fundur á Viðareiði
fyri ymiskum fakbólkum,
har
kunnast
skal
um
verkætlanina
»Børn
í
vanda« hjá Bláa Krossi.
Við á fundinum verða leið-
arar og onnur við høvuðs-
ábyrgd av børnum í Klaks-
víkar Kommunu.
Endamálið er at kunna
um, hvussu ein kann gerast
góður eygleiðari, og um
neyðugt, hvussu síðan skal
farast til verka.
Seinni verður kunnað
fyri størri bólkum á teimum
ymisku stovnunum og fel-
øgunum, hvussu ein »hevur
eyguni við sær«, skrivar
heimasíðan hjá Klaksvíkar
kommunu.
Trygg kor
»Børn í vanda« er ein verk-
ætlan, sum Blái Krossur í
Noregi hevur arbeitt við
síðani 1992. Blái Krossur í
Føroyum hevur nú tillagað
hesa verkætlan til føroysk
viðurskifti.
»Børn í vanda« hevur
sum aðalmál at upplýsa
um, hvussu vit skapa trygg
og góð kor hjá børnum og
ungum at vaksa upp í uttan
rúsevnir. Málbólkurin eru
tey vaksnu, ið hava ábyrgd
og tey, ið annars hava
meðábyrgd av uppalingini.
Ein trýára samstarvs-
avtala er gjørd millum Bláa
Kross Føroya og Klaksvík-
ar Býráð um hetta fyribyrg-
ingarátakið.
Í tí tvørfakliga virkis-
bólkinum, sum Klaksvíkar
Býráð hevur útnevnt, eru:
Rani Nolsøe (býráðslimur),
Sólrun
Foldbo
(skúla-
heilsutænastan),
Marjun
Lassen (barnagarðsleiðari),
Erik Biskopstø (lærari) og
Eyðbjørn Jacobsen (lær-
ari).
Neyðugt við góðum eygleiðarum
Lesið
- so eru tit við