mikudagur 4. mai 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 83 - 4. mai 2005
Fríggjadagin var
móttøka í Føroya
Banka, tá Jørn Astrup
Hansen hevði sín
seinasta arbeiðsdag.
Hin stjórin, Janus
Petersen, er nú
einsamallur við
leiðsluni
MÓTTØKA
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
– Bankastjórar fáa sum
útgangspunkt ongar vinir.
Soleiðis
segði
Jørn
Astrup Hansen í samrøðu
við Sosialin fyri tveimum
vikum síðani.
Hetta segði hann eina
viku undan sínum seinasta
arbeiðsdegi. Og eina viku
undan degnum, tá móttøka
– ella avskeð – skuldi vera
fyri honum, eftir at hava
verið í bankanum seinastu
12 árini.
Men henda móttøkan
vísti hinvegin, at hann hev-
ur havt nógvar vinir – og
framvegis hevur nógvar
vinir í Føroyum.
Tað var nevniliga rætti-
liga trongligt í hølunum hjá
Føroya Banka, tá starvs-
fólk, samstarvsfólk og onn-
ur ynsktu at takka honum
fyri árini í Føroyum.
Danskur stjóri
Í áðurnevndu samrøðu sig-
ur Astrup, at ein bankastjóri
við hepni kann fáa nakrar
góðar kenningar.
– Tað ljóðar eitt sindur
kyniskt, men tað er nakað
um tað. Hví heldur tú, at
man valdi ein danskan
stjóra í 1992? Tey fólkini,
sum eg havi møtt í Føroy-
um, havi eg møtt gjøgnum
bankan. Fleiri av teimum
eru vorðin góðir kenningar,
og nøkur av teimum vil eg
næstan kalla mínar vinir.
– Tá man kemur til Før-
oyar sum fremmandur til
tað arbeiðið, sum eg fekk í
1992/93, so verður man í
ávísan mun verandi ein
fremmandur. Men eg vil nú
heldur ikki siga – og hetta
er uttan nakran sum helst
beiskleika – at tað føroyska
samfelagið er so lætt at
koma inn á. Eg havi heldur
ikki ynskt tað, tí eg haldi, at
tað hevði verið ópraktiskt
við tí arbeiðsuppgávu, sum
eg annars hevði í Føroyum,
segði hann við blaðið.
Ein bankastjóri við nógvum vinum
Tvey stjórahjún – Jørn Astrup saman við konu síni Gunhild Søndergaard, og Janus Petersen saman við konuni Margret
Niels Chr. Nolsen, stjóri á
Elektron sigur farvæl við
Astrup. Onkur fyndorð
munnu verða søgd…
Tobbi hevur havt úr at gera í seinastuni: Hann hevur luttikið í beinleiðis útvarpssending
hóskvøldið og hann helt røðu sunnudagin 1. mei. Men fríggjadagin var hann eisini við til
móttøkuna í Føroya Banka
Jan Muller, blaðstjóri á Sosialinum handaði Astrup eina tekning eftir Óla P, har bankastjórin sæst
mynstra av teirri føroysku skútuni