Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 84 - 5. mai 2005 AÐALFUNDUR tíðindaskriv Kristi himmalsferðardag 5. mai kl. 15.00 hevur Kristi- ligt Lurtara- og Hyggj- arafelag, KLH, aðalfund í Missións- og Ungdóms- húsinum á Glyvrum. KLH er ópolitiskt og hevur til endamál at virka fyri kristiligum sendingum í almenna útvarpinum og sjónvarpinum, og at styðja útvarpi og sjónvarpi í góð- um og sømiligum sending- um. KLH vil forða fyri, at útvarpið og sjónvarpið verða nýtt til ósømiligar sendingar og annað, sum ikki er kristnum siði og kristnari trúgv verdugt. Á aðalfundinum greiðir Ivan Niclasen, leiðari á mentanardeildini í SVF, frá programvirkseminum í sjónvarpinum. Tað ber til at tekna seg sum lim á aðalfundinum. Í sambandi við aðalfund- in verður eisini alment møti í missións- og ungdóms- húsinum kl. 18.00, har øll eru vælkomin. Glyvra Streingjakór syngur. Aðalfundur hjá lurtara- og hyggjarfelagnum Leygardagin fara bátar úr øllum landinum at seta hvørjum øðrum stevnu á Toftum, har ársins fyrsti bátafestivalur er á skránni. Bátarnir fara at savnast vestan fyri Flesjarnar um tvey tíðina seinnapartin, og síðani verður siglt inn á Toftir. Sum vera man, so eru tiltøk av alskyns slag á skránni, men áðrenn farast skal undir nakað, skulu bátsmenninir hava nakað av súpan, soleiðis at teir eru væl fyri til dagin. Hartil verður talan um Go-Cart koyring, hoppi- borgir, steypadystir, bjarg- ingarroynd, søluframsýn- ing, málningarframnsýning og nógv, nógv annað av tí, sum hoyrir eini stevnu til. Kl. 23.30 verður so bryggjudansur í tjaldinum, har Country-orkestrið úr Havn spælir. -jm Bátafestivalur á Toftum