hósdagur 5. mai 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fimleikarfelagið
Ljósið fer leygardagin
at seta serligan dám á
miðbýin í Havn, tá
árligi familjudagurin
verður á skránni.
Peningurin fer til
virksemið hjá felag-
num, sum enn ikki
eigur egin høli at
húsast í
FELAGSVIRKSEMI
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn:
Eitt av teimum
virknu feløgunum í Havn er
fimleikarfelagið Ljósið.
Við sínum 700 limum er
hetta felagið ein partur av
frítíðini hjá nógvum børn-
um, ungum og vaksnum í
høvuðsstaðnum.
Men til raksturin av slík-
um felagi krevst sjálvandi
peningur. Og tað er fyri at
útvega pening, at felagið nú
leygardagin av álvara fer at
gera vart við seg í miðbý-
num og ætlar at fylla hann
við góðum undirhaldi.
Tá verður nevniliga árligi
familjudagurin hildin, har
fólk fáa høvið at royna ym-
iskt av tí, sum felagið hevur
at bjóða fram.
Har verður mangt og hvat
fyri allar aldursbólkar, sam-
stundis sum livandi tón-
leikur og góður fimleik-ur
verða á skránni.
Tiltakið byrjar kl. 10 og
endar seint seinnapartin.
Fyri øll
Á hvørjum ári hevur Ljósið
sett sín serstaka dám á
miðbýin í Havn, tá árligi
familjudagurin hevur verið
fyriskipaður í mai mánaði.
Tiltakið er merkt av øll-
um tí, sum natúrliga hoyrir
til eitt slíkt: Har verður
kaffi at fáa, køkur, køku-
tombola, fjarstýrdir bilar,
eins og okkurt verður sum
skal koma óvart á øll.
Møguleiki verður eisini
at fáa andlitið málað, eins
og tann káti køkurin, har
fólk fáa høvi at kasta bóltar
eftir gløsum, tallerkum og
øðrum lutum, sum kunnu
halda ein øgiligan gang.
Til ein slíkt tiltak hoyrir
sjálvandi eisini ein loppu-
marknaður. Sagt verður, at
har er enn pláss fyri fleiri
lutum.
Alt í alt verður tí talan
um ein dag við einum hópi
av spennandi tingum at
royna. So er bert eftir at
vóna, at tað verður "ljóst" í
veðrinum.
Eingin felagshøll
Fimleikarfelagið
Ljósið
hevur síðani tað varð stovn-
að ikki havt egin høli til
virksemið sítt.
Í løtuni hevur felagið ikki
egna høll og enn minni
egna skrivstovu. Ella sum
sagt verður: Skrivstova fe-
lagsins er í beriposum og í
eini farteldu.
Felagið eigur somuleiðis
onga høll, og er av hesi
orsøk noytt til at leiga seg
inn í seks ymiskar hallir til
venjingarnar.
Ein bati er tó á veg, tí fe-
lagið hevur saman við
Dansifrøi ætlanir um at
byggja eina høll í Gunda-
dali. Men tað hevur tikið
nakað av tí at fáa alt tað
formella í lagi.
Tí verður framvegis við
spenningi sæð fram til
dagin, tá setast kann á at
byggja hesa kærkomnu
høllina.
18
Nr. 84 - 5. mai 2005
Ein ljósur dagur í miðbýnum
Fimleikarfelagið Ljósið
skipar um vikuskiftið
fyri familjudegi í
miðbýnum í Havn