hósdagur 5. mai 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 84 - 5. mai 2005
Nú eru 62 nýggj
parkeringspláss til
nógvu bilarnar í
miðbýnum í Havn
PARKERING
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað var sannur hátíðardám-
ur, tá Tórshavnar kommuna
kl 13 seinnapartin týsdagin
alment tók í nýtslu nýggja
parkeringsøkið við J. Pat-
urssonargøtu í Havn.
Jógvan Arge, varaborgar-
stjóri helt røðu, har hann m.
a. røddi um, hvørji krøv
nýggja tíðin við bilum setur
einum
býarstýri.
Hann
nevndi eisini, at nýggja bý-
ráðið í Havn ætlar at hjúkla
enn meira um miðbýin, eitt
nú við at gera Dr. Jakob-
sensgøtu til eina veruliga
handilsgøtu.
Pláss eru fyri 62 bilum á
nýggjar parkeringsøkinum.
Í fyrstu syftu verður ikki
tíðaravmarkað parkeing á
økinum, men verður hetta
tikið uppaftur seinni - alt
eftir, hvussu økið fer at
roynast.
Tað slepst bara til økið
við bili frá J. Paturssonar-
gøtu, men gøtur verða
gjørdar til Mortansstovu-
brekku, Brekkugøtu og
helst eisini Tvørgøtu, so
fólk í teimum trongu gomlu
gøtunum eisini fáa gleði av
nýggja økinum, sum eisini
kann taka trykkið av smølu
gøtunum í Rabarbukvarter-
inum í Havn.
Tað vóru fimm bilar úr
Føroya Ellisakførum, sum
vóru fyrstu bilarnir at royna
nýggja økið, eftir at Heðin
Mortensen,
borgarstjóri
hevði klipt snórin.
Boði Haraldsson, býarverkfrøðingur í Havn, Heðin Mortensen, borgarstjóri og Robert Brockie,
byggimeistari, sum hevur staðið fyri arbeiðnum at gera nýggja parkeringsøkið
Mynd: Jens Kristian vang
Fyrstu bilar at royna nýggja parkeringsplássið vóru fimm ellisakfør hjá limum í Føroya
Ellisakførum
Mynd: Jens Kristian vang
Jógvan Arge, varaborgarstjóri, helt røður, og Heðin Mortensen, borgarstjóri klipti snórin, tá
nýggja parkeringsøkið við J. Paturssonargøtu varð tikið í nýtslu týsdagin
Mynd: Jens Kristian vang
Pláss verður fyri 62 bilum á nýggja, grøna, parkeringsøkinum við J. Paturssonargøtu
Mynd: Jens Kristian vang
Fyrsta »grøna parker-
ingsøkið« latið upp