Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-07, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 2005síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 85 - 7. mai 2005 Í fjør fylti Tintin 75 ár. Tað var tann 16. september, og tá sendi Dr2 nakrar send- ingar, ið lýstu fyribrigdið Tintin – hetjan úr teknirøð- ini við sama heiti. Men Tin- tin er enn sera væl umtókt- ur, og Dr2 endursendir hes- ar sendingarnar. Vit hitta bæði høvuðspersónin Tin- tin, fjepparar hansara og skapara hansara – belgiu- maðurin Hergé. Í doku- mentarfilminum “Tintin og eg”, ið er á skránni kl. 19.55, hitta vit tann smædna Hergé. Filmurin er grundaður á røð av sam- røðum við Hergé. Í 1971 fekk Hergé vitjan av einum ungum lesandi, sum fekk eitt serligt innlit í huga- heimin hjá skaparanum av Tintin. Hesar samrøðurnar vórðu kortini styttar nógv, áðrenn tær vóru útgivnar, og síðan goymdar fyri al- menninginum í einum ser- ligum skjalasavni. Men so fekk ungi danski blaðmað- urin Anders Østergaard loyvi at gera brúk av Tintin- skjalagoymsluna í Belgien. Rødd Hergés verður brúkt í “Tintin og eg”, samstundis síggja vit ógloymandi løtur av ferðum Tintins, m.a. til tað gátufullu stjørnuna, Tibet og Kongo, heimsins nalva... Filmurin er ein sjálvævisøgulig frásøgn um lív Hergés og framúrskar- andi lívsverk hansara. Garp er sonur ógiftu sjúkrasystrina Jenny Fields, sum er sera íðin í kvinnu- rørslini. Hvørja ferð hann spyr, hvør pápi hansara er, sum hann ongantíð hevur hitt, so sigur Jenny honum søguna um tann illa sáraða hermannin, ið lá uttan vit og til at doyggja. Jenny var saman við hesum hermanni og tað einasti hesin sáraði hermaðurin fekk sagt var “garp!”. Stutt eftir hetta doyði hermaðurin, og Jenny uppkallaði sonin hon átti eftir hermanninum. Garp er eisini tað einasta kallkynið, ið Jenny er góð við. Hon hevur ein heldur óvanligan hugburð mótveg- is kynslívinum. Jenny hugsar nevniliga mest um kvinnurnar – sínar med- systrar. Hennara sterka samkensla við kúgaðum kvinnum fær hana at savna ein flokk av slíkum kvinn- um um seg. Hesin flokkur- in hevur set sær fyri at stríðast ímóti mannsvald- inum í heiminum. Undir tí- líkum umstøðum veksur Garp upp og verður til ein sera forvitnan ungan mann, ið giftir seg við lestrarvin- inum Helen og tey fáa tveir fittar synir. Garp hevur ein sterkan lívsvilja og áræði, men tó ikki sama stríðsvilja sum mamman, ið hevur nógv um at vera – hóast hetta, so er hann góður við hana. Men, tá tað stendur nógv á, so er tað ikki mammuna hann vendir sær til, men Roberta, høgra hondin hjá mammuni. Roberta er transvestittur, og tað er einki sum er henni fremmant. Hon skilir vilst- ar sálir. Og Garp fær sanni- liga brúk fyri Robertu, tí lagnan vil honum tað ikki altíð so væl. Hesin stundum skemtiligi dramafilmurin frá 1982 bleiv m.a. heiðr- aður við eini oskarvirðis- løn, og hann er grundaður á skaldsøguna eftir John Irv- ing við sama heiti. Tematýsdagur: Tintin hin einastandandi reportarin Skráin fyri temakvøldið: 19.30 Tintin – hin einastandandi reportarin 19.35 Tintin – fyri ein og hvønn prís 19.50 Ein filmur verður gjørdur 19.55 Tintin og eg 21.10 Tintin í Danmark 21.25 Arvurin eftir Tintin Heimurin sambært Garp Við - Garp: Robin Williams. Jenny: Glenn Close. Helen: Mary Beth Hurt. Roberta: John Lithgow. Mrs. Fields: Jessica Tandy. Leikstjórn: George Roy Hill Upprunaheiti:The World According to Garp Grundaður á skaldsøgu eftir John Irving Hergé, hvørs kristna navn er Georges Remi, skapti hetjuna Tintin. Fyrsti partur varð prentaður 10. januar í 1929 við heitinum “Tintin í Sovjet” Í dokumentarfilminum “Tintin og eg” hitta vit tann smædna Hergé – faðirin at Tintin Á DR2 týskvøldið 10. mai kl. 19.30 Á Kanal 5 sunnukvøldið 8. mai kl. 22.25 Ungi Garp (Robin Williams) hevur bæði áræði og sterkan lívsvilja Hvørja ferð Garp spyr, hvør pápi hansara er, so sigur Jenny honum søguna um tann illa sáraða hermannin, ið lá uttan vit og til at doyggja Heimurin sambært Garp