Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 86 - 10. mai 2005 UTTAN ÚR HEIMI Nógv børn fødd ov tíðliga Í Danmark er talið á børnum, sum verða fødd ov tíð- liga, vaksið nógv tey seinnu árini. Tað vísa tøl hjá skrá- setingini hjá heilsustýrinum. Tey vísa, at í 1990 vórðu 5,1 prosent av børnunum fødd ov tíðliga, og at hetta talið var 7,2 prosent í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á heili 40 prosent, so- leiðis at í dag verða umleið 4.700 donsk børn fødd ov tíðliga um árið. Tá sagt verður, at børn verða fødd ov tíðliga, merkir tað, at tey verða fødd minst tríggjar vik- ur fyri ta ásettu tíðina. Tá vigar barnið vanliga umleið 2.800 gram. Ida Vogel, professari á lærda háskúlanum i Aarhus, sigur við Jyllandspostin, at nógv av børnunum, sum verða fødd ov tíðliga, hava likamligar ella sálarligar trupulleikar. Eitt nú eru 25 prosent fødd deyv, 25 pro- sent eru menningartarnað, og 40 prosent hava veikari sjón enn vanligt. Serfrøðingar hava leingi sagt, at børn, sum verða fødd ov tíðliga, kosta samfelagnum líka nógv sum royking ella aids. Hava kanska seks bumbur Leiðarin á altjóða kjarnorkustovninum IAEA, egyptin Mohamed ElBaradei, sigur, at tað er væl hugsandi, at Norðurkorea hevur seks kjarnorkubumbur. Í samrøðu við amerikanska sjónvarpið CNN um vikuskiftið segði ElBaradei, at Norðurkorea hevur nóg mikið av plutonium til at gera fimm ella seks kjarn- orkubumbur, og at landið eisini hevur ta neyðugu tøkn- ina til at gera bumburnar. Amerikanskir myndugleikar hava fyrr sagt, at Norðurkorea hevur eina ella tvær kjarnorkubumbur. Tað hava norðurkoreanar ikki gjørt nakrar beinleiðis viðmerkingar til, men tann 10. februar kunngjørdi stjórnin í Pyongyang, at landið hevur útvegað sær kjarnorkubumbur fyri at verja seg ímóti USA. Amerikanska blaðið The New York Times vildi fyri nøkrum døgum síðani vera við, at Norðurkorea fyri- reikar eina royndarspreinging undir jørð, men Mo- hamed ElBaradei heldur ikki, at Norðurkorea fer at gera tað, tí tað hevði bara elvt til øsing ímóti landinum, sigur hann. Leyslating útsett Fyri trimum mánaðum síðani samdust ísraelski forsæt- isráðharrin, Ariel Sharon, og palestinski forsetin, Mah- moud Abbas, um, at Ísrael skuldi lata 400 palestinskar fangar sleppa úr ísraelskum fongslum. Nú hevur Sharon boðað frá, at leyslatingin er útsett. Talsmaðurin hjá Sharon sigur við tíðindastovuna AFP, at avgerðin er tikin, tí Ísrael heldur ikki, at Abbas hevur hildið lyftini um at steðga palestinska ágangin- um ímóti Ísrael og ísraelsmonnum. Tí verða fangarnir verandi í fongslunum, til Abbas ger tað, sum hann hev- ur lovað, sigur talsmaðurin. Palestinski ráðharrin Suffan Abu Zaydeh sigur við AFP, at avgerðin hjá Sharon er óheppin, tí hon er ein hóttan ímóti vápnahvíldaravtaluni, sum teir víðgongdu bólkarnir hava gjørt við myndugleikarnar. Sostatt er vandi fyri, at bókarnir fara at taka atsóknirnar uppaftur orsakað av avgerðini hjá Sharon. Útsjóndin hevur týdning Ein kanning í USA vísir, at útsjóndin há fólki kann hava ávirkan á, hvussu góða løn tey fáa. Kanningin, sum tað viðurkenda tíðarritið Regional Ecconomist hevur gjørt, vísir, at kvinnur, sum vóru klænar, tá tær vóru ungar, fáa betri løn enn tær, sum vóru tjúkkar á ungum árum. Eitt nú vísa tølini, at kvinnur, sum viga 60 pund meiri enn tað vanliga, fáa níggju prosent minni í løn enn tær meðaltungu kvinnurnar. Amerikanska kanningin avdúkar harafturat, at andlitið hevur eisini ávirkan á lønina, og eisini tað er serliga galdandi fyri kvinnur. Tað sama er galdandi fyri hæddina, men her er tann munur, at hetta umfatar eisini menninar. Fyri hvørjar 2,5 sentimetrar oman fyri vanliga hædd veksur lønin 2,6 prosent, skrivar Regi- onal Ecconomist. Mintust sigurin á Týsklandi fyri 60 árum síðani Vilja hava Blair frá Meiri enn 50 ríkis- og stjórnarleiðarar vóru í gjár í Moskva, teir teir mintust sigurin á Nazitýsklandi fyri 60 árum síðani MINNING Árni Joensen fartekst@mail.dk Trygdartiltøkini vóru sera strong í russiska høvuðs- staðnum í gjár, har meiri enn 50 ríkis- og stjórnar- leiðarar við Vladimir Putin og George W. Bush á odda vóru komnir saman at minnast 60 ára dagin fyri sigurin á Nazitýsklandi. 26,6 milliónir sovjet- borgarar doyðu undir seinna heimsbardaga, og russiski forsetin segði, at heimurin hevur nógv at takka teimum fyri. Hann takkaði USA, Bretlandi og Fraklandi fyri teirra lut í tí endaliga sigrinum, men legði afturat, at eingin eigur at gloyma, at teir harðastu bardagarnir vóru á sovj- etskari jørð. Síðani legði Vladimir Putin eina rósu við minnis- varðan hjá tí ókenda her- maninum, og tað sama gjørdu hinir ríkis- og stjórnarleiðararnir. Teirra millum vóru George W. Bush úr USA, Gerhard Schrøder úr Týsklandi, Hu Jintao úr Kina, Silvio Berlusconi úr Italia, Jacqu- es Chirac úr Fraklandi, Junichiro Koizumi úr Japan og Alexander Kwazniewski úr Pólandi. Polski forsetin er annars ein av teimum, sum teir seinastu dagarnar hava gjørt vart við, at sigurin á Nazitýsklandi gav ikki teimum eysturevropeisku londunum tað frælsið, sum londini vestanfyri fingu. Ístaðin fyri ta nazistiska stýrið komu londini eyst- anfyri undir kommunistisk stýri, og tí fingu tey ikki veruligt frælsi fyrr enn í nítiárunum. Harmast og skammast Í Týsklandi varð skipað fyri minningarhaldi við Brand- enburger Tor í Berlin sunnudagin. Forsetin, Horst Køhler, segði í røðu síni, at týskarar harmast tað, sum hendi undir seinna heims- bardaga, og at teir minnast kríggið við skomm. Nýnazistiski flokkurin NPD hevði boðað frá ein- um tiltaki við Branden- burger Tor sunnudagin, men fólk í túsundatali forð- aðu fyri, at teir sluppu hagar. Bara fáar dagar eftir valið krevja fleiri týðandi floksfelagar hjá Tony Blair, at hann skal leggja frá sær. BRETLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað er eingin ivi um, at tað var bretska luttøkan í Irak- krígnum, sum gjørdi, at meirilutin hjá bretska arbeiðaraflokkinum mink- aði úr 161 í 67 limir í undir- húsinum, og tað eigur at fáa avleiðingar fyri formannin. Tað halda í hvussu er fleiri týðandi limir í flokk- inum. Ein teirra er fyrr- verandi uttanríkisráðharrin Robin Cook, sum legði frá sær júst fyri at mótmæla krígnum í Irak. Hann sigur, at sjálvandi skal Blair hava rós fyri at hava vunnið tað triðja valið á rað, men tíðin er kortini komin til at finna ein annan floksleiðara, heldur hann. - Spurningurin er, um hetta ikki júst er tann rætta løtan til at finna flokkinum annan leiðara, sum kann sameina flokkin aftur, segði Robin Cook við BBC um vikuskiftið. Hann er ikki tann einasti politikarin í Labour, sum mælir Blair til at leggja frá sær. Einstakir aðrir hava sagt, at Blair eigur at fara frá um eitt ella kanska hálvtannað ár, og at tann væl umtókti fíggjarmála- ráðharrin, Gordon Brown, eigur at taka við. Forsetarnir Vladimir Putin (Russland), Nursultan Nasarbajev (Kasakhstan) og George W. Bush (USA) vóru teir fyrstu at leggja rósur við minnisvarðan hjá tí ókenda hermaninum í Moskva