týsdagur 10. mai 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 10. mai 2005
33
Allround
skrivstovufólk til
P/F Vaðhorn Seafood
Søkt verður eftir allround skrivstovufólki til
Vaðhorn Seafood at byrja skjótast tilber. Vaðhorn
Seafood er eitt nýmótans saltfiskavirki, sum varð
valt til ársins virki í 2003. Her arbeiða 35-40 fólk.
Framleiðslan er saltfiskafløk, sum fyri tað mesta
verður útflutt til Spania og Italia.
Starvslýsing:
Starvið umfatar fyrst og fremst bókføring og
avrokning av lønum, útflutning og annars vanligt
skrivstovuarbeiði.
Førleikakrøv:
Tað er ein treyt, at tann, íð settur verður hevur
hollan praktiskan førleika, hollan telduførleika og
kann arbeiða sjálvstøðugt.
Setanartreytir:
Starvið er heiltíðarstarv, løn og setanarviðurskifti
eru treytað av starvsroyndum og útbúgving.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Páll
Højgaard, tlf. 441666.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn við avriti av møguligum prógvum
v.m. verður at senda innan 25. mai 2005 til:
Sp/F Grannskoðarastovan á Skála
Dalabøur
FO-480 Skála
Rudding
Miðvágs Kommuna hevur sett sær fyri, at bilvrak,
akfør, úthús og lutir annars, sum uttan góðkenning
frá kommununi rekast á almennum ella privatum
økjum, skulu beinast burtur og latast góðkendum
móttakara.
Sambært grein 1 í umhvørvislógini er ikki loyt at
lata órudd liggja og rekast á almennum ella privat-
um uttandura øki, og í grein 10 um burturkast
stendur at ikki er loyvt at lata ónýtilig akfør liggja
og rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella
aðrastaðni. Og í grein 61 í ferðslulógini stendur at
løgreglan kann burturbeina ella selja skrásetingar-
skyldug akfør, sum standa á almennum vegi uttan
nummarplátu.
Tey sum eiga/hava frammanfyri nevndu akfør/lutir
o.t. á almennum ella privatum øki, skulu beina
hetta/hesar burtur skjótast gjørligt.
Verður hetta ikki gjørt innan 23. mai 2005, beinir
kommunan tað burtur fyri eigarans rokning.
Miðvágs kommuna
og
Sýslumaðurin
Útbjóðing
Vegna Fuglafjarða Kommunu verður við hesum
arbeiðið í sambandi við gerð av útstykking á
Kambsdali, boðið út í almenna lisitatión.
Arbeiðið fevnir í stuttum um gerð av einum 40 m.
longum vegi,600 m2 felagsøki og byggibúning av 8
grundstykkjum.
Lisitatiónin verður á kommunuskrivstovuni í Fugla-
firði fríggjadagin 20. mai 2005 kl. 13.30.
Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast til í seinasta lagi
fríggjadagin 13. mai kl. 10.00 við at gjalda kr. 5000,-
í veðhaldi á konto nr.6460-1657404 í Føroya Banka.
Veðhaldið verður afturgoldið,um útbjóðingartilfar-
ið verður aftursent í seinasta lagi eina viku eftir
lisitatiónina.
sp/f Teknistovan
v. Jens Kl. Jacobsen og Henning Olsen
ráðg. Byggifrøðingar
FO- 510 Gøta
tel: 44 21 05 · fax: 44 21 07
email: klement@post.olivant.fo
Stevningsmaður
Eitt starv sum stevningsmaður fyri Norðoyggjar er
leyst at søkja frá 1. august 2005.
Løn og setanarviðurskifti eru sambært kunngerð
nr. 255 frá Justitsministeriet frá 11. apríl 2005.
Umsóknir skulu vera dómaraskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 5. juni 2005.
Sorinskrivarin í Føroyum
tann 6. mai 2005
Lesið Sosialin - so eru tit við