mikudagur 11. mai 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 87 - 11. mai 2005
Uttan at vit vilja leggja okkum út í aktuellu trætuna á
Landssjúkrahúsinum skulu vit tó her loyva okkum at seta
spurnartekin við hesa nýggju siðvenju hjá landstýrinum at
leggja arbeiðsmarknaðartrætur fyri fútarættin. Tað hevur
ongantíð verið meiningin við fútarættinum, at hann skal
nýtast sum arbeiðsrættur. Hetta gekk klárt fram av sam-
røðuni, sum ÚF hevði løgfrøðing herfyri, og hetta sigur
eisini øll sunn fornuft. Hetta skuldi í sjálvum sær gjørt, at
landstýrið hugsaði seg væl um, áðrenn eitt so ógvusligt
stig varð tikið.
Rætturin at skipa seg í feløg er ein grundlógartryggjaður
rættur. Hesin rættur fevnir eisini um at skipa seg í fakfeløg
við tí endamáli at tryggja limirnar búskaparliga og at verja
teirra rættindi. Við støði í hesum er tað komið fyri so av
og á í øllum demokratiskum londum, at fakfeløg seta í
verk tiltøk, har ivi kann vera um, hvørt hesi er í samljóði
við galdandi sáttmála ella ikki. Ólógligt verkfall er eitt vítt
hugtak og vanliga plaga arbeiðsgevarar í t.d. Danmark at
góðtaka eitt ávíst minstamark sum verandi í lagi, um
verkfall er lýst í einum sáttmálaskeiði. Talan kann t.d. vera
um, at arbeiðið er vorðið niðurlagt í 24 tímar. Hetta er í
grundini ikki so áhugavert, tí her er í veruleikanum meira
talan um politikk enn um løgfrøði.
Líka síðan hin víðagitni Normann Christensen kom sum
eitt ódnarveður inn yvir landið og endavendi almennu
fyrisitingini, hevur landsstýrið verið upptikið av at styrkja
leiðslurnar á almennu stovnunum. Sterk leiðsla hevur
verið eitt av teimum ótgeljandi gandaorðunum, sum tað
hevur fokið við hesi seinastu árini. Tað er ivaleyst í lagi
við sterkum leiðslum. Men sterk leiðsla merkir ikki í
sjálvum sær, at leiðslan altíð hevur rætt, ella at ein leiðsla
ikki kann mistaka seg. Sterk leiðsla má hava undirtøku frá
starvsfólkinum, um henni skal eydnast at útinna sterka og
góða leiðslu. Tað er tí ein ávísur vandi í tí politisku kós,
sum landstýrið hevur valt at halda, nevniliga altíð at bakka
eina leiðslu upp, uttan mun til, hvat ið hon ger.
Tað er hóast alt møguliga løgfrøðiliga í lagi at fara í fúta-
rættin við einum fakfelag, sum lýsir arbeiðssteðg í einum
sáttmálaskeiði, hóast fútarættuirn ikki er ætlaður at virka
sum arbeiðsrættur. Men er tað nú politiskt skilagott?
Mong ivast, tí landsstýrið í slíkum føri í so hondfast tekur
støðu fyri tí leiðslu, sum stendur við einum eftir øllum at
døma sjálvskaptum trupulleika. Harvið leggur landsstýrið
seg út við alla fakfelagsrørsluna, sum eitt landsstýrið sum
hetta eigur at standa seg væl við. Hertil kemur so spurn-
ingur, hvussu hetta fer at ávirka tað arbeiðið, sum nú
gongur fyri seg við at umskipa føroyska arbeiðs-
marknaðin, les innføra arbeiðsrætt. Er tað politikst klókt
við eini slíkari provokatión sum eitt fútarættarmál er? Ein
annar spurningur er, um hetta er klókt soleiðis í allari
almindiligheit. Hvat nú, um fyrst Føroya rættur og síðan
landsrætturin um eini tvey-trý ár koma til tann úrskurð, at
tiltakið var lógligt? Ein triði spurningur snýr seg um,
hvørt hetta við fútarættinum er etiskt og demokratiskt for-
svarligt. Er hetta ikki at ganga grundlógartryggjaða
felagsrættinum í so nær? Er hetta ikki at seta føroysku
fakfelagsrørsluna aftur til eina tíð við lítlum og ongum
rættindum, og kann eitt landsstýri undir javnaðarleiðslu
loyva sær tað? Henda spurningin seta mong sær í hesum
døgum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fútarættur ikki
arbeiðsrættur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eyðun M. Viderø
Borgarstjórin á Sandi vil
fyri ein hvønn prís fáa
skrivaran úr starvi, hóast
eingin saklig orsøk er fyri
hesum. Orsaka hansara
eginklóku meðferð helt
hann, at hetta kundi hann
avgreiða við einum "penna-
stroki", men lóg og reglur
eru eisini galdandi fyri
hann, og tá hann frá øðrum
fekk at vita, hvat starvs-
skipanin fyri Sands Komm-
unu segði, so gjørdist hon-
um kunnugt, at tað fór at
verða torført at fáa komm-
unustýrislimirnar at taka
undir við honum í einum
uppskoti um uppsøgn av
skrivaranum, bæði tí, at tey
neyvan vildu leggja navn til
tílíka ósakliga viðgerð av
sínum meðmenniskjum, og
eisini tí at onkur av meiri-
lutalimunum høvdu størv,
ið kundu skaða teirra stovn
við tílíkari framferð.
"Så, hvad gør vi nu?"
Jú formaðurin hevur sett á
dagskrá á eyka-framskund-
aðum fundi mál um at
broyta starvsskipanina, so-
leiðis at tað eina er
borgarstjórin, ið setir og
loysir úr starvi starvsfólk.
Og eftir hvat skilst, so
hevur meiriluti hansara
samtykt hetta við fyrstu
viðgerð, men málið skal so
hava næstu viðgerð!
Men her hava kommunu-
stýrislimir "hansara" sam-
stundis gjørt seg sekar við
samtykki í ósakligu støðu
borgarstjórans, tí í hesum
máli er hann eirindaleysur!
Eg vóni bert, at borgar-
arnir á Sandi gera sær
greitt, hvat hendir, og hvør
arbeiðsgongdin og persón-
liga endamálið er!
Okkara menninskjans-
ligu og persónligu rættind-
ini eru dýrt og tungt vunn-
in, men tað er skjótt at
søpla tey burtur við "autori-
tets"tænastu og líkasælu!
Annars er alt annað enn
hugaligt hjá borgarunum at
vita,
at
skrivarin
fær
regluliga mánaðarløn fyri
at sita heima, meðan keypt
arbeiðsmegi ger arbeiði
fyri helst meiri løn, tí talan
er um tænastu frá bók-
haldsvirki!
Berufsverbot á Sandi 4
Føroyar helst lættasta
land á knøttinum at seta
fyritøkur á stovn, sum
byggja á annað enn fiski-
vinnu. So farið bert til
verka tit vælútbúnu, sum
lítisvirða okkara "faliter-
andi" høvuðsvinnu.
Jógvan við Keldu
Seinastu árini er ágangurin
øktur
móti
føroysku
"kraddarunum" nevniliga
reiðaravirksemi og vinnu-
lívsfyritøkum í primeru
vinnuni.
Eingin ivi er, at hesin til-
takandi ágangur kennist
rættvísari samfelt við nógv
útbygdum
almennum
stovnum.
Liðin eru 35 ár, síðani eg
av fyrstan tíð kom uppí
føroyskan politikk. Ikki er
ov nógv sagt, at tosið ídag
líkist prátinum tá, burtur
sæð frá, at ídag er marg-
feldi av fastløntum droym-
arum bæði í politikki, fólki
á almennum og hálval-
mennum stovnum og tey,
sum liva av studningi úr
landskassanum, økt. Hesi
undrast, at vit ikki hava
fleiri bein at standa á enn
fiskivinnuna.
Hvussu við øðrum
vinnum
Lat meg staðfesta, at onga-
staðni á knøttinum er lætt-
ari at seta fyritøkur á stovn
enn í Føroyum. Tí kundi
hóskandi verið spurt, hví
hesi vælútbúnu fólk ikki
hava sett á stovn annað, enn
"faliterandi"
fiskivinnu.
Hesi, sum bæði í talu og
skrivt dagliga leypa á og
undirmeta okkara høvuðs-
vinnu við niðrandi heitin-
um kraddarar o.a.
Fyrsta liðið í føðiketuni
er enn, tað ið drigið verður
upp úr sjónum. Í øðrum
umfari verður tilfeingið
virkað víðari á landi til
útflutnings, so vit fáa út-
lendskan valuta og pening
til at umsita land okkara
fyri.
Tá Ísland í 1994 fylti 50
ár segði íslendskur pro-
fessari, at "vit hava nú í 50
ár tosað um at fáa annað
enn fiskivinnu til útflutn-
ings, men enn er so at siga
einans hesa útflutnings-
vinnu vit byggja á". Tað
tekur tíð.
— Nústaðni, seinastu trý,
fýra árini er ávís broyting
hend, sum vit sjálvandi eru
hugtikin av, men fiskur er
framvegis umleið 65% av
teirra útflutningi. Vit eiga
at fylgja gongdini í Íslandi
tætt komandi árini.
Fiskivinnan ikki givið
so lítið
Á politiska pallinum, hevur
Tjóðveldisflokkurin verið
tann mest ídni at lopið á
okkara fiskivinnu, tá talan í
ávísum førum hevur verið
alment um at lyfta nakað
uppundir, fyri ávísir partar
ikki skulu fara fyri bakka.
Nú hevur Tjóðveldisflokk-
urin altíð staðið fyri øllum
ella ongum, svørtum ella
hvítum, og nú sær út til at
fólkafloksungdómur tekur
væl undir.
Í 1993 var eg borgarstjóri
í Klaksvík, tá virkini og øll
línuskipini fóru av knóran-
um og vórðu privat keypt
aftur av skiparum, maskin-
monnum o.ø. Tað hugaliga
í hesum var, at fakfeløgini í
Klaksvík lótu rentufrí lán
upp til 550túsund krónur
fyri hvørt skipið. — Alt
letur seg gera, tá rættur
hugburður er fyri vinnu-
politikki.
Hetta hevur givið samfe-
lagnum Føroyum risaupp-
hæddir seinastu 12 árini,
hundraðtals milliónir fyri
hvørt skipið á sjógvi og á
landi. — Hesi skip vórðu
keypt í vánaligastu tíðum
og høvdu møguliga sloppið
at ligið, um Kristina Háfoss
og
Tjóðveldisflokkurin
høvdu avgerandi orðið.
Eisini kann vísast á, at bæði
nótaskip, Norrøna o.o. skip
hava eisini fingið stuðul til
ávísar tíðir, men hava
eftirfylgjandi givið okkum
øllum gylt.
At rækjuskipini nú verða
skýrd kraddarar og fáa
onnur heiti, tí tað frá al-
mennari síðu í millumbili
verður lyft eitt sindur upp
undir fyri at vita, um ikki
ein bjarging er, er bæði
óbúgvið, ólátað og lítið
umhugsað.
Almennu atfinnararnir
hava møguleikan
Lat verða sagt, at ongantíð
hevur verið meiri neyðugt
enn nú, at fáa væl útbúgvið
fólk í øðrum tættum enn
fiskivinnuni, men tað er
ikki heilt vandaleyst, tá hesi
Hvørjir eru kraddararnir
Framhald á næstu síðu