hósdagur 12. mai 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 88 - 12. mai 2005
Pápin tikin
Løgreglan
í
ameri-
kanska býnum Zion
hevur tikið ein mann,
sum er skuldsettur fyri
at hava beint fyri dóttur
síni og einari aðrari
gentu.
Tann átta ára gamla
Laura Hobbs og níggju
ára gamla Krystal Tobi-
as hvurvu sunnudagin.
Tá tær ikki komu aft-
uríaftur, fór løgreglan at
leita eftir teimum, og
mánamorgunin
vórðu
tær funnar myrdar í ein-
ari lund.
Tað var pápi Lauru
Hobbs, Jerry Hobbs,
sum vísti løgregluni,
hvar tey bæði líkini
vóru. Hann greiddi frá,
at hann var farin at leita
eftir gentunum, og at
hann hevði funnið líkini
í lundini. Hann hevði so
boðað løgregluni frá.
Men løgreglan hevði ilt
við at trúgva honum, og
nú verður hildið, at tað
var Jerry Hobbs sjálvur,
sum beindi fyri teimum
báðum gentunum.
Ein
talsmaður
hjá
løgregluni í Zion sigur
við AP, at tær báðar
genturnar vórðu illa við-
farnar, áðrenn tær vórðu
myrdar við knívi. Hin-
vegin er einki, sum
bendir á, at tær vórðu
kynsliga misnýttar, sigur
hann.
Dýrt kríggj
Í USA hevur Senatið
játtað herleiðsluni 82
milliardir dollarar ella
475 milliardir krónur í
eykajáttan.
Tað mesta av pengun-
um fer til at keypa út-
gerð, ið skal brúkast í
Irak og Afghanistan.
Sambært verjumálaráð-
num Pentagon skulu
hermenninir í Irak hava
fleiri akfør av ymsum
slagi, og ein partur av
pengunum skal brúkast
til betri trygdarútgerð.
Sambært Pentagon nøkt-
ar tann nýggja eykajátt-
anin tørvin til tann 30.
september, men verju-
málaráðið hevur ikki
sagt,
hvussu
nógvar
pengar tað skal hava
afturat í ár.
Allir senatorarnir at-
kvøddu fyri eykajáttan-
ini. Fremsti talsmaðurin
var republikanski sena-
torurin Trad Cochran,
sum segði pengarnar
vera av størsta týdningi
fyri teir amerikonsku
hermenninar, sum taka
lut í krígnum ímóti yvir-
gangi, og sum skulu
hjálpa teimum sameindu
hjá USA.
Nýtt fiskaslag
Higartil hava vísinda-
fólk skrásett umleið
40.000 plantu- og djóra-
sløg í Noregi, men
hildið verður, at umleið
15.000 smá skriðdjór og
onnur smádjór eru ikki
skrásett enn.
Harafturímóti
hava
vísindafólkini hildið, at
skrásetingin er rættiliga
fullfíggjað, hvat fiska-
sløgum viðvíkir, og tí
var tað einki minni enn
ein
stórhending,
tá
granskarar í síðstu viku
kundu vísa eitt higartil
ókent fiskaslag. Talan er
um ein ljósan og næstan
gjøgnumskygdan fisk,
sum er funnin á 430
metra dýpi í Tinnsjøen í
Telemark.
Tann 5. apríl eydnað-
ist tað at fáa tveir fiskar
upp úr dýpinum. Teir
vóru ávikavist 3,7 og 7,0
centimetrar til longdar,
men myndir, sum eru
tiknar í dýpinum, vísa,
at hetta fiskaslagið verð-
ur í hvussu er einar 15
cenrimetrar.
Í veruleikanum hava
norðmenn
vitað
um
hetta fiskaslagið síðani
1993, tá eitt kavaralið
leitaði eftir vrakinum av
ferjuni Hydro, sum bleiv
søkt í Tinnsjøen í 1944.
Tá avdúkaðu myndatól-
ini hjá kavarunum nakr-
ar smáar ljósar fiskar,
men ta ferðina bleiv
einki gjørt fyri at kanna,
hvat hetta var fyri fiskur.
Bjarga ísi
Tann altsamt veksandi
hitin á Jørðini hevur
havt við sær, at ísurin í
Alpunum er minkaður
nógvastaðni tey seinnu
árini, men tað eru tey,
sum hava sett sær fyri at
forða ella í hvussu er
tálma hesum.
Í sveisiska býnum
Gemsstock hava tey nú
spent eitt risastórt teppi
rundan um eina ísflatu
fyri at forða fyri, at hon
skal bráðna. Teppið er
ímillum 3.000 og 4.000
fermetrar stórt og er
gjørt úr einum evni, sum
sendir sólstrálurnar frá
sær. Á tann hátt vóna
stigtakararnir at halda
hitanum burturi, so tey
kunnu varðveita ísflat-
una, skrivar AP.
Sveisisk vísindafólk
halda, at hugskotið í
Gemsstock er gott, men
Wilfried Haberle, pro-
fessari á lærda háskúl-
anum í Zúrich, sigur, at
sjálvandi ber tað ikki til
at
bjarga
ísinum
í
Alpunum við at leggja
teppi man á hann.
UTTAN ÚR HEIMI
Sellafield er bara ein
av mongum kjarn-
orkutrupulleikum,
sum bretsku myndug-
leikarnir hava at
stríðast við
KJARNORKA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri einum mánað síðani
fór bretska kjarnorkueftir-
litið undir at fáa skil á teim-
um tjúgu niðurslitnu kjarn-
orkuverkunum í Bretlandi.
alan er um fimm reaktorar,
fimm endurvinningarvirki,
tríggjar brennievnigoymsl-
ur, fimm rannsóknarstovur
og eitt virki, sum hevur
verið brúkt til at ríka uran í.
Mánadagin kom fram, at
ein stórur leki hevur verið á
endurvinningarvirkinum
Sellafield. Bretar varnaðust
lekan tann 18. apríl, men
ikki fyrr enn tríggjar vikur
seinni kunnaðu myndug-
leikarnir um tað, sum hent
var. Eitt nú fingu teir
norsku
myndugleikarnir
boð um lekan í síðstu viku,
og tað eru norsku myndug-
leikarnir ikki nøgdir við.
Bretska kjarnorkueftir-
litið hevur sett sær fyri at
rudda eftir lekan í Sella-
field, samstundis sum tiltøk
skulu fremjast fyri at av-
marka dálkingina frá hin-
um verkunum. Hetta ar-
beiðið skal gerast í ár og er
mett at kosta góðar 22
milliardir krónur.
Nevndarformaðurin
í
eftirlitinum,
Anthony
Cleaver, hevur sagt, at tað
fer at taka ímilum 50 og
100 ár at rudda øll tey
bretsku verkini, og at kost-
naðurin verður umleið 550
milliardir krónur, skrivar
Aftenposten.
Ein hundur fann ta
fjúrtan dagar gomlu
gentuna og bar hana
til hús. Nú vilja fleiri
sleppa at ættleiða
hana
UNDUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Myndirnar av teirri lítlu
gentuni eru farnar um allan
heimin, og tær hava eftir
øllum at døma ávirkað
mong. Tí nú hava myndug-
leikarnir í Kenya fingið
tilboð frá fólki í Japan,
Suðurafrika og Venesuela,
sum fegin vilja sleppa at
ættleiða Angel.
– Hon bleiv tveitt burtur
sum burturkast, og í dag
verður hon mett sum eitt
satt undur, sigur Catherine
Gicheru. Hon er blaðstjóri
á kenyanska blaðnum Daily
Nation, sum bar søguna um
ta lítlu gentuna.
Søgan er eisini rættiliga
sjáldsom og hugtakandi.
Ein týk fann ta lítlu gent-
una. Varisliga beit hon í eitt
plagg, sum gentan var í, og
síðani bar hon gentuna til
hús og legði hana ímillum
sínar egnu hvølpar.
Gentan bleiv alt fyri eit
flutt á Kenyatta-sjúkrahús-
ið, og læknarnir siga, at hon
hevur tað gott. Mong hava
ringt til sjúkrahúsið við
tilboðum um pengar, klæð-
ir og annað, og so eru tað
eisini tey, sum bjóða sær til
at ættleiða Angel.
Kenyansku myndugleik-
arnir siga, at teir fara at við-
gera umsópknirnar um ætt-
leiðing seinni.
Tekur kanska 100 ár at rudda
bretsku kjarnorkukøstarnar
Fleiri vilja ættleiða
lítlu Angel
Fleiri vilja sleppa at ættleiða ta fjúrtan dagar gomlu Angel
Mynd: Reuters