hósdagur 12. mai 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 12. mai 2005
5
Tað eru í hesum døg-
um liðin 60 ár, síðan
skonnartin Norðlýsið
varð flotað í Havn.
Skipið er í dag ein
ímynd av føroyskari
ferðavinnu
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
60 ár eru liðin, síðan Tórs-
havnar Skipasmiðja lat frá
sær nýbygningin Norðlýsið
til felagið Uvaq í Havn. Í
dag eigur felagið útferðir,
har Smyril Line er høvuðs-
partaeigari, skipið, sum
verður brúkt til at sigla við
ferðafólki millum oyggj-
arnar.
Krígstíð var, tá skipið
varð smíðað, og ringt var at
fáa nakað tilfar úr Europa
at smíða úr, greiðir Birgir
Enni, sum í dag er skipari á
Norðlýsinum, frá. Tilfarið,
sum brúkt var, og tað var
fyri tað mesta eik, varð tí
flutt allan vegin úr Kanada
til Havnar.
Og eins og eikin er
skrokkurin á Norðlýsinum
krútsterkur enn hesi seksti
árini, síðan flotað varð,
sigur Birgir Enni.
Norðlýsið var sum vera
man ætlað til fiskiskip, og
var eisini til fiskiskap øll
árini til einaferð í sjeytiár-
unum, tá skipið varð lagt.
Millum
annað
kann
nevnast, greiðir Birgir Enni
frá at Norðlýsið var fyrsta
føroyska skipið, sum var til
sildafiskiskap við gørnum.
Hendan veiðan, sum gjørd-
ist so ógvuliga vanlig ta tíð,
tað var.
Nýhugsan
Eisini í aðrar mátar hevur
Norðlýsið verið slóðbrót-
andi í føroyskari vinnusøgu.
Hugsað verður tá sjálvandi
um tað, sum Norðlýsið í dag
er kent fyri. Hesar serligu
ferðafólkatúrarnar við yms-
um upplivingum so sum
tónleiki og serligum mati,
sum fæst umborð.
Tað var í 1985, at felagið
Aurora Borealis, sum er
latín og merkir norðlýsi,
tók stig til at seta hetta
gamla, uppilagda skipið í
stand at nýta til stuttleika-
sigling, sum tá varð tosað
millum manna.
Birgir Enni, sum var ein
av stigtakarunum og sum
hevur verið við alla tíðina
síðan tá, sigur, at tað tók
eini fýra ár, til skipið var
klárt at sigla. Í 1989 kom
rigningurin uttaneftir, og so
var klárt at seta segl.
Í 1993 tók annað felag
við skipinum. Tað var
Smyril Line, sum í høvuð-
heitinum stóð aftan fyri fel-
agið Útferðir, sum í dag
eigur Norðlýsið, har Smyril
Line framvegis eigur meiri-
lutan av partapeninginum.
Sama ár varð so farið
undir ta sigling, sum vit í
dag kenna Norðlýsið fyri,
Birgir Enni hevur øll árini
verið tann drívandi kraftin
umborð, men hevur fingið
rættiliga góða hjálp frá
eldsálum, sum sjálvboðin
hava lagt nógva tíð og stór-
arbeiði í at hava skipið í
góðum standi, sigur hann.
Tónleikur og matur
Birgir Enni og Norðlýsið
hava í felag skapt nakað
heilt nýtt í føroyskari ferða-
vinnu. Hesar túrarnar við
serligum upplivilsum um-
borð og á landi, har komið
verður framat.
Ein av teimum heilt stóru
upplivingum, fólk, sum
hava verið við, minnast aft-
ur á, eru tónleikaferðirnar í
hellini ymsastaðni undir
oyggjunum. Serliga er tað
Klæmintsgjógv
vestantil
undir Hesti, sum er vorðin
kend av hesum ferðum
Hendan náttúrliga kon-
serthøllin við tí frálíka
ljóðinum, sum siglt verður
inn í við smáum bátum, og
fólk so fara upp á land at
lurta eftir tónleiki.
Í hesum sambandi nevnir
Birgir Enni serliga Kristian
Balk, tónleikara, sum ein
undangongumann, tá um
hugskot ræður.
Men heilt eiðasørur í so
máta er Birgir heldur ikki
sjálvur. Til dømis verður
nógv tosað um matin, hann
borðreiðir við umborð á
Norðlýsinum.
Serliga eru tað skelja-
djórini, sum hava sína ser-
ligu søgu, tí Birgir sjálvur
plagar at kava eftir eitt nú
øðum, sum hann so borð-
reiðir við.
Men eisini ymisk sløg av
fiski standa javnan á mat-
skránni umborð á Norðlýs-
inum. Og tað kann veruliga
vera talan um ymisk sløg,
greiðir hann frá.
Til dømis kemur tað meir
enn so fyri, at hann fær fisk
frá skipum, sum hava fing-
ið onkran sjáldsaman fisk,
ið hann so ger til og borð-
reiðir.
Eisini plagar hann at fáa
krabba frá garnaskipunum,
og tað er nakað, sum rætti-
liga fær fólk við gourmet-
iskum kenslum at sleva,
sigur hann.
Fólk hava lagt merki til
hesi tilboðini og vilja fegin
uppliva hetta heima hjá sær
sjálvum, veit Birgir Enni at
siga frá. Til dømis verður
hann ofta biðin at matgera
til ymsik høvi ymsastaðni
bæði heima og uttanlands.
Hann sigur, at hann hevur
verið í 10 ymsum londum
og gjørt forkunnuga matin,
sum Norðlýsið er kent fyri.
Traditionelt
Eisini meira »vanligar«
túrar ger Norðlýsið sum
vera man. Túrar, har siglt
verður kring oyggjarnar.
Eitt nú Dlmunartúrarnar,
har farið verður upp á
oynna, meðan skipið bíðar
fyri lendingini.
Eisini verða styttri fiski-
túrar gjørdar. Serliga í
Nólsoyarfirði ella inn á
Kaldbaksfjørð, sigur Birgir
Enni.
Teir túrarnar verður van-
liga roynt við tráðu, og tað
kann hava ávísar trupul-
leikar við sær, tá eini 20
fólk standa við tráðu, og tað
rekur undir skipinum.
– Tá er skjótt at trola, og
tað kann taka sína tíð at
greiða aftur, sigur skiparin.
Tí hevur hann ætlanir um
at fáa snellur umborð, so-
leiðis at til ber at brúka
tyngri lodd sum gera, at tað
stendur betri niður.
Nú er tað kortini ikki so,
at Birgir Enni er einsamalur
maður við Norðlýsinum.
Skipið er góðkent til 50
ferðafólk, og tað krevur
sjálvandi, at manning er
afturat honum, sigur Birgir.
Vanliga plaga teir at vera
tveir. Og tað hava verið
nógvir nationalitetir, sum
hava siglt við skipinum.
Serliga
norðurlendingar
hava mannað Norðlýsið
saman við honum.
Í samband við ferða-
vinnutiltakið »Frí í Før-
oyum«, sum Ferðaráð Før-
oya skipar fyri í Havn um
dagarnar, fer Norðlýsið at
liggja í Vágsbotni. Ein ser-
ligur túrur í hesum sam-
bandi
verður
gjørdur
seinnapartin fríggjadagin,
sigur Birgir Enni.
Norðlýsið í seksti ár
Meðan farið verður upp á
Stóru Dímun, liggur
Norðlýsið og bíðar fam við
landinum
Stjórarnir í teimum
trimum Norðulanda-
húsunum og tveimum
Norðurlandastovnun
um hava havt fund í
Føroyum seinastu
dagarnar
SAMSTARV
Edvard Joensen
Stjórarnir á mentanarstovn-
unum hjá Norðurlandaráðn-
um hava havt fund í Føroy-
um um dagarnar, eins og
høvið eisini hevur verið til
at gera útferðir í Føroyum.
Trý eru Norðurlanda-
húsini, í Nuuk, Reykjavík
og í Havn. Í Mariehamn á
Álandi og Helsinki i Fin-
landi, eru ikki hús sum so,
men ein stovnur, sum hevur
á leið somu uppgávur sum
húsini, vit kenna í Útnorði.
Hesir fundirnir teirra
millum verða regluliga
hildnir, greiddu tey frá,
hendan dagin, tey vitjaðu í
Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Tosað verður um tiltøk,
tey hvør sær standa fyri, og
ikki minst um tiltøk, sum
tey skipa fyri í felag, sigur
Stefan Simonsen, sum er
stjóri fyri Norðurlenska
stovninum í Mariehamn.
Hann vísir sum dømi um
samstarv til framsýningina
um veiðimentan í Norður-
høvum, sum á ferð síni fyri
norðan var í Føroyum nak-
að herfyri. Alt í alt, eru ikki
so heilt fáar av slíkum verk-
ætlanum, greiðir hann frá.
Umframt á slíkum ser-
ligum fundum teirra mill-
um, hittast stjórarnir á hes-
um
mentanarstovnunum
eisini regluliga, tá Norður-
landaráðsfundir
verða
hildnir. Teir leggja dent á, at
tað er ótrúliga umráðandi
við samstarvi millum stovn-
arnar.
Á ferðini í Føroyum
verður vitjað ymsastaðni at
síggja mentanarlig tiltøk
sum framsýningar og ann-
að. Eisini varð farið við
tyrlu út í Koltur, har Bjørn
Patursson fór at siga frá um
oynna við serligum atliti at
gamla býlinginum í Koltri.
Norðurlendskir stjórar hittast í Føroyum
F.v. Arne Berndtsson, stjóri í
Napa, Norðurlandahúsið í
Nuuk, Stefan Simonsen,
stjóri í Norðurlandastovn-
inum í Mariehamn, Henrik
Wilén, stjóri í Norðurlandas-
tovninum í Helsinki, Gro
Kraft, stjóri í Norðurlanda-
húsinum í Reykjavík og Niels
Halm, stjói í Norðurlanda-
húsinum í Tórshavn
Mynd: Jens Kristian Vang
Eystur fyri helluni eystanvert
Borðtangan er Norðlýsið á
veg at vitja gjáirnar undir
Nólsoynni fyri eystan