Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 88 - 12. mai 2005 – Látur og bjart- skygni verður alsamt tikið meiri við sum ein náttúrligur partur av viðgerum á sjúkra- húsum. Tí tað er prógvað, hvussu týdningarmikið eitt lætt sinni er fyri heilsuna og lívs- góðskuna. Tað sigur Elsa Zachariasen sum 17.-19. mai fer at halda ymiskar fyrilestrar á Tilhaldinum í Havn GULLÁRINI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Tað ber væl til at venja seg við at hugsa positivt. Eisini hóast fólk eru farin um pensjónsaldur. Vanliga fatanin av teimum eldru er, at tey kunnu ikki læra nakað nýtt, og tey hava ilt við at broyta hugsunarhátt. Men tað eru bert fordómar. Fólk kunnu jú læra alt lívið, og tað er heilt víst at tað eisini ber til at broyta hugsunarhátt alt lívið, sigur Elsa Zachariasen. Hon er útbúgvin sjúkra- røktarfrøðingur og hevur drúgvar royndir sum fyri- lestrahaldari fyri eldri fólki. Harumframt er Elsa Zach- ariasen eisini útbúgvin láturinstruktørur. Hvør er ætlanin – Ætlanin við skeiðnum er fyrst og fremst at vísa fólki á alt tað positiva í lívinum. Vit vóna eisini at fáa eitt gott kjak í lag, har fólk koma við sínum hugsanum um lívsgóðsku og -gleði. Og so ætla vit at fáa fólk at flenna, greiðir Elsa Zachariasen frá. Spurd hvat hennara boð uppá lívsgóðsku er, svarar hon, at tað er ógvuliga ymiskt frá fólki til fólk. Men fyri hana er tað fyrst og fremst er at hvíla í sær sjálvum. – Nógv eldri fólk eru tó ikki serliga glað fyri seg sjálvi. Tey eru sera sjálv- kritisk, og minnast ofta á nógvar skeivar avgerðir, sum plága tey. Av tí, at tey eru so kritisk mótvegis sær sjálvum, so eru tey eisini meiri kritiskt mótvegis øðrum, vísir Elsa á. – Og við einum kritisk- um útgangsstøði, kunnu tey ikki vænta sær at fáa posi- tivar reaktiónir frá med- menniskjunum. Hetta er sum ein ónd ringrás, ið er torfør at sleppa úr. Hon sigur, at nógv tey flestu kunnu og duga so øgiliga nógv ting, sum tey ikki vita av, og sum tey sjálvi ikki rokna fyri at vera nakað. – Fyri at kunna hvíla í sær sjálvum, hevur tað týdning at góðtaka sínar veiku síður, men so sanni- liga eisini at varnast og virðismeta sínar góðu síður. Tað hevur týdning at kunna fyrigeva øðrum, so væl sum sær sjálvum. Tað ger tað lættari at kunna góðtaka onnur, og tá tú kanst góð- taka ymiskleikan hjá hin- um, gerst tilveran nógv ríkari og grundarlagið gerst breiðari, sigur Elsa. Alt tað, sum kann tykjast tungt og svárt, kemur ofta í stóran mun innanífrá. Tí er tað eisini fyrsta staðið at byrja, tá lívsgleðin skal vaksa og lívsgóðskan skal bøtast. Smáu tingini gera mun Men er tað gjørligt at læra alt hetta eftir bert trimum døgum? Elsa Zachariassen er sannførd um, at tað er. – Fyrst og fremst kann hetta seta nakrar tankar í gongd. Hetta kann vísa á nakrar nýggjar innfalls- vinklar, sum tey eldru kanska ikki fyrr hava givið sær far um. Sjálvandi verður alt ikki ljósareytt eftir eitt tílíkt skeið, men tey kunnu kanska fáa nøkur amboð at arbeiða víðari við, sigur Elsa. Hon sigur, at tað ræður um at seta sær smá mál í gerandisdegnum. – Tað eru altíð nokk av umberingum fyri hví ymiskt ikki verður gjørt. Men um man tekur tað í smáum bitum, verður tað ikki ógjørligt. Elsa Zachariasen nevnir, at málið ein dag kann vera at ringja til onkran, sum man ikki hevur prátað við leingi. Ella at smílast til fólk á vegnum. Møguleik- arnir eru óendaligir. Tað krevur bert ein lítlan inn- sats, men tað gevur ómeta- liga nógv aftur. Í longdini fara nógv tílík smá ting eisini at merkjast á lívs- góðskuni, staðfestir Elsa Zachariasen at enda. Lærið at hugsa positivt Tað nýtist ikki at verða keðiligt, einsligt og tungt at gerast gamal. Tvørtutímóti. Tí fer Tilhaldið í Havn í næstum at skipa fyri einum skeiði um lívsgóðsku og lívskvalitet í eldraárunum GULLÁRINI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Skeiðið um gullárini er sprottið úr átakinum, sum Tilhaldið hevði á heysti 2004, sum æt ábyrgd fyri egnari heilsu. Tá høvdu vit átta ymisk tiltøk, har øll á hvør sínum øki vóru tengd at heilsuni frá einum holistiskum sjónarmiði, greiðir Wanja Petersen, leiðari á Tilhaldinum frá. Ellisárini eru ein viðbót Wanja Petersen, sum er útbúgvin sjúkrasystir, men sum síðani 1998 hevur verið leiðari á Tilhaldinum í Havn, leggur dent á hvussu týdningarmikið tað er at síggja ellisárini sum nakað gott. Tey eru jú lønin fyri at hava ansað væl eftir sær ígjøgnum lívið. – Vit hava valt at kalla hetta skeiðið fyri Gullárini. Aldurdómurin er jú ein eyka viðbót, vit fáa av at hava tikið ábyrgdina av okkara egnnu heilsu, ið gevur okkum betri lívs- góðsku. Gull er ímyndin av nøkrum góðum og virðis- miklum, sigur Wanja. Hon sigur víðari, at í framtíðini verða vit noydd at skifta hugmynd viðvíkj- andi teimum gomlu. Aldur- dómur er ikki tað sama sum sjúkdómur. Tað gevur okk- um ikki frælsi til at nýta krígshugtøk, tá tosað verð- ur um ta tikkandi eldra- bumbuna, ið er á veg. Og at fólk fáa granatsjokk, tá tey fara úr lønandi vinnuni. Slíkar ræðumyndir fáa okk- um ikki at skifta hugmynd av teimum gomlu í samfel- agnum. Latum okkum heldur fáa eitt alment orða- skiftið um tabuevnið sum tað er at blíva gamal. Hon vísir á, at tey eldru ofta verða sett uttanfyri restina av samfelagnum, og sædd sum ein samfelags- bólkur fyri seg. Tey eru ikki ein integreraður partur av samfelagnum, og tað ger tað eisini í nógvum førum verri at venja seg við tilver- una sum pensjonistur. – Fólk nýta jú alt sítt lív á arbeiðsmarknaðinum, og brádliga ein dag eru tey farin frá. Tað hendir yvir eina nátt, men fólkini broytast ikki yvir náttina fyri tað. Tey hava framvegis nógv at geva og nógv at læra yngra ættarliðið, sigur Wanja. Hon heldur, at tað er løg- ið, at tað skal vera neyðugt at prógva, at tað at vera gamal ikki er tað sama sum at vera sjúkur. – Kanningar vísa, at heili 80% av teimum gomlu eru frísk og klára seg sjálvi. Bert 12% hava so vánaliga heilsu, at tey koma undir heitið røktarsjúklingar. Men tá eldrapolitikkur verður umrøddur, eru tað aloftast tey 12%, sum verða tikin fram. Og tað er ógvu- liga spell, tá heili 80% hava so ómetaliga nógv at geva samfelagnum, heldur Wanja. Hon vísir á, at heilin er sum ein databasa. Innlæran byggir á vitan, sum er goymd frammanundan. Tá vit so læra nakað nýtt, verður tað bygt á tað, sum vit frammanundan hava lært. Og um vit ikki brúka heilan, so fánar hann burt- ur. – Tí mugu vit broyta hug- mynd av teimum gomlu, sigur Wanja. Lívsgóðska og -gleði At samfelagið setir tey í eina undantaksstøðu, ger tað ofta trupult at eldast. Orkan er ofta heldur ikki tann sama, og vinaskarðin byrjar eisini at svinna. Tey hava livað eitt langt lív og sæð nógvar broytingar, men heimurin heldur á at broyt- ast. Ofta kann tað tí tykjast tungt. Men Wanja leggur dent á, hvussu stóran týdn- ing tað hevur at halda mótinum uppi, og at royna at síggja allar broytingarnar við positivum brillum. – Nógvar kanningar hava staðfest, at gleði og positiv- ur hugsunarháttur hava ómetaliga nógv at siga fyri heilsuna. Og tað ber sakt- ans til at venja seg við at síggja tey positivu tingini í lívinum. Tað ger alt so nógv lættari, vísir Wanja Peter- sen á. Við at hava eitt tílíkt skeið kunnu tey gomlu fáa íblástur til at hugsa øðrvísi. Tey kunnu tosa við fólk, ið eru á sama staði í lívinum og tey kunnu fáa meiri sjálvsvirðing. Wanja vísir á, at nógv av teimum eldru ikki duga at síggja alt, sum tey sjálvi kunnu og megna. Tey hava av og á tørv á, at onkur vendur øllum við, og vísir teimum á teirra góðu eginleikar. – Ofta vísir tað seg, at tað negativa kemur innanífrá, og tað sýgur allan máttin úr menniskjanum. Tá so hugs- unarhátturin broytist, hvørvur tað negativa al- oftast eisini, sigur Wanja. Hon heldur fram og sigur, at eldraárini ikki eiga at vera sædd sum ein kappittul fyri seg, men sum ein samanhangandi partur av lívinum. Gullárini eiga at vera góð, spennandi og stuttlig. Nú hava tey gomlu endiliga tíð at gera júst tað, teimum lystir. – Tað er spell, um sein- asta tíðin, sum kann verða so góð, verður keðilig orsakað av dapurskygni, sigur Wanja Petersen at enda. Gott at gerast gamal Endamálið við skeiðnum, sum verður hildið 17.-19. mei frá kl 10-16, verður: 1 – At tosa um lívsgleði og positivan hugsunarhátt, ið er við at menna heilsu okkara. 2 – At duga betur at ganga mótbrekkurnar í gerandislívinum, at styrkja persónsmenskuna á rættan hátt. 3 – At tosa um lívið og teir mongu møguleikarnar, ið vit hava, bæði áðrenn og aftaná pensjónsaldur. Undirvísarar á skeiðnum verða: Eyðvør Mortensen, sosialráðgevi á Almannastovuni. Hon fer at greiða frá um rættindi og ábyrgd, sum fylgja við tilveruni sum pensjonistur. Elsa Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur úr Vest- manna og fyrrverandi leiðari í donsku heimarøktini. Hon hevur drúgvar undirvísingarroyndir innan ymsar tættir á eldraøkinum. Hon er eisini útbúgvin látur- instruktørur. Wanja Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari av Tilhaldinum. Evni á skeiðnum verða m.a. : Broytingar í føroyska samfelagnum. Gamlir dagar og nú. Tosað verður um heilan, lívsgleði, bjartskygni, Positivitet/negativitet, fyrigeving, Tilhaldið, Rættind- ini sum pensjonistur og gleðina um at vera virkin gamal. Luttakarar á skeiðnum: Skeiðið er fyri øll, sum eru ella verða pensjonistar. Pláss er tó bert fyri 15 luttakarum. Kostnaðurin er 660 kr fyri allar dagarnar, døgverði er íroknaður prísin. Tilmelding: Tilmelding fer fram á tlf 316491 frá kl 08.00- 17.00 gerandisdagar. Elsa Zachariasen verður ein av fyrilestrahaldarunum á skeiðinum