hósdagur 12. mai 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 12. mai 2005
7
– Hóast 24 tíma verk-
fallið í næstu viku
helst er ólgógligt, fer
landsstýrið ikki at
biðja fútarættin
steðga tí. Tað hevði
bara gjørt støðuna
enn spentari, sigur
Bárður Nielsen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum
ARBEIÐSSTEÐGUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Landsstýrið ætlar ikki at
fáa fútarættin at steðga 24
tíma verkfallinum, sum 25
fakfeløg
á
almenna
arbeiðsmarknaðinum hava
lýst frá hóskvøldinum 19.
mai á midnátt til á midnátt
fríggjakvøldið 20. mai.
Tað
sigur
Bárður
Nielsen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
Hann
leggur
kortini
afturat, at samgongan hevur
ikki viðgjørt spurningin,
men hann kann ikki hugsa
sær til, at landsstýrið fer at
taka nøkur stig í hesum
sambandi.
Orsøkin til at landsstýrið
ikki ger tað, er útfrá teirri
sannroynd, at tað loysir seg
ikki at stoyta bensin á bálið.
– Verkfallið, sum er lýst í
næstu viku er allarhelst
eisini ólógligt. Men at lagt
tað fyri fútarættin, hevði
bara gjørt støðuna enn
spentari enn hon er, sigur
landsstýrismaðurin,
sum
hevur ábyrgdina av sátt-
málasamráðingunum ímill-
um landsstýrið og fakfeløg-
ini á almenna arbeiðs-
marknaðinum.
Fútarætturin einasti
møguleiki
Eitt 24 tíma verkfall fer at
leggja allar almennar tæn-
astur lamnar tað samdøgur-
ið, tað varar. Hvussu nógv
hetta fer at kosta lands-
kassanum, veit landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum
ikki.
Men hann veit, at verk-
fallið fer at gera, at lands-
stýrið sparir 2-3 milliónir í
lønarútreiðslum hetta sam-
døgurið verkfallið varar.
Bárður Nielsen heldur
ikki, at tað var eitt mistak at
leggja fráboðaða verkfallið
hjá sjúkrarøktarfrøðingun-
um í síðstu viku fyri fúta-
rættin.
– So leingi vit ikki hava
eina greiða skipan fyri,
hvussu vit loysa ósemjur á
arbeiðsmarknaðinum,
er
fútarætturin okkara einasti
møguleiki.
Sum er, kunnu fakfeløg-
ini lýsa verkfall, táið
ósemjur taka seg upp, uttan
at arbeiðsgevarin hevur
nakran sum helst møgu-
leika at svara aftur og tað er
ikki rættvíst.
– Tá ið ein arbeiðsgevari
metir, at eitt verkfall er
ólógligt, er tað ikki rættvíst,
at hann bara skal noyðast at
góðtaka eitt verkfall, tí at
vit onga skipan hava til at
loysa slíkar ósemjur.
– Okkara einasti møgu-
leiki er tískil at fara í fúta-
rættin og tí er hetta okkara
einasta mótpæl, tá ið vit
meta, at eitt verkfall er
ólógligt, til vit fáa eina aðra
skipan. At vit fara í fúta-
rættin er ikki øðrvísi enn at
fakfeløgini
hótta
við
verkfalli.
Ein neyðloysn
Annars er hann ikki samd-
ur, tá ið fakfeløgini siga, at
landsstýrið fleiri ferðir hev-
ur brúkt fútarættin at steðga
arbeiðsósemjum.
– Tað hava vit gjørt
tríggjar
ferðir
seinastu
árini, tá ið vit meta at fak-
feløgini eru farin heilt av
kós og tað haldi eg ikki so
so ofta, sum vanliga uppfat-
anin annars er.
Bárður Nielsen ásannar,
at tað er eitt víðgongt stig at
leggja eitt mál fyri fútarætt-
in og hann sigur, at tað er
ikki ein møguleiki, sum
Landsstýrið fer at brúka í
óðum verkum.
Kortini ásannar, at skip-
anin, sum er í dag, er ov
vánalig hjá báðum pørtum.
– Skipanin vit hava í dag
er avoldað og tí er tað al-
neyðugt, at bólkurin sum
arbeiðir við at finna eina
skipan, sum báðir partar
kunnu góðtaka, ger sítt ar-
beiði liðugt.
Nú er hendan ósemjan
sprottin burturur úr ósemj-
uni um føðideildini. Í tí
sambandi hevur verið funn-
ist at landsstýrinum tí tað
ikki bíðaði við at taka um-
leggingarnar á føðideildini
upp til sáttmálasamráðing-
arnar verða í heyst.
Men
tað
er
Bárður
Nielsen ósamdur í.
– Leiðslubygnaðurin og
umleggingarnar á føði-
deildini eru ikki sáttmála-
spurningar. Tað eru spurn-
ingar fyri leiðsluna á
Landssjúkrahúsinum og tað
kann ikki vera nakað iva-
mál um, at hetta er ein
spurningur um leiðslurætt-
in hjá leiðsluni á Lands-
sjúkrahúsinum, sigur Bárð-
ur Nielsen.
Í næstu viku verða
skúlar stongdir um
alt landið í eitt sam-
døgur. Tað verður
heldur ongin sigling
við strandferðsluni
og arbeiðið á sjúkra-
húsinum verður nógv
skert
ARBEIÐSSTEÐGUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Trýst elvir til móttrýst.
Tað má landsstýrið nú
sannað meiri enn nakað
annað.
Í síðstu viku spenti
Landsstýrið bogan á tamb
fyri at steðga einum hótt-
andi verkfalli hjá sjúkra-
røktarfrøðingunum á teim-
um trimum sjúkrahúsunum
og á heilsuskúlanum í Suð-
uroy.
Landsstýrið legði sostatt
málið fyri fútarættin, sum
gav tí viðhald og steðgaði
verkfallinum.
Men slíka mannagongd
vilja fakfeløgini ikki góð-
taka og nú hava tey svara
líka kontant aftur. Tí hava
heili 25 fakfeløg, sum hava
starvsfólk hjá tí almenna,
nú lýst verkfall í 24 tímar í
næstu viku.
Verkfallið byrjar á mid-
nátt hóskvøldið 19. mai og
endar á midnátt fríggja-
kvøldið 20. mai.
Verkfallið umfatar at
kalla allar almenna tænast-
ur og tað fer at leggja mest-
sum allar almennar tænast-
ur lamnar hetta samdøgur-
ið, verkfallið varar.
Sostatt
verður
ongin
skúlagongd kring alt landið
næsta fríggjadag. Haraftur-
at verður arbeiðið á teimum
trimum sjúkrahúsunum, á
ellis- og røktarheimum og á
sambýlum, eisini nógv
skert. Somuleiðis verða
heima-hjálp,
heimarøkt
annars
og
aðrar
heilsutænastur
eisini
munandi
skerdar.
Øll
Strandferðslan veður eisini
løgd lamin næsta fríggja-
dag og tað verður heldur
ongin postur.
Ágangur ímóti
fakfeløgunum
Fakfeløgini siga, at tað er
sera álvarsamt, tá ið lands-
stýrið brúkar fútarættin til
at steðga eini arbeiðs-
ósemju og at tí hava gjørt
av at svara líka álvarsliga
aftur.
Landsstýrið hevur fleiri
ferðir seinastu árini brúkt
fútarættin til at steðga
arbeiðsósemjum.
Hetta er at sníkja fremm-
andar arbeiðsrættarreglur
inn á føroyska arbeiðs-
marknaðin, sum ikki eru í
gildi í Føroyum, siga fak-
feløgini.
Hetta halda fakfeløgini er
ágangur ímóti teimum -
serliga nú ein arbeiðsbólk-
ur, sum landsstýrið sjálvt
hevur sett, arbeiðir við at
finna loysnir, sum allir allir
partar kunnu góðtaka, fyri,
hvussu
slíkar
ósemjur
skulu loysast.
Serliga ágangandi halda
tey tað vera, tá ið lands-
stýrið ger slíkt í einum ári,
har í sáttmálasamráðingar
standa fyri durum.
Hetta kann ikki góðtakast
og hava tey gjørt av at lýsa
arbeiðssteðg í eitt samdøg-
ur í næstu viku.
Tey ávara eisini fútarætt-
in ímóti at taka fleiri slík
mál til viðgerðar.
Tað var ósemjan um um-
leggingarnar á føðideildini,
sum førdi við sær, at
sjúkrarøktarfrøðingarnir
lýstu verkfall og tað var
hetta verkfallið, sum lands-
stýrið fekk fútarættin at
steðga
Men tey 25 fakfeløgini
leggja staðiliga dent á, at
verkfallið í næstu viku
hevur als onki við ósemj-
una um føðideildina at
gera. Verkfallið verður eina
og aleina sett í verk fyri at
mótmæla, at fútarætturin
verður brúktur sum jarn-
brot fyri at steðga eini ar-
beiðsósemju.
Tey 25 fakfeløgini, sum
fara í verkfall frá á midnátt
hóskvøldið til á midnátt
fríggjakvøldið í næstu viku,
eru:
Starvsmannafelagið
Almanna- og heilsurøktara-
felagið
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Føroya Pedagogfelag
Økonomafelag Føroya
Ljósmøðrafelag Føroya
Føroyskir Fysioterapeutar
Ergoterapeutfelagið
Radiografar í Føroyum
Bioanalytikarafelagið
Maskinmeistarafelagið
Musiklærarafelagið
Heilsuhjálparfelagið
Landsfelag Handverkar-
anna
Føroya Handverkarafelag
Føroya Tekniska Lærara-
felag
Magistarafelag Føroya
Føroya Skipara-
og Navigatørfelag
Lærarafelag Handils-
skúlans
Føroya Postfelag
Føroya Psykiatrifelag
Føroya Lærarafelag
Føroya Byggifrøðingafelag
Yrkisfelag Studentaskúla-
og HF lærara
Felagið Føroyskir Sjúkra-
frøðingar
Verkfallið umfatar bara
tann partin av arbeiðsøkj-
unum hjá hesum fakfeløg-
unum, sum hava við tað
almenna at gera.
Fara ikki at stoyta bensin á bálið
– So leingi vit onga aðra skipan hava, er fútarætturin okkara
einasti møguleiki, tí tað er ikki rættvíst, at vit altíð skulu
noyðast at góðtaka tað, sum fakfeløgini gera, sigur Bárður
Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Leggja alt landið lamið í eitt samdøgur
Fakfeløgini taka tað í fullum álvara, at manangongdin at leggja ósemjur á arbeiðsmarknaðinum
fyri fútarættinm, skal steðgast. Eftir fund í tveir dagar hjá Starvsmannafelagnum eru tey samd
um at leggja samfelagið lamið næsta fríggjadag