Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Skatarar úr øllum landinum síggja fram til næstkomandi viku- skifti. Tá sleppa teir at kappast við aðrar skat- arar um, hvør teirra er besti skatarin. Longu nú er líkt til at ein hópur av skatarum fara at hittast til kapp- ingar, konsertir, prædikur og annað UNGDÓMUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: Tað er kalt í luftini, og nakað væl av høgætt. Men tað leggja hesir ungur dreingirnir líka í. Teir eru meiri upptiknir enn so av venjingum sínum á skate-board. Teir ansa hvørki veðri, vindi ella um- boðini fyri tíðindatænast- una sum nærkast uttandura venjingarhølunum. Staðið er økið við Lær- araskúlan í Havn, har lagdur er ein vøllur til teir mongu skatarnar í Havnini. Tað er ikki dagur at ikki onkur ella fleiri teirra savnast her. Og nú vit eru komin oman til anleggið, skilst á monnum at her er ein øðr- vísi spenningur í køldu luft- ini í dag enn áður. Nú hava teir veruliga fingið nakað at stríðast fram ímóti. Teir hava langt síðani hoyrt um ta spennandi skatara-kappingina, sum verður í ítróttarhøllini á Hálsi seinni í hesum mán- aðinum. Nú má venjast til hesa kappingina, har møguleiki verður at ogna sær bæði steyp og aðrar góðar vinn- ingar. Og so sleppa teir sjálvandi eisini at hitta aðrar skatarar úr øllum landinum. Kappingin, sum hevur heitið Xplotion, og sum er um at bresta av góðum upp- livingum, verður fríggja- dagin og leygardagin í næstu viku. Hóast teir ungu ikki hava fyri neyðini at melda seg til kappingina, so skilst kortini á teimum at áhugin fyri at luttaka er ovurhonds stórur. Feitt tiltak Ólavur Guttesen er ungi maðurin, sum stendur fyri hesi kappingini. Og hann er eisini spentur uppá hetta vikuskiftið. Hann tók herfyri stig til eitt átak, sum hann nevnir bøn fyri skúlunum. Og henda kappingin er ein partur av hesum. – Í sambandi við bønar- átakið so hava vit sett okk- um fyri at hava tvey serstøk tiltøk um árið. Og hetta skatara-vikuskiftið er so annað teirra. – Og endamálið? Ja, tað er stutt sagt at skipa eitt feitt og vilt tiltak fyri ung- dómin, sigur Ólavur Gutte- sen. Hann hevur tí, saman við góðum fólki, lagt upp til eitt sera spennandi og fjøl- broytt vikuskifti í ítróttar- høllini. Kappingin millum skat- arnar er sjálvandi høvuðs- evnið í tiltakinum, men har verða eisini nógvur tón- leikur, prædikur og fram- sýningar á skránni. Venja við breytirnar Sjálv skatara-kappingin byrjar fríggjadagin 20. mai, tá ítróttarhøllin á Hálsi verður latin upp fyri al- menninginum – ella rættari sagt, teimum ungu og spentu skatarunum. Hesir sleppa so at royna seg í teimum anleggunum, sum eru sett upp til sjálva kappingina. Á henda hátt fáa teir eisini ein møguleika at venja seg við tær ymisku breytirnar. Nakað áðrenn kl. 20 verður høllin afturlatin eina løtu, meðan seinastu fyri- reikingarnar fara fram til kappingina. Løtu seinni verða tær so lætnar upp- aftur til kappingina, sum byrjar kl. 21. Leygardagin verður høll- in somuleiðis opin fyri venjingum, eins og vinn- ararnir skulu finnast í teim- um ymisku breytunum. Til slíkar kappingar er sjálvandi neyðugt við vinn- ingum. Her hevur eydnaðist fyrireikarunum at fáa góðar vinningar til vega. Tann besti skatarin fær í fyrsta lagi eitt steyp til ognar, men fær eisini eitt skatara-bretti frá handlin- um X-size í Havn. Næst- besti og triðbesti skatarin fáa t-skjúrtu frá sama handli, og sum eisini hevur sølubúð á tiltakinum. Kendir bólkar Men tað verða kortini ikki bert kappingar á skránni hetta vikuskiftið. Sum ein annan part av tiltakinum verður eisini nógvur tónleikur á skránni. Hesin tónleikur verður bæði við plátuvendarum og sjálvandi eisini við livandi tónleiki. Sambært skránni so fara tveir av kendu bólkunum í Føroyum at spæla hvør sítt kvøld. Fríggjakvøldið fer Braquet, sum vit kenna frá Prix Føroyar-kappingini at spæla, og leygarkvøldið ein annar kendur bólkur, nevni- liga Direct Level. Á skránni eru eisini prædikur og annað í hesum sambandi, tí grundarlagið undir sjálvum tiltakinum er jú tað andaliga. 8 Nr. 88 - 12. mai 2005 Ásgrímur ætlar sær eisini við til skatara- tiltakið. Hann dugir longu fleiri skatara- triks, men nógv eru eftir, tí íalt eru omanfyri 7000 ymisk triks SKATARI Snorri Brend Tað er ringt at fáa orð á dreingirnar á skatara- breytini. Teir hava annað at hugsa um enn umboðini fyri tíðindatænastuna. At enda fáa vit fatur á einum av skatarunum, tí 15 ára gamla Ásgrími Lützen úr Havn. Hann hevur skatað í eini trý ár, og dámar hetta sera væl. – Eg haldi at tað er sera skeg, tí tað eru so nógv triks í hesum. Tað eru kanska eini 7000 triks, so ein verður ongatíð liðugur við triksini, sigur Ásgrímur. Hann er sera fegin um hesa breytina við Lær- araskúlan. Men hann og vinmenn hansara hava Feitt og vilt tiltak fyri skatarar – Skeg við Teir venja og venja. Og nú hava teir fingið nakað at venja fram ímóti, - ta stóru skatara-kappingini í Havn næstkomandi vikuskifti Mynd: Bárður – Eg havi sjálvur goldið mítt bretti, sigur 15 ára gamli Ásgrímur Lützen, sum her roynir seg við einum lopi Mynd: Bárður