hósdagur 12. mai 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 12. mai 2005
9
kortini
eitt
ynski: At
breytin hevði enn fleiri
møguleikar.
– Har eru ikki so nógvir
møguleikar. Tí verður ein
nokkso skjótt troyttur av
teimum, tí ein bara kann
gera tað sama, sigur hann.
Gott bretti
Nú
skatar6akappingin
Xplotion er á skránni,
verður Ásgrímur sjálvandi
við.
Hann veit longu um fleiri
av vinmonnum sínum, sum
ætla sær við, og tí fer hann
eisini.
Hann er rættiliga væl
útgjørdur, tí hansara bretti
er eitt av teimum heilt góðu
– Element, sum tað kallast.
– Tey eru øgiliga dýr – eg
haldi, at tey kosta eini
2.200 kr. í Føroyum, sigur
Ásgrímur.
Hann vísir okkum brettið
við hjólunum og leiðunum,
sum hoyra til. Og vit lata
okkum imponera.
– Eg havi sjálvur goldið
brettið. Eg keypti tað í
Danmark, tí har er tað nógv
bíligari, sigur hann skjótur,
- sum um hann veit, hvat
næsti spurningur okkara
verður.
– Eg brúkti ein part av
konfirmatiónspengunum til
hetta.
øllum triksunum
Mest løgna frisuran
Ein onnur kapping, sum longu er í gongd, er kappingin um
løgnastu og mest sjáldsomu frisuruna.
Her hava fólk møguleika at senda inn myndir av sær
sjálvum ella øðrum við eini undarligari frisuru.
Hetta hava fleiri longu gjørt, og at døma út frá
myndunum er nógv gjørt burturúr.
- Onkur frisura er verri enn ein onnur, staðfestir
fyrireikarin, Ólavur Guttesen.
Vinningurin í hesi kappingini er kanska ikki heilt
óvæntað - ein ókeypis klipping í salongini hjá Madonnu í
Havn.Tað er eisini úr hesi salongini at dómararnir eru.
Leygardagin vóru 44
klinikkassistentar og
tannarøktarar, sum
arbeiða hjá privatum
og kommunalum
tannlæknum kring
landið, savnaðir í
B68-húsinum á
Svangaskarði til
samveru og hugna.
Gestarøðari var Jógv-
an Fríðriksson,
prestur
SAMVERA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Stigtakari til tiltakið er í
fyrsta lagi Katrin Jacobsen,
sum starvast hjá skúlatann-
læknanum, Boga á Steig í
Klaksvík. Aðrar, sum hava
hjálpt til at reisa hetta tiltak
á føtur, eru eitt nú Emma
Jacobsen og Bergfríð Ja-
cobsen, sum báðar starvast
í Klaksvík.
Á hvørjum ári í nøkur ár
hevur fyritøkan, Dansk
Nordenta, sum er útvegari
av útgerð og tilfari til
tannklinikkir, verið í Før-
oyum og hildið skeið og
kunnað klinikkassistentar
og tannarøktarar um eitt nú
tað nýggjasta, sum er á
marknaðinum.
Ymiskir
fyrilestrar plaga eisini at
verða hildnir um ymisk
viðkomandi evni í arbeið-
num á eini tannlæknastovu.
- Skeiðið hevur vanliga
verið hildið í mai, men við
tað, at hendan tíðin ofta
hevur verið merkt av verk-
føllum, er tiltakið í ár flutt
til september.
Katrin Jacobsen sigur, at
tað var á einum slíkum
skeiði í fjør, at hon reisti
fyrispurningin, um klinikk-
assistentar og tannarøktarar
kanska høvdu hug at hittast
til hugna um eitt ár ella so.
- Tað vísti seg, at tær allar
flestu, sum vóru við til
tiltakið hjá Dansk Nor-
denta, høvdu áhuga fyri
einum degi, sum í fyrsta
lagi snúði seg um samveru
og hugna.
Hon sigur, at á árliga og
afturvendandi skeiðunum
hevur lítil og eingin tið
verið til at læra fólk at
kenna, tí alt hevur ligið í so
føstum rammum – og síðan
eru fólk farin til hús aftur.
- Vit, sum tilsamans eru
98 í tali, kenna nóg illa
hvørja aðra – uttan so, at vit
eru starvsfelagar ella búgva
á somu plássum. Eg helt, at
nú var tíðin komin til, at
vit, sum starvast innan
hetta økið, nú læra hvørja
aðra betur at kenna, sigur
Katrin.
Prestur á vitjan
Klinikkassistentarnir
og
tannarøktararnir møttu á
Svangaskarði hendan dagin
á middegi. Allar høvdu tær
fingið til uppgávu at hava
við sær okkurt til frokost,
sum varð etin klokkan 13.
Her var alt, sum tú kundi
hugsað tær – frá kjøtpylsu
til salatir av ymiskum slagi.
- Vit søgdu, hvørjar vit
vóru, hvar vit arbeiddu, og
hvussu leingi vit høvdu
arbeitt innan hetta økið.
Katrin sigur, at yngsta
kvinnan, sum var við
hendan dagin, er 27 og tann
elsta er 60.
- Tann 27 ára gamla er
lærlingur, og tann 60 ára
gamla hevur arbeitt sum á
tannlæknastovu síðan 1963
– og hevur bert verið burtur
ta tíðina, hon átti børnini.
Klokkan 15 leygardagin
kom ein gestarøðari, og
hesin var eingin annar enn
Jógvan Fríðriksson, sókn-
arprestur.
- Eg havi hoyrt Jógvan
Fríðriksson til onkrar sam-
komur einar tvær ferðir, og
eg haldi, at hann er ógvu-
liga áhugaverdur. Tað var
hann eisini hendan dagin,
sigur Katrin.
Løtuna, meðan Sosial-
urin var inni á gólvinum í
B68-húsinum, rungaði lát-
urin um allan salin. Lagið
var gott, og bæði prestur og
tær 44 kvinnurnar flentu
óført at onkrum, sum prest-
ur hevði sagt.
- Prestur tosaði tað mesta
av hálvum øðrum tíma, og
hann var áhugaverdur alla
tíðina, bæði til álvara og
gaman. Hann legði dent á,
hvussu stóran týdning tað
hevur í okkara arbeiði – og
hjá fólki sum heild – at vera
tey, tey eru. Prestur tosaði
eisini um tað at taka ímóti
fólki – bæði børnum og
vaksnum – í einum bíði-
rúmi og um týdningin av at
vera opin og erligur. Eisini
tosaði hann um týdningin
av, at tú ikki "tekur" heimið
og teir trupulleikar, sum har
kunnu vera, við á arbeiðs-
plássið. Um so er, merkja
tey, sum tú umgongst,
hetta, og tað kann vera
óheppið í tí arbeiði, tú ert
sett at gera, sigur Katrin.
Veitsludøgurði
Tá ið prestur var liðugur, og
klokkan var 17, býttu
klinikkassistentarnir
og
tannarøktararnir
seg
í
tríggjar bólkar, har spurn-
ingar og hugskot av ymisk-
um slagi vóru viðgjørd.
- Tú lærir alla tíðina. Øll
hava vit nógv at læra – og
vit hava eisini nógv at læra
av hvørjum øðrum, sigur
Katrin.
Klokkan
19.30
var
veitsludøgurði, sum Verner
Olsen og hansara fólki í
B68-húsunum skipaðu fyri
og borðreiddu við.
- Við borðhaldið, har vit
fingu góðan og vælsmakk-
andi døgurða, hugnaðu vit
okkum rættiliga – við sang-
um, spølum, kappingum og
ymiskum til skemtunar.
Katrin sigur, at hæddar-
punktið á kvøldinum var
gávan, sum tær allar, sum
við vóru, fingu frá Dansk
Nordenta.
- Vit fingu eina tasku í
part sum eina heilsu frá
hesi fyritøkuni, ið selir so
nógv til føroyskar tann-
læknastovur. Í taskuni var
toilett-posi við eitt nú fýra
tannbustum og tanntráði.
Haraftrat fingu vit ógvuliga
vøkur íløt til pipar og salt
úr bustaðum stáli, sum tað
verður rópt. Hetta var ein
góð gáva, sum vit allar
vóru ógvuliga glaðar fyri.
Út á náttina hugnaðu tær
sær eisini við eitt nú før-
oyskum dansi.
Katrin sigur, at tær gistu í
B68-húsunum um náttina,
og morgunin eftir ótu tær
"restir" frá tí, sum tær
høvdu havt á borðinum
dagin fyri.
- Jú, eg haldi, at tiltakið
eydnaðist stak væl, sigur
Katrin Jacobsen.
Áðrenn tær fóru hvør til
sítt sunnudagin, avtalaðu
klinikkassistentarnir
og
tannarøktararnir, at tær
skuldu møtast aftur á sama
hátt um tvey ár – og tá
verða tað kvinnurnar í
Suðuroy, sum fara at skipa
fyri.
Tær hugnaðu sær
á Svangaskarði
Katrin Jacobsen (ytst til vinstru), Emma Jacobsen og Bergfríð Jacobsen skipaðu fyri tiltakinum á Svangaskarði
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Eg havi hoyrt Jógvan
Fríðriksson til onkrar
samkomur einar tvær ferðir,
og eg haldi, at hann er
ógvuliga áhugaverdur. Tað
var hann eisini hendan
dagin, sigur Katrin Jacobsen
Mynd: Vilmund Jacobsen