Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 12. mai 2005 11 VIÐMERKINGAR Útoyggja-utopi ? Heini Olsen Á Valborgarmessu 2005 Í sínari tíð lá tað líkasum í luftini, at allar bygdir, har tað var gjørligt, skuldu fáa vegasamband og alt annað, sum lættir okkum um ger- andislívið. Frásæð Gásadali, var vegasetningurin í seinnu helvt av 1980-unum rokkin. Gásadalstunnilin kom eini 15 ár seinni. Svínoyggin Svínoyingar hava fleiri ferðir søkt um at fáa ein tunnil undir Havnartind vestur í eitt framtíðar havn- arlag við Havnartanga í út- nyrðingshorninum á oynni. Minnist meg rætt, skal tunnilin verða umleið tveir km til longdar og vegurin umleið ein km. Nú eru nøkur ár liðin, síðani eg fyri aldur fór burtur úr neytunum, sum kollfirðingurin tók til, men líkinda tunnil fæst neyvan fyri minni enn 25 mió. kr/km, um tað í heila tikið við dagsins framkomnu amboðum ber til at spreingja einkultbreytaðan tunnil. Grótnavarin hjá SEV kann bora um 3 metrar í vídd; men er tað í so trongt, og hann er tungur og torførur at flyta. Alt eftir lendinum haldi eg vegin kunna gerast fyri einar 8-10 mió. kr/km, hetta so frægan, at bilar við varsemi kunnu møtast. Smalari breidd er so torfør at gera við størri amboðum, at tað neyvan loysir seg. Hvat havnarlagið fer at kosta, dugi eg illa at meta um; men ikki fæst nógv undir einar 15 mió. kr. Hetta kemur sostatt á bíligasta hátt at kosta einar 75 mió. kr, og er tað ivaleyst skilagott sum eina roynd at rinda milliónir uppá hvønn íbugva ella gera tað, sum gerast kann, fyri at fólk skal støðast í hesum Føroya fagra land- nyrðingshorni. Hetta varð gjørt í Kals- oynni og mongum øðrum plássum við, og fer tað so við og við vónandi at økja um fólkatalið og betra um livikorini har. Skuldu lønsemisútrokn- ingar ligið sum støði undir politiskum avgerðum um almenn tiltøk í Føroyum, høvdu bert fáar bygdir haft vegasamband, bátahyl, ele- ktrisitet o.a. mangt, sum krevst í dag; men saman- umtikið var hetta næstan tað einasta, sum eftir lá av varandi virði, tá kreppan í 1990-unum var av. Undirsjóvartunlar Eftir at hin fyrsti undirsjóv- artunnilin í Noregi varð latin upp í Vardø í 1982, var eg so heppin at sleppa at standa fyri forprosjekter- ingini av bæði hugsandi og tá óhugsandi undirsjóvar- tunlum í Føroyum. Arbeiðið var lokið í 1987 við Vágatunlinum sum hin fyrsti og Suðuroyartunlin- um sum hin seinasti av 8- 10 tílíkum undirsjóvarpro- sjektum. Millum tey seinastu varð ein leið løgd við 2.3 km av vegi og 5 km av tunli úr Viðoynni og út í Svínoynna og ein við 1 km av vegi og 5 km av tunli út til Hattar- víkar. Á henda hátt kundu oyggjarnar sleppa uppí góðu havnamøguleikarnar inni í Hvannasundi. Á bíligasta hátt lá henda ætlan í 1987 um 173 mió. kr í Svínoynna og 155 mió. kr í Fugloynna. Jólafundurin í Klaksvík Sløk hundrað ár eftir hin tiltiknað Jólafundin í Dan- mark, varð 27. november 1987 sera hugnaligur fund- ur hildin í Klaksvík, har allar kommunur í Norðoy- um vóru umboðaðar. Jógv- an við Keldu var tá borgar- stjóri í Klaksvík og fundar- leiðari. Eftir at hava bjóðað væl- komin, setti hann fundin og hevði fyrst á skránni bræv til Føroya Landsstýri við áheitan um at fara undir neyðugu kanningarnar í sambandi við Norðoya- tunnilin. Síðani gav Jógvan við Keldu orðið til Mikkjal Helmsdal, sála, sum var landsverkfrøðingur frá 1948 til 1988, og snúði hansara framløga seg við kortum og myndum, sum vera man, mest um tríggjar møgu- leikar at leggja Norð- oyatunnilin, hetta við til samans 9 ymiskum saman- setingum, har Kalsoyggin hekk uppi í; men var longu tá, bæði figgjar- og ferðslu- liga ivi um, hvussu rætt tað var at tengja Kalsoyartunn- ilin upp í Norðoyatunnilin. Av Bumshamri á Borðoynni og til gjónna við lendingina á Sydradali lá henda ætlan í 1987 um 147 mió. kr. Hesin fundur var sostatt almenna byrjanin til Norð- oyatunnilin, sum nú er sprongdur væl áleiðis. Svínoyar-utopi ? Tá høvuðsevnið var fingið frá hondini, greiddi Mikkj- al til stuttleika frá uppskoti til undirsjóvartunlar út í Svínoynna og Fugloynna, og stóðst mikið skemt av hesum; men um vit nú spæla eitt sindur við tølum, so plaga hesi at kunna nýt- ast soleiðis, at skjálvt tað ótrúligasta fæst at bera til, hetta serliga um talan er um hagtøl. 5 km langi Svínoyartunn- ilin man í dag liggja um einar 200 mió. kr, sprongd- ur sum hin smalasti av dup- ultbreytaðum undirsjóvar- tunlum eftir norsku tunla- reglunum. Somuleiðis man vegagerðin í brattlendinum helst fara at liggja um einar 30 mió. kr. Til samans heilar 230 mió. kr - ein øgilig upp- hædd til nøkur fá fólk. Men!! - og nú er tað, tey stuttligu tølini koma sær upp í leikin: Draga vit tær fyrstu 75 svínoyarmilliónirnar frá teimum 230, so er meir- kostnaðurin av fasta sam- bandinum inn í Viðoynna 155 mió. kr Svínoyggin er 27 ferkilo- metrar ella 27.000.000 fer- metrar til støddar. Við undirsjóvartunlinum kann Svínoyggin verða bundin í vegakervið í meg- inøkinum fyri ein meir- kostnað uppá 155/27 mió. = 5,75 kr fermeturin ella 155.000.000/48.000 = 3.230 kr fyri hvønn íbúgva í Føroyum - enn ein øgilig upphædd - fyri ikki at tala um pr. innføddan svíning! Men!! - so kemur tað næsta mennið, um ein so kann siga: Svínoyar uttangarðs fyrimyndarbýur ? Hugsa vit okkum Svín- oynna sum eitt útoyggja royndartstykki, sum, við føstum sambandi til megin- økið, verður sett til norrøna kapping við uppskotum um, hvussu bæði líkt og ólíkt kann ella eigur at verða gjørt, hetta tó undir ávísum fortreytum. Eitt nú skal vakri bøurin ikki nýtast til byggigrundir, men verða liggjandi til tað, hann upprunaliga var ætlað- ur til - ella, um eingin brúk- ar hann, so bara sum fríøki til fragd frægd fyri eygað. Somuleiðis skal gamla bygdin verða liggjandi, sum hon er. Broyting av verandi bygningum skal gerast við fyriliti, sambært tí av svíningum og avvar- andi myndugleikum góð- kendari reglugerð. Nýggj hús kunnu bert byggjast uttangarðs, hetta t.d. eftir byggiætlanarupp- skoti frá nevndu kapping. Uttangarðs liggja einar 2.730.000 fermetrar av brúkbarum byggilendi und- ir 100 metra hædd, svarandi til einar 4.500 byggigrund- ir à 600 fermetrar, tá vegir o.a. er íroknað. Av hesum liggja tær 400 Fyri Eystan. Ein bý aftrat fleiri ferðir størri enn Klaksvíkin mátti verið hugaligt at fingið upp í kommununa. Um onkur vil hava størri stykki, kan hann keypa tvinni. Nú fara tølini at síggja frægari út, tí hvør byggi- grundin er nú komin niður á 34.000 kr áðrenn byggi- búgving. Í óbygdum lendi er lættari at leggja til rættis alla byggibúgvingina undir einum, og sæst tað aftur í kostnaðinum, so samlaði kostnaðurin kanska ikki fer upp um einar 60.000 kr fyri grundina. Um vit, sum rættast er, ikki draga tær 75 milliónir- nar frá, verður kostnaðurin ávikavist einar 50.000 kr fyri stykkið áðrenn byggi- búgving og einar 75.000 kr við byggibúgving. Tó kundi tá niðurlagda strand- farasiglingin og tyrlutæn- astan verið drigin frá, men lat tað fara. Tá nýggi tunnilin millum Strond og Norðdepil er gjørdur, verður bert eitt lítið 10 minuttirs hanagleiv úr Svínoy til Klaksvíkar. Vetrarveður sum ferðamannabeita ? Hvør í allari víðu verðøld skal keypa allar hesar byggi- grundir, vil onkur av røttum spyrja. Tað veit eg heldur ikki; men plássið er so har, um nakar vil hava tað. Í Hollandi ger ferða- mannavinnan sær dælt av ríkum eysturlendingum, sum við sínum haremi og tegnarfylgi fegnir vilja upp- liva regn ein vanligan vetrardag. Náttúran hevur í sínum veldi til allar tíðir haft sína serligu atdráttarmegi á okk- um menniskju, og í Svínoy kundu hesir oyðimarkar- menn á hávetri fingið mun- in meira burtur úr regni og stormi, illveðri og brimi, enn teir í Hollandi kundu droymt um, fyri ikki at tala um søgu og søgn frá teim sermerktu innføddu ein fagran summardag, peik- andi yvir á avoyddu Fugla- oynna, ævintýroynna við sínum seyði á hvirrunar fjøllum, har bert súgur fram við landi, lætta lotið og fuglaljóðið minnir teg á, at hoyrnuni kortini einki bilar. Eysturlendingarnir hildu tað vera tað kolsvørtu lygn, tá eg í arbeiði í Mið-Eystri í sínari tíð greiddi teimum frá havinum, sum er enn størri enn oyðimørkin, nátt- úruni og veðurlagnum her á okkara leiðum. Serliga nógvir vóru spurningarnir um at fara á flot og halda snøri, hetta fyri okkum so sjálvsagda fyribrigdi. Á nýggja internationala flogvøllinum í Søltuvík kunnu hesi ríkmenni antin leiga sær tyrlur og loftvegis eygleiða landið til eksot- isku Svínoy ella limosinur at koyra undir havbotni gjøgnum Sandoyartunnilin, Tórshavn-Toftatunnilin, Leirvíkartunnilin, Norð- oyatunnilin, nýggja Norð- depils-tunnilin og loksins gjøgnum Svínoyartunnilin til teirra Svínoyar-Shan- grila, har teir aftur síggja dagsins ljós og uttan eitt oyra í meirkostnaði kunnu fylla lunguni við so ramari sjóluft, at teir stutt eftir liggja í fastasta svøvni. Fremmandafólkið skuldi sjálvandi ikki keypt alla Svínoynna og sett sær upp verjugarð um stykkið, men bert onkursvegna leigað seg inn, so vit samstundis við føroyskum gestablídni og veiðumanna snildi kundu syft so nógvan mammon inn um stokkin sum á nakran hátt gjørligt burtur úr hesum forkunnu plinki. Eingin patentloysn Henda Svínoyar-utopi er mest skrivað fyri at gera vart við, at eingin løtt og ódýr patentloysn er tøk til so- leiðis at bjarga útoyggja- lívinum í eini handavend- ing. Her má hvør útoyggin sær viðgerast niður í minsta smálutin fyri at lætta um lívið hjá teimum sum enn hóra undan, og tykist mær brennioljugoymslan vera ein hin fyrsti og lættasti spurningurin at loysa - so frægt haldi eg vit øll, sum trygg sita í meginøkinum, í skatti saman við oljufeløg- unum kunnu gjalda okkara part av, hetta uttan meira politiskt hóvasták. Gaman og álvara Eitt er gaman, annað er álv- ara, og álvara kann í hesum føri av sonnum sigast verða avoyðing av Føroya út- oyggjum. Øll eru vit samd um, at hetta er stórt spell; men tað er bara so, og eg haldi ikki vera rætt at leggja alla ábyrgdina á tey, sum fyri borgum ráða, tí her skal meira til enn eitt fýra ára valskeið - okkara fólkavaldu hava flestøll sítt egna starv at røkja og sjálvdan stundir og umstøður at hugsa longur enn til næsta val. Hin seinasti sløkkir Her noyðist fjøldin leggja høvur í blot - um ikki til annað, so í avoyðingini at tryggja teimum seinastu eina virðiliga tilveru teirra tíð út á nýggja búplássinum, hetta eftir tungu fráferðina úr heimbýlinum, har forfedrar teirra øld eftir øld í eini túsund ár ella longur hava livað og lagt ætlanir fyri komandi ættarlið. Lána mær dagin til tøkk mamma! Sjúrður, til dyst GÍ/Skála spæla sum 85 ára dagin hjá móðir og vit takka fyri tí góða degnum 1. mai í Dagtil- haldinum Gøtubrá, men eisini fyri 5.5.1945, friðinum tá.