hósdagur 12. mai 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 12. mai 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Um hvítusunnuna
verður stevna hildin í
Frelsunarherinum í
Havn, har m.a.
majorurin Njál Djur-
huus fer at tala
Møtini byrja hvítusunnu-
dag kl. 11 og síðani verður
hildið á báðar dagarnar við
talum bæði á norskum og
føroyskum. Evnið fyri møt-
ini er "Við kærleikans váp-
num".
Við sær úr Noregi hevur
Njál fingið vinmannin,
Jørn Kristian Jørgensen,
sum til dagligt er kunn-
ingarstjóri hjá løgregluni í
Oslo. Hetta starvið hevur
hann havt seinastu 25 árini.
Hesin Jørn Kristian hev-
ur roynt mangt og hvat, og
hevur tí nógvar royndir at
kryddra talur sínar við.
Frammanundan arbeiddi
hann sum blaðmaður í
Noregi, USA og Sri Lanka.
Jørn hevur skrivað 14
bøkur. Millum tær kann
nevnast bøkurnar "I livets
manesje", "Den lengste
reisen", "Te med elefanter",
"De trodde på en ny dag"
(um norskar løgregluper-
sónar í fangalegu í Týsk-
landi undir síðsta veraldar-
bardaga), "I grenseland"
(um lívið hjá Nils Retter-
støl sálarlækna) og "Gud-
dommelig
kvinnegnist"
(um Otilie Tonning og
hennara arbeiði í Frelsunar-
herinum).
Í 2003 ritstjórnaði og gav
hann út bókina hjá Dag
Hammarskjøld "Veimerk-
er" frá 1963.
Jørgensen hevur eisini
skrivað tvey bókabind av
bókarøðini um lógarbrot í
Noregi.
Somuleiðis hevur hann
somuleiðis skrivað um 60
lívssøgur í "Norsk Biograf-
isk Leksikon". Hann hevur
í fleiri ár verið blaðstjóri í
"OP-Magasinet" hjá løg-
regluni í Oslo.
Ein lesari hevur latið
okkum hesa mynd-
ina, sum hesin heldur
vera av einum fót-
bóltsliði við klaksvík-
ingum. Ein annar les-
ari heldur hetta ístað-
in vera eina skips-
manning úr Klaksvík
Myndin er helst tikin í
1962, og er tí tikin áðrenn
tiltikna 66-liðið hjá KÍ.
Myndatakari er Norman F.
Sinclair, sum hevði studio
sítt í King Street í Kirkwall
á Orknoyggjunum.
Lesarin sigur seg kenna
nakrar av leikarunum, men
ivast í fleiri teirra. Hon vil
fegin frætta frá fólki, ið
kennir hesar menninar. Tað
kann gerast við at ringja á
tlf. 314678.
Leikararnir, hon heldur
seg kenna, eru hesir:
Í aftasta raði frá vinstru:
1) Bróðir Sámal Júst, 2)
Luddi hjá Toda, 3) ókendur,
4) ókendur, 5) Mourits Ja-
cobsen, 6) ókendur, 7)
Steinbjørn ?, 8) Jógvan ?,
9) Gutti Kallsberg, 10)
Jógvan á Høvdanum, 11)
Frímann Baldvinsson, 12)
Zacharis Lydersen, 13)
Sámal Júst ?, 14) ókendur
og 15) Álvur Klakk.
Sitandi f.v.: 1) ókendur,
2) John Reid Bjartalíð, 3)
Guddi á Dalinum? og 4)
Robert Joensen.
Skipsmanning
Ein annar lesari úr Klaks-
vík hevur sæð hesa mynd-
ina, og kennir somuleiðis
ein part av monnunum.
Hann heldur, at her er talan
um eina skipsmanmning.
Sambært hesum lesara er
manningin henda, aftast
vm.: 1) Herman Dahl, 2)
Ludvík Jónsson (Luddi hjá
Toda), 3) Kristoffur ?, 4)
ókendur, 5) Jens Hansen, 6)
ókendur, 7) Steinbjørn Ja-
cobsen, 8) Jógvan Jacob-
sen, 9) Gutti Kallsberg, 10)
Jógvan á Høvdanum, 11)
Frímann (vanliga róptur
Frimann) Baldvinsson, 12)
Zakarias Lydersen, 13)
Sámal Júst Ziska Dahl, 14)
ókendur og 15) Álvur
Klakk.
Sitandi eru teir vm.: 1)
ókendur, 2) John Reid
Bjartalíð, 3) Poul Jacob
Olsen, reiðari og Robert
Joensen.
sb.
Norsk vitjan í Frelsunarherinum
Jørn Kristian Jørgensen hev-
ur roynt mangt og hvat í sín-
um lívi. Nú vitjar hann
Frelsunarherin í Havn har
hann fer at tosa um eitt
áhugavert evni – Við
kærleikans vápnum
Ein manning úr Klaksvík
Á hvørjum ári koma
uglur framvið Føroy-
um. Í vetur kom ein
teirra framvið einum
urtagarði á Signabø
FUGLAFRØÐI
Snorri Brend
Jens Kjeld Jensen í Nólsoy
er ikki í iva: Hetta er ein
kattugla.
Ein lesari sendi okkum
fyrr í vikuni nakrar myndir
av einari uglu, sum við-
komandi hevði sæð í urta-
garði sínum á Signabø.
Vit sendu myndirnar víð-
ari til kenda fuglamannin í
Nólsoy, og svarið kom
beinanvegin: Hetta er ein
kattugla, sum telist millum
tey 10% av uglunum, ið
koma fram við Føroyum.
Danska navnið fyri hesa
ugluna er skovhornugle og
á enskum kallast hon
Long-Eared Owl.
Jens Kjeld sigur, at mest
vanliga uglan, sum vitjar
her á landi er uglubóndi, og
síðani kemur kattuglan.
Aðrar uglur sum hend-
inga ferð eru at síggja í
Føroyum eru snjóuglan og
lítil kattugla. Hesar síggjast
serliga í Føroyum um várið
og heystið, men tær eru
kortini rárir gestir her á
landi.
Ugler i mosen
Annars eru nógv úttrykk
bundin júst at uglunavnin-
um.
Eitt tað kendasta er
danska orðafellið um at
"der er ugler i mosen", sum
á føroyskum hevur mong
heiti, t.d.: Har ruggar ikki
alt rætt; har býr okkurt
undir; har er ikki alt upp á
tað beina, og har er ikki
rættvorðið.
Eitt annað er "fange
ugler", sum í føroyskari
merking er at sigla soleiðis,
at seglini fara at blaktra;
ikki halda ella hava áralag,
ella at fáa ár tvørt fyri í
sjónum.
Nevnt verður eisini "at
have ugler i håret" sum
merkir at vera frísutur, og
annars merkir ugla eisini
ein, ið hyggur at, meðan
onnur spæla kort.
Enn ein ugla
á Føroyavitjan
Kunngjørt verður fyri ætt og kenningum
at okkara kæra kona og mamma
Eilen Andersen
fødd Larsen, ættað úr Sørvági
andaðist í Helsingør 9. mai, 63 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Espergærde kirkju
12. mai kl.12.30
Familjunnar vegna
Finn, Niclas og Heini