hósdagur 12. mai 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 88 - 12. mai 2005
Høllin á Skála var full
av fólki, og hóast
nøkur fólk vóru
dekan ov full til eitt
tílikt tiltak, varð
heildarupplivingin
hóskvøldið bæði jalig,
hugnalig og annar-
leiðis
UMMÆLI
Niels Uni Dam
Tá eg setti Snar á fimtsein-
asta parkeringsplássið uttan
fyri høllina, var klokkan
19.34. Konsertin var lýst at
byrja klokkan 19.30, so eg
helt meg vera í góðari tíð.
Men eg havi heldur ongan-
tíð fyrr verið á konsert á
Skála.
Inni var høllin á tremur.
Vaktarmenn stríddust við at
seta fleiri stólar, meðan
Stanley sang av fullum
hjarta. Konsertin var byrja
rættstundis! Einki við før-
oyskari pressisheit, væl-
komin á Skála. Eg havi ofta
verið á Skála, men ongantíð
veruliga sæð lívið á hesum
arminum á Skálafjørðinum,
sum tað veruliga er.
Hægri eind
Høllin var pynta við livandi
ljósi og blómum, og innið
var skýmligt á ein sera ljós-
an hátt. Framvið uttara
vegginum var eitt risastórt
køkuborð, og vaktarmenn
og konur smíltust vinarliga.
Her
var
ikki
nógv
rokk’n’roll. Tá miðalald-
urin á áskoðarunum sam-
stundis var yvir 40, gekk alt
upp í eina hægri eind. Her
var ordiliga hugnaligt.
Stanley var, sum sagt,
byrjaður at spæla. So eg
royndi at snýkja meg inn.
Men eg hevði ikki meiri
enn sett meg, tá ein flokkur
fullum ungum fólki kom
inn í høllina. Tey vóru í
góðum lag, og larmaðu
rættuliga illa.
Ein maður við einum
boðskapi
Men hóast larm, so varð
tónleikaupplivingin framúr.
Stanley tykist, sum ein
maður við einum boðskapi.
Hann spældi væl á gittar,
og hann sang sannførandi.
Men løgini vóru ikki heilt
góð. Tað tyktist sum boð-
skapurin og orðini vóru
meira týdningarmikil enn
formurin, og tað var eitt
sindur óheppið.
Eisini tyktist Stanley
meiri merktur av larminum
enn hini, ella kanska larm-
aðu tey verri tá Stanley
spældi. Hæddarpunkti í
fyrru framførsluni hjá Stan-
ley, var lagið "Fyld mine
sejl", sum Stanley hevði
umsett úr norskum til
danskt, eftir "Fyll mine
sejl" av Finn Kalvik. Lagið
var herligt á ein C.V. Jørg-
ensenkendan hátt.
Ein fantastisk rødd
Bubbi Mortens hevði eina
ótrúliga útstráling, longu
áðrenn hann hevði spælt
fyrsta tónan hekk tað í
luftini, at hetta fór at verða
stórt. Fyrsta lagið luktaði
væl av blús, og tann fantast-
iska røddin gav orðunum
veingir.
Konsertin varð ein ferð
gjøgnum lagaskattin hjá
Bubba.
Millum
løgini
greiddi hann á donskum
frá. Har vóru stuttligar søg-
ur úr veruleikanum, sorg-
blíð minnið úr barnaárun-
um og hvassar politiskar
skorðfleingir.
Prestur funnust
at honum
Nógv av løgunum høvdu
ein andaligan dám. Fleiri
høvdu kristin evnir, t.d.
sangurin um lærusveinin
Tummas, sum er bygdur á
skriftir funnar í Egypta-
landi í 1947. Har Tummas
sigur frá, um lívið við
Jesus.
Skriftirnar
hava
skapt nógv ósemju í krist-
num umhvørvum, og Bubbi
greiddi frá, at tá hann
skrivaði sangin, vóru tað
prestar, sum funnust at
honum.
Rendi á Viðey
Men har vóru eisini stutt-
ligari sangir, sum sangurin
Do Do Dumma, um vin-
mannin, sum Bubbi plagdi
at roykja nógv hasj saman
við. Vinmaðurin keypti sær
ein bát. 15. juni 1976,
sigldi hann fyrstu ferð út úr
havnini í Reykjavík, og í
einum hasjrúsi rendi hann
beint á Viðey, har báturin
sakk.
Sorgin fevndi okkum
øll
Meira sorgblítt, og sam-
stundis nógv orkumiklari
og sannførandi var tolking-
in av einum gomlum lag,
sum hann segði, at pápi
hansara plagdi at syngja.
Tað einasta pápin og vin-
mennirnir gjørdu, var at,
drekka seg fullar, lesa yrk-
ingar og syngja hendan
sangin. Sorgblídnið í rødd-
ini á Bubba var tjúkt, og
fevndi allan salin.
Ein kvartan heila
Í einum sangi um Irak
kríggi, sang Bubbi um
politikarar, sum í sjónvarpi
og
bløðum
sannleikan
fokka. Hann segði sína ber-
søgnu meining um ís-
lendska forsætismálaráð-
harran Haldur Asgeirsson,
sum stuðlaði Bush í kríg-
num í Irak. Sambært Bubba
hevur Bush bert ein kvart-
an heila. Sangurin var
sterkur og sera sannførandi.
Hæddarpunktini
vóru
fleiri í framførsluni, sang-
urin "Svartur hundur" um
tunglyndi, sum næstan var
Radiohead kendur. Men
eisini gittarframførslan hjá
Bubba í einum garrvillum
salsalagið, sum hann hevði
gjørt saman við einum av
teimum úr Buena Vista
Social Club.
Nú hevur Bubbi spælt
forbiðið leingi
Tá Bubbi takkaði fyri seg,
segði hann seg vera glaðan
fyri, at hann ikki skuldi
spæla aftan á Eivør. Tí tað
var sum at fáa ein vinstra
hook frá Mike Tyson. Men,
at hann fegin vildi sleppa at
syngja ein sang saman við
hennið. Eivør kom á pallin.
Tey ikki høvdu vænt sam-
an, so sangurin varð ein
spontan blúsjam. Eivør
sang um Bubba, sum bert
skuldi spæla trý korter, men
hevði spælt forbiðið leingi,
og um at nú var tíðin komin
at fáa sær ein kaffimunn.
Ongantíð
hevur
orðið
"kaffimunnur" ljóða so
vakurt og lokkandi. Hon
fekk enntá allan salin at
syngja kaffimunn í kór.
Kaffi og køkuborð
Í steðginum bar til at keypa
ein tallerk og ein kopp, og
drekka so nógv kaffi og eta
so nógvar køkur sum man
vildi. Hetta gav tiltakinum
ein annarleiðis dám, sum tó
hóskaði væl til sitikonsert-
ina. Men tey fullu ungu
fólkini vóru stak ónøgd við
hetta.
Forkastiligt
Tá Stanley byrjaði konsert-
ina, aftan á steðgin, varð
larmurin uppaftur verri.
Hetta órógvaði øðiliga illa.
Serliga keðiligt varð tað, tá
Stanley royndi at spæla
vakra sangin "The water is
wide". Sangurin varð ogn-
aður einari lítlari gentu,
sum spældi á einari Tei-
lendskari baðistrond, tá
Tsunami aldan kom og tók
hana. Stanley tyktist rørdur,
tá hann greiddi frá um sjón-
varpsmyndirnar av gentuni,
sum hann hevði sæð um-
aftur og umaftur. Vit sum
hava
sæð
upptøkurnar
kendu kensluna aftur. Men
ein av teimum fullu, rópti
illa og mótmælti, at sang-
urin ikki var, um tey sum
fórust á Norðhavinum.
Hetta oyðilegði nógv, og
var beinleiðis forkastiligt.
Skemtisøgur
Áðrenn Eivør kom á pallin,
læs, tann sera væl upplagdi
frásøgumaðurin, skemti-
Hugnaligt
á Skála