hósdagur 12. mai 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 12. mai 2005
15
Beinta, 23 ár av Argjum
Mær dámdi ordiliga væl, men Bubbi var
nokkso keðiligur, hann hevði góða rødd,
men sangirnir vóru keðiligir. Eivør og
Stanley vóru góð, eisini saman.
Jóna, 59 ár av Skála
Mær dámdi heilt einastandandi væl
konsertina. Tann besta løtan var tá Eivør
og Stanley sungu saman, tá dámdi mær
øðiliga væl.
Tove, 45 ár av Norðasta
Horni
Konsertin var øðiliga góð. Men Bubbi
spældi forbiðið leingi, eg skilji heldur
ikki so væl tað íslendska, so tað bleiv eitt
sindur keðiligt.
Sólja, 22 ár av Argjum
Eivør var fantastisk. Eisini tá hon spældi
saman við Stanley var tað framúr. Bubbi
sang væl, men har varð so nógv møsn
millum løgini, tað hevði verið betur uttan.
søgur upp úr eini bók.
Hetta vísti enn einaferð, at
hetta var ein mentanarupp-
living av teimum óvanligu,
og gjørdi kvøldið enn meira
dýrabært.
Framførslan hjá Eivør,
varð ein tann besta, eg havi
sæð hjá henni. Eivør byrj-
aði sum á AME við síni
trummu og lagnum Trølla-
bundin. Lagið gerst alsamt
betur fyri hvørja ferð hon
spælir tað. Røddin er eitt
ljóðføri, sum Eivør meist-
rar fullkomiliga, og tú gerst
beinanvegin trøllabundin.
Næsta lagið var Hjarta mítt,
sum er eitt tað vakrast lagið
Eivør eigur. Við eini rødd
sum ljóðaði sum eingla-
songur óskyldig, rein og
ótrúliga vøkur, bar hon
orðini fram.
"Mær leingist" varð sum
altíð sera góður. Tey fullu,
góvust eina lítla løtu við at
larma, og tá ein teirra mið-
skeiðis í sanginum byrjaði
at larma aftur, varð hann
endiliga smitaður út.
Vakrasta løtan á konsert-
ini var frálíka nýggja lagið,
um saknin eftir systrunum
Elinborg
og
Elisabeth
Mariu. Lagið er ordiliga
vakurt og varð sungið so
inniliga. Saknurin varð
veruligur fyri okkum sum
lurtaðu.
Mótmælisfólk
Tá Eivør spældi "Just a
friend of mine" byrjaði
larmurin aftur. Tey flestu av
hinum fullu vórðu smitaði
út, tey mótmæltu og larm-
aðu sera illa. Aftan á kon-
sertina, segði ein teirra við
Sosialin. At teirra larmur
var eitt mótmæli móti, at
stór nøvn sum Bubbi, Stan-
ley og Eivør vórðu brúkt á
eini konsert, sum mest
minti um eitt bland millum
eitt ervi og eitt bønarmøti.
Hann segði, at køkuborð og
kaffi ikki hoyrdu heima á
eini konsert við heims-
nøvnum.
Mótmæli ella ikki. Tað
var øðiliga órógvandi fyri
stórar partar av áskoðarun-
um. Fyrireikararnir søgdu
fríggjadagin við Sosialin, at
teir høvdu eftirmett kon-
sertina, og komnir ásamt
um, at hesi sum larmaðu,
skuldu verið koyrd á dyrð
fyrr.
Nú varð endiliga rímiliga
friðarligt, og Eivør fekk
frið at spæla seinastu løg-
ini. Hon endaði við at bjóða
Stanley Samuelsen upp-
aftur. Saman sungu tey
"Um eg kundi kvøði".
Lagið er besta lag, eg havi
hoyrt hjá Stanley, og ong-
antíð man tað vera fram-
borið vakrari. Teirra røddir
riggaðu avbera væl saman.
Tá tey so endaðu við
"Come to me" har Stanley
sang røddirnar hjá Bill
Bourne, ljóðaði tað nógv
betur enn við Bill. Hetta
varð ein frálíkur endi á eini
frálíkari konsert.
Hóast tað ikki var partur av
skránni, so vildi Bubbi fegin
hava Eivør á pallin at syngja
eitt lag saman við sær
Mynd: Jens Kristian Vang