Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 • hósdagur • 12. mai 2005 • 79. árg. Porsche 911 hevur verið á marknaðinum í meira enn 40 ár. Nú stutt eftir at tveir nýggir 911 Carrera í coupé útgávu komu á marknaðin í fjør, eru tveir 911 Carrera cabriolet eisini kom- nir á gøtuna BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Meira enn 40 ár eftir at Porsche 911 fyrstu ferð kom á marknaðin, hava teir ongantíð verið betur um- tóktir enn í dag. Í fjør komu 911 Carrera í tveimum nýggjum coupé útgávum, og í ár eru tveir nýggir 911 Carrera Cabrio- let komnir á marknaðin. Talan er um 911 Carrera Cabriolet við 3,6 litur boxermotori og 325 hk, og 911 Carrera S við 3,8 litur boxermotori við 355 hk. Teir koyra frá 0- 100 km/t upp á ávikavist 4,9 og 5,2 sek og toppferðin er ávikavist 285 og 293 km/t. Báðir bilarnir eru sera framkomnir við t.d. aktivari fjaðraskipan, PSM (Porsche Stability Manag- ment), PCM (Porsche Communication Manag- ment) og koyrieginleikum á sera høgum støði. Kalesjan kann latast upp og aftur upp á 20 sekund Nýggir Porsche 911 Carrera Cabriolet Porsche 911 Carrera og 911 Carrera S Cabriolet við ávikavist 235 og 355 hk. Annan hvítusunnu- dag 16. mai kemur eitt danskt ferðalag við nøkrum sera áhugaverdum bilum á vitjan. Talan er um 9 Ford T, har tann elsti er frá 1914 BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Teir fara ivaleyst at vekja ans á føroysku vegunum, teir 9 gomlu Fordarnir, ið koma við Norrönu mána- morgunin. Elsti bilurin í danska ferðalagnum verður ein Ford T frá 1914, hinir vera frá 20-unum. Ferðalagið fer fyrst í Norðoyggjar, har tey skulu búgva á Viðareiði í tríggjr dagar, síðan fara tey til Gjáar, har tey skulu yvir- nátta einaferð. Frá fríggjadegnun 21. mai til hósdagin 26. mai, tá tey fara heim aftur til Dan- markar, búgva tey á Vallarheiminum við Hotel Føroyar í Havn. Eigararnir av bilunum eru limir í Dansk Ford T klub, ið hevur ein føroysk- an lim, tað sum Hans Elmar Poulsen í Vatnsoyrum, ið hevur ein Ford T frá 1915. Hans Elmar Poulsen í sínum Ford T frá 1915 Ford T »treff« í Føroyum