fríggjadagur 13. mai 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 89 - 13. mai 2005
Legendariska røðin hjá
George Lucas verður nú
sýnd á TV3. Vit hitta Luke
Skywalker, sum leingist
eftir at uppliva nøkur ævin-
týr. Hann býr hjá gubban-
um og gummuni, men tá
hesi verða myrd av teimum
sonevndu Stormtroopers, er
Luke at kalla einsamallur.
Hann finnur útav, at ein av
hansara androidum, R2-
D2, hevur eini boð frá Leia
prinsessu. Hon biðjur Obi-
Wan Kenobi um hjálp, og
Luke fer tí at leita eftir Obi-
Wan. Hóast tey ikki eru so
hugað fyri tí, so fær ahnn
hjálp frá Solo og teirri
brølandi Chewbacca.
Trupulleikar eru á leiðini,
men hesir fáa tó ikki Luke
at missa móti. Hann ætlar
sær at bjarga bæði Leia og
allari galaksuni.
Matt Damon hevur við
leiklutum í the Rainmaker,
Saving Private Ryan og
øðrum stórfilmum av álv-
ara sligið sítt navn millum
stóru Hollywood stjørnur-
nar, men tað var í Good
Will Hunting, at hann fyri
fyrstu ferð veruliga gjørdi
um seg.
Her skrivaði hann saman
við Ben Affleck sjálvur eitt
handrit, sum framleiðarar
vóru altráðir eftir at fáa
hendurnar á, men tað bleiv
so Gus Van Sant, sum fekk
loyvi at koma upp í part.
Damon hevur sjálvur
høvuðsleiklutin sum Will
Hunting. Ein ungur harri,
sum hevur eitt óvanligt
støddfrøðisligt
flogvit.
Myndaminnið er eisini
framúr, eins og hann hevur
evnini at finna nýggjar
loysnir upp á kompleksar
trupulleikar.
Hann starvast á stødd-
frøðisliga instituttinum í
Boston – har hann vaskar,
og sjálvur hevur hann ongar
ætlanir um at gera meira
enn júst tað.
Ein av lærarunum á
stovninum kemur tó eftir
evnunum hjá Will, og tí fær
hann brádliga møguleikan
at menna síni evni. Trupul-
leikin er bara, at Will sjálv-
ur ikki hevur nakran ser-
ligan hug til hetta.
Soleiðis gongur søgan
um unga mannin við góðu
evnunum, sum hann ikki
torir at gagnnýta. Heldur
ikki hóast Chuckie (Ben
Affleck) roynir at skumpa
undir hann. Will vil heldur
nýta tíðina í eini roynd at
skora Skylar, men at enda
verður Will vístir til sálar-
frøðing í eini roynd at fáa
skil á høvd hansara.
Sum sagt, so fingu teir
báðir, Affleck og Damon,
av álvara gongd á yrkis-
leiðina eftir filmin, sum í
síni tíð varð nomineraður
til níggju Oscars. Og sum
millum annað vann virðis-
lønina fyri besta handritið.
Good Will
Hunting
Star Wars