Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 12. mai 2005 9 Hetta vikuskiftið luttaka millum 45 og 50 violinnæmingar, á skeiði í violinspæli. Næmingarnir eru í aldrinum 6 til 20 ár, og hava allir fingið violinfrálæru eftir Suzuki háttinum Orð: Niels Uni Dam Myndir: Eyðun Müller Thomsen Skeiðið endar við eini kon- sert í Vesturkirkjuni sunnu- dagin, har verkætlanin, sum violinleikararnir hava ar- beitt við hetta vikuskiftið, verður framførd. Serkønir gestalærarar Gestalærarar eru hjúnini Béla og Tove Detreköy. Tað vóru tey, sum upprunaliga byrjaðu at skipa Suzuki frálæru í Føroyum í 1996. Hetta var 24 ár eftir, at tey byrjaðu at skipa Suzuki frálæru í Danmark. Béla og serliga Tove hava útbúgvið føroysku Suzuki lærararnar Sámal Petersen og Anette Nielsen. Tove ferðaðist fyrstu árini nógv til Føroyar, í sambandi við útbúgvingina, og Sámal og Anette ferðaðust somu- leiðis til Danmarkar, og at endans til Belgia í sam- bandi við próvtøkuna. 60 Suzuki næmingar Í løtuni eru 60 næmingar í Føroyum, sum fáa frálæru eftir Suzuki háttinum. Tann elsti av næmingum, hevur verið við síðan frálæran byrjaði í Føroyum. Hann er nú 20 ár, og er sloppin inn á klassiska konservatoriið í Keypmannahavn. Ungari Béla er ungari, og byrjaði 6 ára gamal at spæla violin. Evnini vóru stór, og hann fór undir lesna í tónlist. 19 ára gamal, varð hann inn- kallaður í ungarska herðin, og luttók í seinna heims- bardaga. Tá kríggi varð av, var hann staddur í Dan- mark. Hann settið búgv har. Arbeiðið fekk hann á kongaliga kapellinum, og skjótt hitti hann Tove, sum hann giftist og fekk børn við. Føroyavinir Tey gjørdust væl við kla- verleikaran Mogens Wahl. Tá hesin fór til Føroyar at verða Ríkisumboðsmaður, hildu tey sambandið. Í 1962 fóru Béla og Tove saman, við einum vin- manni, ungaranum Georg Vasarheli, til Føroyar at vitja ríkisumboðsmannin. Teimum dámdu væl í Føroyum. Béla og Tove avgjørdu at flyta til Føroyar í november 1966. Hesa tíðina stjórnaðu tey Kamar- orkestrinum, m.a. á eini útvarpskonsert úr Auluni á Kommunuskúlanum í Havn. Suzuki við úr Amerika Í apríl 1967, fluttu tey til USA, har tey gjørdust kunnug við Suzuki frálær- una. Tá tey í 1972 fluttu aftur til Danmarkar, fóru tey undir frálæru eftir hes- um leisti. Béla var fleiri ár lærari á konservatoriinum í Odense, og har hevði hann millum onnur Sámal Petersen sum næming. Gamli vinmaðurin Ólav- ur Hátún, bað í 1996 Béla og Tove koma til Føroyar í 1996, at hjálpa til við at leggja Suzuki frálæru til rættis. Hetta gjørdu tey feg- in í samstarvið við Sámal. Farin um tey 80 Hjúnini eru farin um tey 80, og hóast tey ikki ar- beiða líka nógv sum fyrr, so hava tey enn frálæru í violin eftir Suzuki háttin- um. Tey gleða seg til at sleppa til Føroyar aftur, men tað er við sorgblídni, tí nógv av gomlu vinfólkunum er deyð. Tað heldur Béla verða eitt sindur syrgiligt. Alt ov nógv fólk doyggja ov tíðliga, helt hann fyri. Um Suzuki frálæru Suzuki frálæran eru ein háttur at læra at spæla eitt ljóðføri, sum Dr. Shin'ichi Suzuki menti miðskeiðis í seinastu øld. Frálæran tekur støðið í innlæring av móð- urmáli hjá børnum. Flestu børn læra móðurmálið uttan trupulleikar. Suzuki var sannførdur um, at við rættari frálæru, kunnu øll børn læra at spæla eitt ljóð- føri. Í frálæruni verður dentur lagdur á, at børnini byrja tíðliga at spæla ljóðførið. Ljóðføri í barnastøddum verða brúkt. Fyrstu tíðina læra børnini tónleikin av at hoyra hann, heldur enn at lesa nótar. Børnini spæla nógv í bólkum, og hava javnan framførslur, nógv verður gjørt fyri at tað skal verða stuttligt at spæla tónleik. Suzuki hátturin snýr seg um samstarv, og um at stuðla hvør øðrum, heldur enn at kappast. Foreldur eru eisini ein sera stórur partur av frá- læruni. Foreldur eiga at luttakað í venjingini, og at fáa innlit í hvussu barnið eigur at venja. Hvønn dag eiga foreldrini at verða saman við barninum, með- an tað venur. Kelda: www.wikipedia.com 50 violinir í Vesturkirkjuni Ungarin Bela saman við donsku konuni Tove. Tey eru júst fylt 80 ár bæði og eru "still going strong". Tey koma til Føroya á Hvítusunnu at skipa fyri skeiði í tónleiki Herfyri varð stór konsert við susukuspælarum í ráðhúsinum í Gentofte. Vanliga er konsertin í Tivoli men varð flutt í ár vegna umvælingar. Børnini fáa gott í beinið. Her framførsla í Keypamannahavn, har Bela eisini varð hjástæddur