leygardagur 14. mai 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 90 - 14. mai 2005
ES grundlógin er í hesum døgum til viðgerð í ES lima-
londunum. Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer
hesum viðvíkjandi, ikki minst hvat fransmenn fara at siga
seinni í mánaðinum. Tað er nú einaferð so í ES høpi, at um
fransmenn fara á bakbeinini, so verður einki gjørt.
ES grundlógin kemur at hava eina ávísa ávirkan á okkum,
eins og ein og hvør broyting í umheiminum hevur tað. Um
ávirkanin verður so stór, sum tey meira bjartskygdu og
ikki minst tey meira dapurskygdu vilja vera við, tað loyva
vit okkum at ivast í.
ES er ikki neyðvendigvís ein svart hvítur spurningur um
uttanfyri ella innanfyri. Millum at verða heilt uttanfyri og
heilt innafyri, eru ein ørgrynna av millumloysnum, sum
kunna og eiga at verða kannaðar politiskt. Tað ber ikki til,
at vit sjálvi ganga og seta okkum avmarkingar ella finna
uppá umberingar, sum til dømis at einki ber til, uttan at vit
føryingar gerast ein sjálvstøðug tjóð. Tær Kanarisku
oyggjarnar hava eina serskipan, hóast partur av Spanien,
og Kanaloyggjarnar hava somuleiðis serstøðu, hóast
partur av Bretska ríkinum. Alt ber til, har politiskur vilji er
til staðar.
Vit eiga eisini at steðga á, og hugsa um teri fyrimunir, vit
hóast alt hava við ikki at verða ES limur. Vit kunnu hava
lóggávu, ið ikki samsvarar við ES. Hóast hetta, so kopiera
vit nærum alt úr Danmark og avlíva harvið ein av
fyrimununum, ið vit hóast alt hava. Politikarar eiga at seta
seg niður og arbeiða uppá at fáa sum mest burturúr tí
støðu, vit eru í í løtuni, heldur enn at grenja um, hvat ikki
ber til mótvegis ES.
Tíverri er hetta ikki sermerkt fyri politisku skipanina.
Hetta gongur eisini aftur í vinnuni. Vinnan hevur hug at
fokusera alt ov nógv uppá, hvat ikki ber til í samband við
ES, heldur enn at arbeiða út frá teimum møguleikum, ið
eru í núverandi støðu. Onkur undantøk eru, har virkir hava
dugað at stovnsett feløg í ES londum og meira týdningar-
mikið uttanfyri ES. Heimurin steðgar ikki við ES markið.
Kanada, USA, Asien, Afrika, Australien og Miðeystur eru
alt risastórir marknaðir við ótømandi møguleikum, og tað
er eingin orsøk at rokna við, at føroysk vinna fer at klára
seg væl innanfyri ES ella við ES fyrimunum, um hon ikki
klárar at vinna pening globalt í núverandi støðu.
Føroyskir einstaklingar klára seg væl í Íslandi, Kanada og
aðrastaðni. Hvussu ber tað til, at føroyska vinnan, við heilt
einstøkum undantøkum, tykist nógv minni dynamisk og
tykist brúka alt ov nógva tíð uppá at fokusera uppá av-
markingar og lokala plasering, heldur enn at fara út í tann
víðopna heimin? Tora vit ikki at satsa uppá fólk við
ótraditionellum hugskotum og ótraditionellari bakgrund?
Tora vit ikki at perpektivera heimin øðrvísi, enn útfrá ein-
um donskum/ES sjónarhorni.
Hetta hevur einki við okkara støðu í ríkisfelagsskapinum at
gera, og hevur lítið við støðu okkara til ES at gera. Hetta
handlar um at brúka teir til eina og hvørja tíð verandi
møguleikar og at hugsa globalt heldur enn regionalt.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Heimur uttan fyri ES
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Eru menniskjuni komin frá apunum?
Eyðun Mohr Viderø
Vit læra í bíbliusøguni, at
alt upprunaliga varð skapt,
so sum hav, land og loft-
rúm, og síðani alt livandi so
sum fiskur og hvalur í
sjónum, fuglar, ið kundu
ferðast í luftini og djórini á
jørðini. Seinast og yvir
øllum varð skapt ein hægri
vera, menniskjan, ið skuldi
hava tamarhald á øllum
øðrum livandi.
At soleiðis er hóttað,
kunnu vit sjálvsagt ikki
prógva, men fyri at halda
hetta vera rætt, skal ein
trúgv til. Og hóast trúgvin í
mangar mátar er veik, so
stendur ivin eftir, hvussu alt
kann vera so vísiliga sett
saman, uttan at ein hægri
makt hevur verið uppi í!!
Millum tey vísu og skúl-
aðu eru settir mangir tankar
fram, hvussu alt er vorðið
til av tilvild, at menniskjan
við sínum sermerkta vís-
dómi er ein grein av djóra-
heiminum-frá apunum-, og
hevur ment seg hagar, hon
er í dag!
Hetta kann heldur ikki
prógvast, men verður í tí
sambandi víst á, hvussu
nógv menniskju í kropps-
liga uppbygninginum líkj-
ast apunum, at hetta má
vera tekin um, at vit hava
ment okkum frá apunum til
tað, vit eru í dag!
Hetta seinna kann vera
rættuliga
áhugavert
at
hyggja eitt sindur nærri at,
og lættast er at ferðast í
heimliga umhvørvinum.
Tey vísu í okkara sam-
felag, ið vit frætta mest frá,
eru okkara politikarar og
fjølmiðlafólk. Onnur eru
mest aftan læstar dyr og
koma dagliga ikki fyri
mannaeygu
ella
oyru,
kanska við undantaki av
einum
"professara",
ið
kannar kyksilvur í mongum
livandi, so sum hvali v.m.,
tí hetta tungmetal er so
heilsuskaðiligt, men nú er
funnið kyksilvur í einum
hári frá menniskja, ið
langtsíðan er deytt, men
sleit kortini kanska høgan
aldur?!
Í seinastuni hava vit verið
vitni til heilaverkið hjá
okkara "klóku" politikar-
um, og hvat sigur tað so
okkum um henda vísa part-
in av mannaættini?
Fyri at taka tvey dømi úr
politiska leikinum, so er
fyrst at nevna álitið frá
Vinnunevndini, har samd
nevnd mælti til at broyta
upprunauppskotið
frá
Landsstýrinum um upp- og
afturlatingartíðir soleiðis, at
ikki er loyvt handlum at
halda opið millum kl. 10 og
14 sunnu-halgidagar. Var
hetta væl umhugsað av okk-
ara vísu? Tað hildu teir, inn-
til teir varnaðust, at sjálvt
andaligu hirðarnir flentu at
teimum, so hendi tað, at
eingin
av
limunum
í
vinnunevndini atkvøddi fyri
teirra egna broytingarupp-
skoti, tá hetta kom til við-
gerðar í løgtinginum!!!???
Eg var staddur eystanfyri
Fugloynna við trolara eftir
upsa, og góða tíð áðrenn
hálast skuldi hevði sjón-
varpið sending við kjaki
millum Jóannes Eidesgaard
og Høgna Hoydal, leiddir
av Boga Godtfred um upp-
skot samgongunnar við-
víkjandi nýggjum-broyttum
sáttmála millum Føroyar/-
Danmark um rættindi Før-
oya at tingast og gera sátt-
mála við onnur lond.
Fyrst er at siga, at blað-
maðurin var alt ov einvísur
til at royna at fella løg-
mann, og hann kláraði ikki
ella vildi als ikki stýra
orðaskiftinum. Tað var
undir alt lágmark, hvussu
fremstu politikkarar okkara
ikki dugdu vanligan fólka-
skikk, og lótu ikki hvønn
annan fáa frið siga sína
meining, uttan at blanda
seg upp í og avbróta røðar-
an, og tí var orðaskifti einki
vert! Fylgi vanliga sera
væl við í politiskum við-
gerðum, men í hesum føri
var eitt at gera, og tað var at
sløkkja sjónvarpið. Ikki
gjørdist mætari, tá málið
endaliga kom til viðgerðar í
løgtinginum. Ein løgfrøð-
ingur frá løgtingsskrivstov-
uni, ið er seinasta trygd
fyri, at mál til løgtingið eru
greið og borðbar, ger vart
við, at málið við sínum
orðaljóði í tvinnanda tekst-
um og meiningum er uttan
týdning! Hesin varð ikki
tikin fyri fult, og var tað
neyðugt, so er løgið, at við-
komandi ikki verður sagdur
úr starvi!
Hvør er so uppruna-
støðan hjá apunum?
Út frá millum annað oman-
fyrinevndu dømum um før-
leikan hjá okkara vísu,og
afturgongdina í vanligari
fornuft, so gjørdist mær
greitt við støði í læruni um,
at menniskjan hevði ment
seg fram um apurnar, at tað
er menniskjan, ið lækkar í
skili og endar sum apa, so
má niðurstøða vera tann
øvugta av tí vanliga hildna,
og tí setti eg mær spurning-
in: Hvør kom fyrr- menn-
iskjan ella apurnar? Og
niðurstøða mín er heilt ein-
falt, at: Apurnar eru komn-
ar frá menniskjunum!
Tungmetallir eru vanda-
mikil fyri heilsu okkara,
men okkara "tungu" pro-
fessarar og politikkarar eru
helst enn vandamiklari í
tyngd teirra á lønarlistanum
hjá landskassanum!!