Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 90 - 14. mai 2005 ÍF-KÍ: Bæði skulu reisast Eftir eyðmýkingina mikukvøldið skulu fuglfirðingar taka sær um reiggj. Men teir eru ikki teir einastu við slíkum ætlanum UPPTAKT Jákup Mørk Hóast tað enn ikki hevur eydnast at fáa ein sigur til høldar hjá nýggja KÍ-venj- aranum, so hevur hann framvegis gott mót, nú far- ið verður til Fuglafjarðar. Tað kann eisini staðfest- ast, at venjarin enn hevur havt sera lítlan møguleika at arbeiða við spælarunum, tí við kompaktu dystar- skránni, sum nú er, hevur talan bert verið um tvær venjingar. - Tað er sjálvandi altíð keðiligt at koma til mitt í einum kappingarárið, og akkurát nú er tað kanska enn truplari. Spælararnir hava jú arbeitt eftir eini ætl- an saman við fyrrverandi venjaranum, men eg eri ein annar persónur við øðrum hugskotum, og tað mugu vit so venja okkum við, heldur hann. Men hevur tú nakran møguleika at fáa hesi nýggju hugskotini potað inn í spælararnar við so stuttum skotbráði? - Tað er í øllum førum trupult. Venjingarnar eru jú sera fáar, so tað hevur mest verið við at tosa og tekna upp á taktik-talvuna, at hetta hevur verið gjørt. Ser- liga í seinna hálvleiki móti EB/Streymi haldi eg eisini, at spælararnir førka seg móti konseptinum, sum teir áður hava arbeitt við, men tað er ikki meira enn nátt- úrligt. Júst dysturin móti EB/- Streymi tykist eisini iðra Oddbjørn nakað. Her held- ur hann, at teir høvdu fatur í fleiri góðum tingum, men stig gjørdist talan kortini ikki um. - Tað er jú ein spurningur um at fáa viðvind. Eg ivist ikki í, at ein sigur seinast kundi givið eitt ordiligt lyft, men tað mugu so arbeiða fram ímóti hesaferð. hug- burðinum hjá spælarunum bilar so í øllum førum einki. Teir hava arbeitt sera væl, og eg ivist ikki í, at vit fara at førka okkum upp á talvuna. Vinstri bakkarnir mangla Til dystin mánadagin noyð- ist Oddbjørn í øllum førum at vera Eyðun Klakstein fyriuttan. Bakkurin fór út við skaða móti EB/Streymi, og tað ganga í øllum førum nakrar vikur, áðrenn hann er tøkur aftur. Er tað gott ella ringt fyri tykkum, at ÍF kemur beint frá einum ordans lúsingi í Gundadali? - Tað er vónleyst at siga. Tað kann virka báðar vegir. Tað er jú væl hugsandi, at teir nú skulu prógva, at hetta í øllum førum ikki skal henda aftur. Hinvegin kann jú eisini hugsast, at vit við einum skjótum máli kunnu punktera teir fullkomuliga, men tað er vónleyst at gita um, heldur hann. Úr Fuglafirði vóru boðini eftir mikukvøldið, at teir so í øllum førum skulu reisa seg. Til hesa uppgávuna hevur Petur Simonsen væntandi allar mans tøkar. Spurningurin er tó, hvussu verður við Fritleif í Lamb- anum. Hann fór út við skaða móti HB, og spurn- ingurin er so, um hann er tøkur mánadagin. Skal metast eftir hagtølun- um, so er talan um nakrar greiðar favorittar um hvítu- sunnuna, tó at stigatalvan ikki gevur heilt so greiðar ábendingar um hetta sama. Í Havn hevur HB vanliga havt sera gott tak á grann- unum. Ikki minst er hetta komið til sjóndar, tá B36 hevur átt dystin. Her hevur bert eydnast B36 at fáa stig tvær ferðir seinnu árini. Og hjá Skála stendur uppaftur verri til, tá ferðast skal til Runavík. Her hevur NSÍ nevnliga fulla úrtøku. Nakað sum eisini er støðan, um dystirnir hjá NSÍ á Skála verða taldir við. Og skal KÍ venda gongd- ini, so verður hetta helst gjørt í Fuglafirð, har teir ikki hava tapt síðani 1993, og har talan eisini hevur verið um onkrar trivaligar sigrar. Hinvegin tykist gongdin vera meira jøvn til hinar báðar dystirnar. VB hevur tó havt eina lítla yvirvág á Eiði, meðan tað hevur verið javnt býtt hjá TB og GÍ á Sevmýri. Talvan sýnir, hvussu tað hevur gingist, tá mótstøðu- liðini mánadagin hava tørn- að saman í tilsvarandi dyst- unum seinastu tíggju árini. -jm Hagtalsfavorittar Bæði EB/Streymur og VB hava stóran tørv á stigunum mánadagin, um tey skulu klintra upp á stigatalvuni UPPTAKT Jákup Mørk Málið hjá vágbingum und- an kappingarárinum var púra greitt, at nú var tíðin komin at spæla eitt nýtt lið saman. Ættarliðsskiftið, sum hevur verið spakuliga ígongd seinastu trý árini, er nú mest sum totalt, og av gomlu garduni er tað bara Bjarni Johansen, sum enn er eftir. Hinvegin høvdu tey í Vági helst vónað, at hetta ikki skuldi merkjast heilt so væl á stigtatalvuni, sum tað hevur gjørt higartil. Spælið hevur kanska eisini verið til meira, men persónlig mis- tøk í verjupartinum hava kostað dýrt. Sum skilst úr Vági, so verða allir spælarar tøkir mánadagin. Spurningurin er so, hvørt talan verður um nakrar umskipanir. Kanska mest fyri at bøta um úrtøk- una longur frammi á vøllin- um. Tað hevur ljóðað, at ar- beitt verður við at fáa út- lendskan styrk til álops- plássini, men enn er í øllum førum komið stutt við hesum. Hjá EB/Streymi tykist tað bara vera Egil á Bø, sum ivi er um. Hann breyt armin fyri viku síðani, og enn er hann so ikki tøkur. Hinvegin er hugaligt hjá venjaranum, at Jákup Mart- in Joensen loksins tykist vera komin í ordiliga venj- ing. Hann varð í alt fjør darvaður av skaða, og tó at hesin nú er burtur, so tekur tað sína tíð, áðrenn venj- ingarstøðan er heilt í topp- inum eftir ein slíkan um- gang. Formula-deildin vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 8 5 - 2 - 1 12 3 9 17 2 Skála 8 4 - 3 - 1 18 11 7 15 3 HB 8 5 - 0 - 3 24 12 12 15 4 NSÍ 8 3 - 4 - 1 14 9 5 13 5 ÍF 8 3 - 3 - 2 12 17 -5 12 6 TB 8 2 - 3 - 3 7 10 -3 9 7 EB/Streymur 8 2 - 3 - 3 7 13 -6 9 8 KÍ 8 2 - 2 - 4 10 13 -3 8 9 VB 8 2 - 1 - 5 4 12 -8 7 10 GÍ 8 1 - 1 - 6 9 17 -8 4 Støðan, 2. deild menn vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B68 2 2 - 0 - 0 4 0 4 6 2 Royn 2 2 - 0 - 0 3 1 2 6 3 HB 2 1 - 0 - 1 7 4 3 3 4 B71 2 1 - 0 - 1 6 4 2 3 5 Sumba 2 1 - 0 - 1 11 10 1 3 6 LÍF 2 1 - 0 - 1 8 8 0 3 7 AB 2 1 - 0 - 1 2 2 0 3 8 FSV04 2 1 - 0 - 1 1 1 0 3 9 B36 2 0 - 0 - 2 1 3 -2 0 10 GÍ 2 0 - 0 - 2 5 15 -10 0 Í fjør vann KÍ stórsigur á einum kreppuraktum ÍF-liði, men tað er ikki nógv, sum í løtuni talar fyri eini endurtøku av hesum EB/S-VB: Ræður um at lætta sær á Vágbingar hava staðið seg væl á útivølli, og enn hevur EB/Streymur ikki vunnið heima í ár