Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 • Vikuskiftið 14.–15. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo ES er ikki bert fiskur Tinghellan síða 40 SØGA OG MENTAN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Málið við verkætlanini, sum verður stuðlað av NPP (Northern Peripheri Programme), er, at hon skal vera eitt net millum strandamentanir í útnorði og soleiðis skapa ferðavinnuligar sambindingar og samstarv. Føroyski parturin av verkætl- anini, sum gongur undir heitin- um Norðurslóð, er sett saman av flestu bygdasøvnum í Eysturoy umframt ferðavinnuni í oynni, sum samstundis hevur ábyrgdina av, at verkætlanin verður framd. Á vitjanini í Føroyum fingu norðurlendsku gestirnir kunning um ymisk evni, eitt nú skjúts, grindadráp og ymiskt frá land- námstíðini. Somuleiðis vórðu gestirnir kunnaðir um broyting- arnar í Føroyum - frá bónda- samfelagnum til eitt útróðrar-og fiskimannasamfelag. Vitjan á Nesi Á ferð síni í Føroyum vitjaðu norðurlendsku gestirnir eisini í gomlu kirkjuni og í prestagarð- inum á Nesi, har Jógvan I. Olsen, sum er formaður í nevndini fyri bygdasavninum, greiddi frá um skjúts, sum var ein skylda í gomlum døgum. Ætlanin var, at prestur skuldi skjútsast í bátinum, Dvørgamoy, úr Oyrunum á Toftum og út á Neshamar, men tað viðraði so illa hendan dagin, at kunningin um skjúts í staðin byrjaði niðri á hamrinum og helt síðan fram í gamla prestagarðinum, sum er karmurin um bygdasavnið í dag. Tá ið norðurlendsku gestirnir í bussi komu út á Nes, var prest- urin, Emil Olsen, longu staddur niðri á Neshamri – við stavi og í prestakjóla, og síðan gekk leiðin við fylgi niðan í Nes kirkju, har prestur hevði eina stutta guds- tænastu, eins og sangir vórðu sungnir. Eftir gudstænastuna, var farið út í prestagarðin, har Jógvan I. Olsen hevði eina gjølliga frá- greiðing um skjúts. Aðrir, sum tosaðu í prestagarðinum, vóru eitt nú Regin Debes, sum hevur stóran áhuga fyri gomlu ment- anini og Kjartan Dalsgaard, sum er formaður fyri ferðavinnuni í Eysturoy. Í prestagarðinum fingu gest- irnir gott kaffi, te og køkur. Fingu vaðkall Sum eina prýðiliga gávu til gest- irnar, hevði Mejnhardt Hansen á Nesi gjørt 27 vaðkallar til allar gestirnar, sum vóru sera fegnir um hesa gávu. Í prestagarðinum høvdu lut- takararnir eisini høvi at hyggja seg um og síggja gamlar lutir og gamlar myndir, sum eru partur av bygdasavninum á Nesi. Prestur í fjøruni við stavi Um mánaðarskiftið apríl/mai hevði ferðavinnan í Eysturoy norðurlendska vitjan í samband við altjóða verkætlanina, Northern Coastal Experience. Umframt føroysku luttakararnar, vóru fólk úr Kanada, Íslandi, Hetlandi, Noregi, Svøríki og Finlandi við á teimum fundum og tiltøkum sum vóru í samband við vitjanina Prestur er komin til bygdar. Myndin er tikin niðri á Neshamri á Nesi, sum er gomul prestabygd Mynd: Vilmund Jacobsen