Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 90 - 12. mai 2005 25 ár á legu fyri brekað Avmarkingarnar eru í fyrstu atløgu sjónskari enn møguleikarnir. Men royndirnar vísa, at tað, sum í fyrstu atløgu tókt- ist sum avmarkingar, verður til avbjóðingar og síðani til nýggja møgu- leikar. LEGA FYRI BREKAÐ 1. PARTUR Jóannes Hansen Húsið skal vera klárt at taka ímóti leguluttakarunum Dýra biðjudag. Tað hevur verið lagið í leguhúsinum í Zarepta seinastu 25 árini. Orsøkin er tann, at í Dýra biðjudags vikuskiftinum hevur lega fyri brekað verið á skránni sein- astu fjórðings øldina. Á leguni fyri brekað eru tað tey brekaðu í víðastu merk- ing, sum eru í miðdeplinum. Tað eru tey, sum so at siga seta dagsskránna, og karmurin hjá teimum er góður. Familjan hevur møguleika at vera saman við teimum, og ein rúgva av hjálparfólkum eru hesar dagarnar í Zarepta fyri at stuðla leguluttakarunum. Leguluttakararnir eru við til at seta dagsskránna, og teir hugna sær inni og úti og til gaman og álvara. Umframt fyri brekaðu leguluttakarnar, so er eisini skrá fyri tey avvarðandi. Bæði saman við teimum brekaðu og fyri seg sjálvi. Í dag og í næsta vikuskiftis- blað verður okkurt tikið fram av tí, sum var á skránni, tá ið legan fyri brekað var Dýra biðjudag í ár. Hesa ferð er tað ein av teimum, sum ber brek, ið greiðir frá sínum lívi, og næstu ferð verður tað ein av- varðandi, sum fer at greiða frá, hvussu lívið hevur broytt seg og tikið nýggja vend, eftir at hon og maðurin fingu barn við breki. Felags fyri bæði íkastini, sum vóru borin fram á leguni, og sum tað hevur verið mett eru av almennum áhuga, er, at talan er um søgur, ið kunnu stimbra tey, sum fingu tann lutin at bera brek og at vera avvarðandi hjá brekaðum, og at hetta kann vera almenning- inum til kunning og lærdóm um, hvussu umstøðurnar hjá brekaðum og teirra hava verið og eru. Á leguni hesa ferð hevði Óluva Skaale samrøðu við Kristiannu Kjærbo, sum býr og arbeiðir í Havnini, og sum hevur verið á leguni allar ferðirnar hesa fjórðingsøldina um hennara brek, og um hvussu lívið við brekinum hevur verið. Greinin her við síðuna av er skrivað út frá tí samrøðuni. Á LEGU FYRI BREKAÐ Jóannes Hansen Soleiðis vóru umstøðurnar og viðurskiftini tá. Eg var púra einsamøll í fullkomuliga fremm- andum landi, og eg kendi meg avbyrgda og einsamalla. Men eg eri ikki beisk, tí eg veit, at tað, sum varð gjørt, var í bestu meining, og at tey vildu mær ikki annað enn gott. Og síðani eg kom aftur til Føroya, havi eg havt góðar møguleikar fyri arbeiði, og eg havi eitt nú verið hjartans fegin um møguleikan at koma á hesa leguna. Hesi seinnu árini eri eg komin við børnunum, sum eg eri mostir og fastir at, og mær dámar væl at hugna mær saman við teimum og øllum hinum luttakarunum á leguni. Soleiðis endar samrøðan, sum Óluva Skaale hevði við 52 ára gomlu Kristionnu Kjærbo. Hon er brekað, men hon hevur í mong ár livað rættuliga vanligt lív í høvuðsstaðnum, og fyri ikki so langari tíð síðani hevur hon keypt sær hús, og nú hevur hon sett sær fyri at vera nakað fyri onnur, sum standa henni nær og sum bera brek og harvið tørva stuðul og hjálp. Kristianna er fødd í Sumba. Tá ið hon fór í skúla, varð tað skjótt staðfest, at hon ikki lærdi at lesa. Tí var hon longu sum ellivu ára gomul flutt heimanífrá. Tað var fyrst í seksti árunum, og út frá rættuliga avmarkaða innlitinum og møguleikunum, sum tá sum heild vóru og ikki minst í før- oyska samfelagnum, varð hon flutt niður. Hvussu hetta fór fram, og hvussu tað síðani lagaði seg, greiddi Kristianna soleiðis frá á leguni fyri brekað. - Eg flutti norður til Trongis- vágs at búgva, tá ið eg var ellivu ára gomul. Eg gekk í skúla har og úti á Tvøroyri. Fýra ár seinni søgdu tey, at eg skuldi niður, tí eg dugdi ikki at lesa. Eg visti ikki, hvat tað bar við sær, at eg skuldi niður. Kristianna sigldi niður við Tjaldrinum. Avrátt var, at Burna- mann Niclasen, sáli, sum mundi vera fyrsti føroyski sosialráð- gevin, skuldi taka ímóti sumbiar gentuni, tá ið Tjaldrið legði at í Keypmannahavn. Hann skuldi syrgja fyri, at hon kom á Rødby- gaard, sum var tann stovnurin, sum føroyingar, ið bóru brek, hoyrdu undir. Byrjanin hjá Kristiannu burturi úr Føroyum var øgilig. Hon visti ikki av, at tað, at hon skuldi niður, bar við sær, at hon skuldi í fremmant land, har hon einki fólk kendi, og har hon ikki skilti málið. Hon greiðir frá, at tá ið hon kom niður, var eingin ímóti henni. Hvussu hetta kendist, og hvussu hon kortini kom á Rødbygaard, orkar hon ikki at greiða frá. Tað velur hon at bera inni við seg sjálva. Burnamnn Niclasen var ikki ímóti Kristionnu. Orsøkin var tann, at hann doyði í ferðslu- vanlukku á Lollandi. Hann var tá í Danmark og vitjaði Rødby- gaard. Stutt frammanundan var hann settur í starv sum leiðari av Statens Åndsvageforsorg, SÅ, sum ætlaðist at vera deild í Føroyum av Rødbygaard. Avbyrgd og síðani fræls Tíðin á Rødbygaard var tung hjá Kristionnu. Hon greiðir soleiðis frá: - Eg kendi meg innibyrgda og uttan persónligt frælsi. Allar dyr vóru læstar, og múrarnir vóru høgir. Tað bar ikki til at sleppa av økinum, uttan at vakt var saman við tær. Eg arbeiddi á gartnarí, og talan var um ógvu- liga tungt arbeiði. Tíðin hjá Kristionnu á Rød- bygaard var ikki so ógvuliga Av Rødbygaard og til Hóast buldraliga byrjan í púra fremmandum landi og við stórum avmarkingum, so fekk 52 ára gamla Kristianna Kjærbo góðar møguleikar at liva rættuliga vanligt lív í Føroyum, tá ið hon fyri 32 árum síðani var komin aftur úr Danmark Luttakararnir á leguni vóru í øllum aldursbólkum Malena Arnoldsdóttir - fyrrvernadi formaður í Javna, Svanhild Haraldsen – avvarandi, sum eisini helt fyrilestur á leguni og Ragnhild Dahl frá Almannastovuni