leygardagur 14. mai 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 12. mai 2005
33
hesum myndum, er dýpdin. Tað,
sum er avmyndað fjart, er lítið,
og tað, sum er næst, er stórt, men
ein røtt uppfatan av dýpdini er
ikki til steðar. Herculaneum og
Pompeji vórðu lagdir í oyði av
gosfjallinumn Vesuv ár 79 eftir
Kr. f. Okkum tykist kanska løgið
at menniskja hevur havt so
torført at koma fram til tað røttu
flatufatanina í myndlistini. Jú,
men tað er ein torfør manna-
gongd at fáa eina rúgvu av lutum
og flatum at passa neyvt saman á
einum lítlum lørifti, hóast í dag
allar lógir hesum viðvíkjandi
flóta.
Flestu næmingar vita hvussu
ein rekkja av trøum ella húsum
verða teknað í perspektivi, men
vit mugu flyta okkum fram til
1400 talið, tá ið dýpdin kom í
sannan búna inn í myndlistina.
Lat tað verða sagt, at gotikk-
urin varar frá 500 til 1500 og at
renæssancan varar frá 1400
talinum til uml. 1600 stórt sæð,
hóast her eru nøkur eyðkenni,
sum kundu verið verd at tikið við
í hesi grein, men er ikki høvi til
tess - kanska seinri verður (ella
onkur annar) nomið við hesi
fyribrigdi.
Fileppo Brunelleschi
ì Firenze búði ein arkitektur, ið
æt Fileppo Brunelleschi (1377-
1446). Hesin gjørdist undan-
gongumaður í endurføðingini av
tí rómverska stórleikanum. Hann
var útbúgvin gullsmiður, verk-
frøðingur og arkitektur. Hann
vitjaði í Rómaborg og tók mát
av teimum gomlu toftunum av
palassum og templum. Gjørdi
skitsur av sniðum, skapum og
skreytprýðum á skjøldrum,
súlum, veggum, bogum og
súlnagongum. Hansara hugsan
var at skapa eina nýggja leið í
byggilist, har tey gomlu
elementini frá tí klassiska
arkitekturinum skuldu vera við
til at skapa nýtt snið í javnvág og
vakurleika í einari arkitektonisk-
ari endurføðing.
Sum hugsað so gjørt. Hetta
eydnaðist hesum mæta arkitekti
at endurføða tað klassisku form-
gevinginna, ein mótsøgn móti
gotiska arkitekturinum. Hann læt
byggilistina í ein nýggjan búna
við íblástri úr rómverksari byggi-
list. Brunolleschi var stavna-
maður, tá ið renæssancu-byggi-
listin kom fram, men hann ber
eisini æruna av einum nýggjari
uppdaging, og tað var perspek-
tivið.
Eg havi nomið við griksku
nýhugsanina um perspektivið og
tað hellenistisku uppfatina av
dýpdarkensluni í málninginum (t.
d. hellenistiska arvin í Pompeji),
men ikki dugdu tey gomlu lista-
fólkini tey matematisku hugtøk-
ini, ið vóru galdandi í myndini,
tá ið lutir og flatur skuldu takast
av í stødd og máti, meðan tey
hjánaðu burtur í baksýni. Tað var
Filippo Brunelleschi, sum gav
listini henda matematiska møgu-
leika. Tit kunna ætla, at hendan
kveiking gjørdi um seg.
Massacio
Ein ungur listamaður Massaccio
(1401-28) at navni, tók hesa
hugsan til sín í einum veggmáln-
ingi í kirkjuni St. Maria Novella
í Firenze uml. 1427. Tað er ein
mynd av Jesusi á krossinum,
Johannusi og Mariu og einum
eldri keypmanni og konu hansara
á knæ uttanfyri. Borgarar í
Firenze hava staðið sum kánus,
tá ið henda mynd varð avdúkað,
ikki bara tað, at tað var í røttum
perspetivi, men eisini tí, at tað
var komið eitt “hol” í veggin.
Tað var sum um fólk fóru inn í
veggin, tá ið tey skoðaðu mynd-
ina. Hetta hevur gjørt umhvørvið
í Firenze til ein listaligan tvátt,
sum mannaeygað ikki hevði sæð
áður. Tíannverri doyði hesin
mæti listamaður alt ov ungur,
áðrenn hann fylti 30 ár. Ofta sæst
verðin stór í smáum gluggum,
har listafólk liva dagin og tíman
øðrvísi enn vit onnur í kjøti
borin deyðiligu, meðan listafólk,
sum nema við ein strong í listini,
sum flyta mørk, ikki eiga tíman
og løtuna, men ævinleikan.
Mong dømi eru um hetta.
Massacio (merkir Klosshans)
doyði ungur. Hann hevur verið
stak dugnaligur og evnaríkur og
tað, sum hann gav mannaættini,
hevur staðið sína roynd til dagin
í dag.
Hann setti mark millum
gotikkin og endurføðingina í
myndlistini, rennæssancuna –
burtur frá tí listaliga reinleikan-
um, og tí dekorativa, sum var í
gotikkinum, til eina sanna fatan
av tí, ið eygað sá. Í staðin fyri
lættar blómufyltar flatur í glógv-
andi gróti og grýti, trinu ljós-
livandi linjuskap fram í myndina,
sum fast skap(skulpturar) í
avtakandi dýpdarkenslum, sum
hjánaðu burtur í perspektivinum.
Hetta bleiv ikki sjálvt málið í
rennæsanciskari list, men gjørd-
ist bert ein partur av myndini,
sum kom nærri at okkara fatan
og okkara tilviti, ið er knýtt at
myndini. Hetta hevur hildið tørn
líka til dagin í dag, hóast allir
streingir eru brostnir listaliga,
har alt er loyvt í myndini, sum
bæði kann vera gagnligt og
minni gagnligt sum so mangan,
tá ið um perspetivið ræður.
Bókmentir: Listasøga: E. H. Gombrich,
list í Renæssancuni: Andrew Martindal
og alnótin.
tivið) kom í málningin