Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 47

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 14. mai 2005 47 Allround skrivstovufólk til P/F Vaðhorn Seafood Søkt verður eftir allround skrivstovufólki til Vaðhorn Seafood at byrja skjótast tilber. Vaðhorn Seafood er eitt nýmótans saltfiskavirki, sum varð valt til ársins virki í 2003. Her arbeiða 35-40 fólk. Framleiðslan er saltfiskafløk, sum fyri tað mesta verður útflutt til Spania og Italia. Starvslýsing: Starvið umfatar fyrst og fremst bókføring og avrokning av lønum, útflutning og annars vanligt skrivstovuarbeiði. Førleikakrøv: Tað er ein treyt, at tann, íð settur verður hevur hollan praktiskan førleika, hollan telduførleika og kann arbeiða sjálvstøðugt. Setanartreytir: Starvið er heiltíðarstarv, løn og setanarviðurskifti eru treytað av starvsroyndum og útbúgving. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Páll Højgaard, tlf. 441666. Umsóknir: Skrivlig umsókn við avriti av møguligum prógvum v.m. verður at senda innan 25. mai 2005 til: Sp/F Grannskoðarastovan á Skála Dalabøur FO-480 Skála Mentamálaráðið Fólkaskúladeildin Niðanfyri nevndu størv eru leys at søkja frá 1. august 2005: Skúlastjóri í Sandoyar Meginskúla Varaskúlastjóri í Vestmanna skúla Størvini eru lønt sambært avtalu millum Fíggjar- málaráðið og Føroya Lærarafelag og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann sum sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari framman- undan. Víst verður annars til lýsingar á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo har størvini eru nærri lýst. Umsóknirnar skulu vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi hósdagin 26. mai 2005. Umsóknar- blað liggur á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum. Umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um størvini, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingar- leiðara, ella Olaus Jespersen, deildarstjóra. Tórshavn, 11. mai 2005 Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 · Postrúm 3279 · 110 Tórshavn Telefon 355050 · Fax 355055 e-postur: mmr@mmr.fo Rudding Miðvágs Kommuna hevur sett sær fyri, at bilvrak, akfør, úthús og lutir annars, sum uttan góðkenning frá kommununi rekast á almennum ella privatum økjum, skulu beinast burtur og latast góðkendum móttakara. Sambært grein 1 í umhvørvislógini er ikki loyt at lata órudd liggja og rekast á almennum ella privat- um uttandura øki, og í grein 10 um burturkast stendur at ikki er loyvt at lata ónýtilig akfør liggja og rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella aðrastaðni. Og í grein 61 í ferðslulógini stendur at løgreglan kann burturbeina ella selja skrásetingar- skyldug akfør, sum standa á almennum vegi uttan nummarplátu. Tey sum eiga/hava frammanfyri nevndu akfør/lutir o.t. á almennum ella privatum øki, skulu beina hetta/hesar burtur skjótast gjørligt. Verður hetta ikki gjørt innan 23. mai 2005, beinir kommunan tað burtur fyri eigarans rokning. Miðvágs kommuna og Sýslumaðurin Pedagogur til Slóðina Bústovnur fyri ung Á Slóðini, ið er bústovnur undir Almanna- og Heilsumálaráðnum, er 1 fulltíðarstarv leyst at søkja frá 15. juni 2005. Slóðin er ein landsstovnur fyri ung í aldrinum 13 til 18, við m.a. skúla- og sosialum trupulleikum. Vit vænta, at tann ið settur verður, er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við bæði vaksin og ung, og er opin fyri nýggjum avbjóðing- um. Fólki, ið sett verður, skal vera útbúgvin pedagogar. Um eingin pedagogur søkir, kann annað starvsfólk verða sett í staðin. Lønin verður goldin eftir sátt- mála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera stovninum í hendi í seinasta lagi tann 30. mai 2005. Umsøkjarar við koyrikorti hava fyrimun. Nærri fæst at vita um starvi við at venda sær til Terja Rasmussen, leiðara, á tlf. 31 50 30. Slóðin Bústovnur fyri ung Sornhúsgøta 18 100 Tórshavn Handilslærlingur Vit sóknast eftir lærlingi til VHS deildina hjá P/F Mariu Poulsen, Smyrilsvegur 8. Vit kunnu bjóða eitt spennandi yrki, við dagligum avbjóðingum og góðum arbeiðsumhvørvi. FHS ella HH er ein treyt fyri at byrja sum lærlingur í handilsvinnuni. Vit vænta at tú ert røsk/raskur, fyrikomandi og von/vanur við at fáast við fólk. Harafturat er tað ein fyrimunur um tú hevur aðrar royndir ella útbúgv- ingar innan handilsvinnuna, men hetta er ikki ein treyt. Seinasta freist at senda inn umsókn við prógvum er, fríggjadagin 10. juni 2005. Eru spurningar eru tygum altíð vælkomin at ringja tlf. 312000. Box 182 FO-110 Tórshavn Lesið - so eru tit við Rudding Sørvágs Kommuna hevur sett sær fyri, at bilvrak, akfør, úthús og lutir annars, sum uttan góðkenning frá kommununi rekast á almennum ella privatum økjum, skulu beinast burtur og latast góðkendum móttakara. Sambært grein 1 í umhvørvislógini er ikki loyvi at lata órudd liggja og rekast á almennum ella privat- um uttandura øki, og í grein 10 um burturkast stendur at ikki er loyvt at lata ónýtilig akfør liggja og rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella aðrastaðni. Og í grein 61 í ferðslulógini stendur at løgreglan kann burturbeina ella selja skrásetingar- skyldug akfør, sum standa á almennum vegi uttan nummarplátu. Tey, sum eiga/hava frammanfyri nevndu akfør/lutir o.t. á almennum ella privatum øki, skulu beina hetta/hesar burtur skjótast gjørligt. Verður hetta ikki gjørt innan 28. mai 2005, beinir kommunan tað burtur fyri eigarans rokning. Sørvágs Kommuna og Sýslumaðurin www.sorvag.fo