leygardagur 14. mai 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Tað er ov langt og
tungt at ganga yvir á
trøðna við Toftavatn; tí
hevði tað verið gott, um
eg hevði ein bil. Tað er
eisini so keðiligt at sita
einsamallur við hús. Tú
upplivir einki, um tú
ikki hevur bil og kanst
koyra, har tú vilt. Eg
sakni túrarnar út á Nes
og eftir Agninum, sigur
91 ára gamli, Axel Ol-
sen, sum slett ikki
hevði stúrt fyri at sett
seg í ein bil aftur
SAMRØÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hann var bert níggju ára
gamal, tá ið hann fór fyrsta
túrin til skips við deyðsigl-
aranum, Mistletoe. Pápin,
Guttormur Olsen, Uppi á
Regni á Toftum, var skip-
ari. Kona Guttorms, Elis-
abeth, sum var ættað
Heima úr Túni á Toftum,
var vorðin sjúk, og Gutt-
ormur visti sær eingi
onnur ráð enn at taka
sonin við sær til skips.
Hjúnini, Guttormur
og Elisabeth, áttu
seks børn.
Men tað var
lættari sagt enn
gjørt at taka 9
ára gamla sonin
við sær yvir á
Eysturlandið.
– Eg og pápi
byrjaðu
hjá
fysikus, lækna,
men endaðu á
fundi saman
við lækna-
num, amt-
manni og
g o m l u
lær-
arinnuni. Nógv varð kjakast á
hesum fundi. Lærarinnan helt
upp á, at eg var alt ov ungur at
fara til Íslands, men hon
»tapti«. Læknin skar ígjøgn-
um og helt ikki, at eg fór at
fáa skaða av hesum. Endin
var, at eg sum níggju ára
gamal fekk loyvi at fara til
skips saman við pápa mínum.
Eg haldi ikki, at eg fekk mein
av hesum, men lærdi nógv,
sum kom mær til góðar seinni
í lívinum. Hóast sjúkuna,
livdi mamma mín, til eg var
komin til mans.
Níggju ára gamli drongur-
in, vit tosa um, er Axel Olsen
á Toftum, sum í dag er 91 ára
gamalur og fyllir 92 til heyst-
ar.
– Sum níggju ára gamalur,
hevði eg verið nógv á báti.
Mær dámdi ómetaliga væl at
flóta, og altíð var eg saman
við pápa mínum, tá ið høvið
beyðst, sigur Axel og heldur
fyri, at hann kendi einki til
sjóverk á túrinum við Mistle-
toe undir Íslandi.
Guttormur Olsen var skip-
ari, og haraftrat var hann av
raskastu og mest avhildnu út-
róðrarmonnum.
Saknar bilin
Hóast høga aldurin, er Axel
væl fyri. Hann er byrgur og
hevur koyrt bil heilt fram til
heystar, tá ið heilsan fór at
bila. Tá gav hann abbasoni-
num bilin. Men Axel gav ikki
bilin, tí hann ikki kundi
koyra. Hann hevur framvegis
koyrikortið, og nú heilsan er
betur aftur, tosar hann um at
keypa sær nýggjan bil!
Eitt skifti í heyst og í vetur
hevur Axel verið nakað plág-
aður av vatni, sum setti út í
kroppin.
Men nú hann er væl fyri
aftur, saknar hann at kunna
koyra yvir á Mýrarnar og om-
an á Sandin Mikla við
Toftavatn, har hann hev-
ur trøð, sum sonurin,
Gunnar, nú tekur sær av.
– Tað er ov langt og
tungt at ganga niðan á
her og yvir á trøðna; tí
hevði tað verið gott,
um eg hevði ein bil.
Tað er eisini so keði-
ligt at sita einsamallur
við hús. Tú upplivir
einki, um tú ikki
hevur bil og kanst
koyra, har tú vilt.
Eg sakni túrarnar út
á Nes og eftir Agni-
num, har sýnið er
gott yvir á fjørðin,
yvir Toftavatn og
yvir Æðuvík og
Rytuvík, tá ið tú
kemur longur eyst-
ur. Jú, hetta sakni eg ógvuliga
nógv.
Spurdur, um hann ikki
kundi hugsað sær ein brúktan
bil, nú árini kortini eru so
mong, sigur Axel:
– Nei, tað veit eg ikki. Eg
eri ikki meira enn nøkur og
hálvfems, og tí hevði eg einki
havt ímóti at havt ein nýggjan
bil, sigur hann og smílist.
Men meinar Axel nú veru-
liga, at hann ynskir sær ein
bil aftur at koyra í, spyrja vit.
– Jú, sjálvandi! Tað er so
vist, at eg geri tað, sigur hann
avgjørdur – og nú smílist
hann ikki, tí tað skilst á øllum
brøgdum, at hann meinar tað
í álvara.
– Nei, nei. Eg hevði slett
ikki stúrt fyri at sett meg í ein
bil aftur, sigur Axel og vísir á,
at tað hevur ongantíð verið
nakar trupulleiki hjá honum
at fingið neyðugu sýnsroynd-
ina, tá ið hann hevur endur-
nýggjað sær koyrikortið.
Hann sigur, at eyguni eru,
sum tey altíð hava verið - og
tey eru góð, leggur hann aftr-
at.
Í koyrikortinum hjá Axeli
stendur, at tað - í hesum um-
fari - er galdandi til miðskeið-
is í summar, men hann hevur
ongan hug at lata tað gleppa
sær av hondum.
– Eg havi altíð endurnýggj-
að mær koyrikortið í góðari
tíð, og gongst sum ætlað,
vænti eg, at soleiðis verður
eisini í summar, sigur 91 ára
gamli toftamaðurin.
Fútin var við
Josefina, dóttir Axel, sum nú
er komin inn á gólvið, sigur,
at hon og pápin tóku koyri-
kortið samstundis. Hon tekur
koyrikortið fram og hyggur at
tí.
- Hetta var 3. juli í 1958.
So, pápi hevur verið 44 ára
gamalur tá.
Hon sigur, at tey vóru trý,
sum tóku koyrikortið sam-
stundis, og sjálvur fútin
skuldi vera við!
– Hví hann skuldi vera við
til hesa uppgávu, veit eg ikki,
sigur Josefina, sum í fleiri ár
var skúlastjóri á Toftum og er
mamma ein so vælkendan
føroying sum Meinhard Jac-
obsen, stjóra á Føroya Fiska-
virking!
Sostatt er Axel, sum vit
umrøða í hesi greinini, eisini
abbi umrødda fiskavirkis-
stjóran.
– Jú, Meinhard var inni á
gólvinum hjá mær í gjár-
kvøldi, sigur Axel, meðan vit
sita við køksborðið og práta.
Tá ið tú ert farin um tey
níti, hevur tú livað eitt langt
Axel Olsen á Toftum fór 9 ára gamal til
91 ára gamal vil han
– Eg havi einki
serligt gjørt fyri at
gerast so gamalur.
Sum ungur roykti
eg nógv, og eg
havi etið alt, sum
kom á borðið,
sigur Axel Olsen
Mynd: Vilmund
Jacobsen