Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 lív, og Axel hevur so sanniliga eisini upplivað eitt sindur av hvørjum. Hann veit um nógv- ar hendingar at siga, sum verða ov drúgvar at taka fram í hesi greinini. Sum blaðungur í 1932 var hann millum teirra, sum heilsaðu manningunum á Immanuel og Lauru undir Ís- landi, áðrenn skipini fóru at sigla heim feigdartúrin, tá ið bæði gingu burtur í hervilig- um illveðri millum Føroyar og Ísland. Saman við skipu- num, fórust báðar manning- arnar. Eingin spurdist aftur. Heima í Føroyum, serliga í Søldarfirði og í Vági, sótu nógvar einkjur og meira enn 30 faðirleys børn! Axel gerst rørdur, tá ið nomið verður við hesar ræðu- ligu hendingar, sum settu so djúp spor, har tær raktu. Hann turkar nøkur tár úr eygunum; hevur eina løtu um at koma fyri seg aftur – og í rætta stemningin. Síðan práta vit aftur um koyring og bilar. Koyrdu hýruvogn – Vit hava havt nógvar bilar í okkara húsi, og eg haldi, at vit ta einu tíðuna høvdu fýra ella fimm bilar – ja, fýra vóru teir í hvussu er, leggur hann aftrat. Umframt at sigla við fólki um firðir og sund, koyrdi Ax- el eisini hýruvogn. Men tað var serliga konan, Nanna og tvey av børnunum, Gunnar og Josefina, sum koyrdu. – Teir fyrstu bilarnir, vit høvdu, vóru av merkinum, Austin. Hetta vóru góðir og sterkir bilar. Seinni høvdu vit eisini aðrar bilar. Axel sigur, at bátar og bilar vóru ein náttúrligur partur av húsinum, og tað vóru ikki fáir minniligir túrar gjørdir við báti, tá ið siglt varð við fólki, bæði nær og fjar. – Tað var ikki so sjáldan, at mjólkarbáturin ikki sigldi fyri veður, at Axel kortini loysti og legði á fjørðin, sigur Jose- fina. – Ja, eg minnist tann eina túrin, eg fór heilt suður til Suðuroyar við fólki. Hann øtlaði vindin; myrkur kom á meg, og tað var tungt at vinna uppundir Borðuna aftur, sigur Axel, ið eisini sigldi við monnum úr Eysturoy, sum ar- beiddu uppi í Mjørkadali, tá ið støðin varð bygd har uppi. Hann sigur, at tá ið tey byrjaðu at koyra hýruvogn í sínari tíð, vóru vegirnir ván- aligir. – Hetta vóru mest at kalla gonguvegir, og mangan kundi vera torført at vinna fram, tá ið kavi legðist um vetrarnar. Hann sigur, at sum tíðin leið, fóru onnur á Toftum eis- ini at koyra hýruvogn. – Tá ið tað síðan vísti seg at gerast ov lítið at koyra, góv- ust vit bara, leggur hann aftr- at. Axel sigur, at hann og son- urin, Gunnar, í fleiri ár røkt- aðu hagan við Mýrarnar, og teir røktaðu eisini haga í Svínáum. – Tað var langt ímillum hesar hagarnar, men tá ið tú hevur bil og ert væl fyri, sam- stundis sum áhugin fyri seyði er stórur, var hetta eingin trupulleiki, hóast tað kundi vera strævið viðhvørt. Hann sigur, at honum dámdi ógvuliga væl at vera røktingarmaður, tí tað var so stuttligt at fáast við seyðin. – Vit kendu seyðin, og seyðurin kendi okkum, legg- ur hann aftrat. Sigldi stríðsárini Axel hevur siglt ein stóran part av lívi sínum, og hann sigldi øll stríðsárini; tí hevur hann nú í nógv ár eisini fing- ið krígspensjón. – Eg ætlaði mær á skipara- skúla, men stóð ikki sýns- royndina; tí fór eg í læru á Tórshavnar Skipasmiðju og sigldi tí sum maskinmaður øll míni bestu ár. Ígjøgnum tíðirnar hevur Axel verið við fleiri ymiskum skipum, men tey nógvu árini sigldi hann við Elsu, sum Hans í Norði førdi. Men Axel hevur eisini siglt við øðrum kendum og minni kendum skiparum tey mongu árini, hann baldist á havinum. – Eg havi eisini róð nógv út og sett gørn, sigur hann. Vit spurdu eisini Axel, hvussu hann hevur borið seg at við at gerast so gamalur – og so væl fyri, sum hann er í dag: – Eg havi einki serligt gjørt fyri at gerast so gamalur. Sum ungur roykti eg nógv, og eg havi etið alt, sum kom á borð- ið. Axel sigur, at hann hevði eina ógvuliga góða konu, sum var ófør til alt, sum hendurnar kunnu skapa. – Eg haldi, at eg hevði verðins bestu konu, sigur 91 ára gamli toftamaðurin, Axel Olsen. skips: nn hava nýggjan bil – Teir fyrstu bilarnir, vit høvdu, vóru av merkinum, Austin. Hetta vóru góðir og sterkir bilar. Seinni høvdu vit eisini aðrar bilar, sigur 91 ára gamli, Axel Olsen Mynd: Vilmund Jacobsen