hósdagur 19. mai 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Herfyri læt listafram-
sýning upp á Røktar-
og Ellisheiminum í
Runavík. Hetta er
fyrsta framsýning av
slíkum slagi, sum
nakrantíð hevur verið
á heiminum.
Framsýnari er Martha
Johansen av Strond-
um, og listaverkini
hjá henni eru so-
nevndar íseymaðar
myndir
LISTAFRAMSÝNING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Martha Johansen byrjaði at
ganga á kvøldskúla hjá Evu
Andersen á Strondum í
1999 og fekk stóran áhuga
fyri hesi listargrein.
Myndirnar hjá henni eru
vakrar, og motivini eru í
flestu førum bygdir og
bygdaløg.
Tá ið framsýningin læt
upp, segði leiðarin á Røkt-
ar- og Ellisheiminum, Tord-
ur J. Niclasen, nøkur orð.
Í fyrsta lagi takkaði hann
Marthu og ommudóttir
hennara, Andreu, fyri, at
tær høvdu tikið stig til hesa
framsýning – og fyri, at tær
høvdu valt røktar- og ellis-
heimið til framsýningina.
Søguligur dagur
- Hetta er ein søguligur
dagur, tí hetta er fyrstu ferð,
at slík framsýning verður
hildin á heiminum.
Tordur segði, at tá ið
hann henda morgunin, sum
framsýningin læt upp um
kvøldið, gekk runt og hugdi
at verkunum hjá Marthu,
birtist honum nakað í
barmi, sum hann tók til:
- Eg bleiv líkasum førdur
aftur til barnaárini. Tann
hugnaliga bygdin, friðfulla
umhvørvið,
teir
gomlu
hvílandi á planka, børn og
høsn í túni – ja, tá gjørdust
orðini hjá skaldinum so
livandi fyri mær:
"Hvar enn eg man fjakka,
so leitar hann hagar,
mín hugur, har sorgleysur
dagur mín rann.
Ei nakað kann metast við
barndómsins dagar.
Bert minnini liva um
skeiðið sum svann..."
Tryggleiki og hugni
- Fyri mær anga hesar
myndir hjá Marthu av friði,
tryggleika og hugna. Eisini
kemur kærleikin og um-
sorganin til sjónar. Sam-
bandið millum hirðan og
seyðin, og tá hesin ikki ork-
ar meira ella er skaddur,
leggur hirðin hann á herð-
arnar. Hetta er yndisligt,
segði Tordur og ynskti
Marthu Johansen tillukku
við framsýningini.
Hann helt tað vera gott,
at Røktar- og Ellisheimið
eisini kann nýtast til slík
endamál.
- Á henda hátt verða
dyrnar latnar upp fyri eini
verð, sum annars bert er at
finna í listaskálum og øðr-
um
framsýningarhølum,
segði Tordur J. Niclasen,
leiðari á Røktar- og Ellis-
heiminum í Runavík.
2
Nr. 92 - 19. mai 2005
Yndisligar myndir
hjá Marthu Johansen
- Myndirnar hjá Marthu Johansen eru yndisligar, segði Tordur
J. Niclasen
Mynd: Andrea á Regni Højgaard
Motivini eru bygdir og bygdaløg
Mynd: Andrea á Regni Højgaard
Røktar- og Ellis-
heiminum í
Runavík.
Martha hevur gingið á kvøldskúla hjá Evu Andersen á
Strondum
Mynd: Andrea á Regni Højgaard