hósdagur 19. mai 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 19. mai 2005
3
– Her eru so nógvir
pengar, at taðv erður
eingin trupulleiki at
fáa rættuliga góðan
prís fyri tær almennu
fyritøkurnar, vit ætla
at privatisera, sigur
Báður Nielsen,
fíggjarmálaráðharri
BÚSKAPUR
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
London: Umleið 20 um-
boð úr Føroyum, fyri lands-
stýrið, fíggingarstovnar og
vinnulív vitjaðu í gjár á
virðisbrævamarknaðinum í
London, har bert eitt før-
oyskt felag er skrásett,
nevniliga Føroya Kolvetni.
Eftir vitjanina á virðis-
brævamarknaðinum segði
Bárður Nielsen, figgjar-
málaráðharri við Sosialin,
at ein høvuðsætlanin fyri
hesi vitjanini er at vita,
hvussu fíggjarmarknaðurin
virkar og hvussu virksemið
er á kapitalmarkanðinum í
einum av heimsins størstu
fíggjardeplum, London.
Hetta hevur serliga sam-
band við ætlnina hjá lands-
stýrinum at privatisera al
mennar fyritøkur.
– Tá ið man hevur verið
her í ein dag, so er nokk
eingin ivi um, at tað eigur
ikki at verða nakað sum
helst problem at fáa ein
rættuliga góðan prís fyri
tær føroysku fyritøkurnar,
sum vit ætla at privatisera,
sigur Bárður Nielsen, fíggj-
armálaráðharri.
Seinnapartin mikudagin
skuldi
Bárður
Nielsen
halda fyrilestur fyri umleið
100 innbodnum, íleggjar-
um, bankafólki og fjølmiðl-
um. Sera stórur áhugi er
fyri føroyska tiltakinum í
London í mikudagin.
Týsdagin vitjaði Bárður
Nielsen á oynni Man, har
hann sigur seg hava finjgið
sera nógv burtur.
Lesið meira um hetta í
Sosialinum komandi dag-
arnar.
Kapitalur í London fíggja
privatiseringar
Starvslýsing
Undirstjóri til Føroya Realkreditstovn
Heiðavegur 15
Postboks 190
FO-600 Saltangará
Telefon 34 34 54
Telefax
Correspondent Firm of
International
a Swiss Cooperation
KPMG
SPEKT statsaut.
revisorar Sp/f.
spekt@spekt.fo
www.spekt.fo
Staravegur 17
Postboks 3258
FO-110 Tórshavn
Telefon 34 34 34
Telefax 34 34 35
Fyri Føroya Realkreditstovn verður søkt
eftir undirstjóra at byrja skjótast til ber.
Virksemið hjá Føroya Realkreditstovni
fevnir um útlán við veð í fiskiførum, flót-
andi eindum og førum í frálandsvinnu og
fiskaaling við heimstaði í Føroyum.
Stovnurin verður stjórnaður av einari
trímannastjórn, ið verður tilnevnd av
landsstýrismanninum í Fíggjarmálum.
Á stovninum eru 2 starvsfólk, umframt
undirstjóran.
Undirstjórin hevur ábyrgdina av dagligu
leiðsluni av Føroya Realkreditstovni við
ávísing til stjórnina.
Undirstjórin skal í neyvum samarbeiðið
við stjórnina, hava ábyrgdina av dagligu
leiðsluni av framhaldandi rakstri
felagsins, herundir skipa fyri veitan av
lánum og røkt av núverandi lánum.
Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.
Um Føroya Realkreditstovn
Starvið
Umsøkjarin
Umsóknir
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin:
• hevur hollan ástøðiligan og praktisk-
an kunnleika til roknskap og fíggjar-
viðurskifti
• hevur hollan kunnleika til vinnuøkini
sum útlánini hjá stovninum fevna um
og samfelagsviðurskifti sum heild
• hevur leiðsluroyndir
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur góð samstarvsevni
• dugir væl at málbera seg í skrift og
talu.
Umsókn við upplýsingum um útbúgving
og royndir, skal sendast til SPEKT
statsaut. revisorar Sp/f, í seinasta lagi
15. juni 2005.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Árna Ellefsen á telefon
34 34 45 ella 54 34 45.
Allar upplýsingar og umsóknir verða
viðgjørdar í trúnaði.
Balslev søkir
eftir frítíÝaravloysara til ByggibúÝina.
ArbeiÝiÝ umfatar fyrst og fremst málingadeildina,
og tí er taÝ ein fyrimunur um umsøkjarar hava arbeitt
í málingahandli, men taÝ er ongin treyt.
Annars umfatar starviÝ alt vanligt fyrifallandi arbeiÝi
í ByggibúÝini.
StarviÝ er tíÝaravmarkaÝ frá fyrst í juni til hálvan
august. Um tú heldur, at hetta er nakaÝ fyri teg,
so send skrivliga umsókn skjótast møguligt.
Umsókn verÝur at senda til:
Pf. Balslevs Timburhandil & ByggibúÝ
Postboks 3309
FO-110 Tórshavn
Att: EyÝun Hansen
FRÈTÈðARAVLOYSARI
Klaksvík: Frá komandi
sunnudegi 22. mai fer
Svimjihøllin í Klaksvík
eisini at hava opið sunnu-
morgnar.
Tað
hevur
leingi verið eitt ynski hjá
fólki at fáa høvi at svimja
sunnudagar, tá hetta sum
vera man, er ein dagur,
har tað liggur væl fyri hjá
teimum flestu at fara at
svimja. Frá sunnudeg-
num verður svimjihøllin
so opin frá kl. 8 til 10 um
morgunin
og
aftur
seinnapartin. Í fyrsta um-
fari verður hetta gjørt
sum ein roynd árið út fyri
at vita, hvussu áhugin er.
Verður undirtøkan nóg
stór, kann roknast við, at
hetta verður ein varandi
møguleiki framyvir.
Nýggja tilboðið er ein
liður í nýggju upplating-
artíðunum hjá Svimji-
høllini í Klaksvík, sum
síggjast aðrastaðni í blað-
num í dag. Leiðslan í
svimjihøllini vísir á, at
tey eisini hava havt und-
irsjóvartunnilin í huga,
nú nýggjar upplating-
artíðir eru gjørdar. Tað er
væl hugsandi, at tey sum
koma at vitja í Klaksvík,
eisini fáa hug at fara ein
túr í svimjihøllina, sum
jú bæði hevur barnahyl,
kappingarhyl, kavingar-
hyl umframt sauna og
solarium.
ave
Norðoyingar kunnu nú
svimja sunnumorgun
Bárður Nielsen,
fíggjarmálaráðharri