hósdagur 19. mai 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 92 - 19. mai 2005
Vit eiga at halda fast í
okkara rættindum og
ikki bakka fyri at
tekkjast norðmonn-
um, heldur Heidi
Petersen, talskvinna
Tjóðveldisfloksins í
fiskivinnumálum
SVARTKJAFTURIN
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Heidi Petersen, sum er tals-
kvinna Tjóðveldisfloksins í
fiskivinnumálum, er samd
við Atla Hansen formanni í
Felagnum Nótaskip, sum
við Útvarpi segði, at út-
spælið hjá norska fiski-
vinnumálaráðharranum er
reinur taktikkur. Í løtuni
hava norðmenn brúkt sína
svartkjaftakvotu og kunnu
senda skipini til annan
fiskiskap eitt nú sild. So
royna teir, at kroysta okk-
um eisini at steðga svart-
kjaftafiskiskapinum. Men
hetta eiga teir ikki at
sleppa, sigur Heidi Petersen
avgjørd.
Okkara skip eiga at dríva
á og royna at fiska mest
møguligt av okkara kvotu.
Vit noyðast at vera fram-
fýsin og læra av íslending-
um á hesum økinum. Vit
hava alt ov ofta verið ov
lagalig, og endin er, at vit
sita við vánaligum úrslit-
um. Vit koma ongan veg á
altjóða vinnupolitiska pall-
inum, við at vera fitt, sigur
hon.
Hon minnir á, at okkara
partur av samlaðu svart-
kjaftaveiðuni er so lítil, at
tað nyttar einki, um vit
leggja skipini og hinir dríva
á.
Hon heldur tó, at sjálv-
andi mugu vit taka fiski-
frøðilig atlit. Vit eiga eisini
at tingast, men alneyðugt er
at vit ikki slaka og fara at
leggja skip. Vit kunnu ting-
ast meðan skipini fiska
mest møguligt.
Hon er als ikki samd við
løgmanni, tá hann sigur, at
Føroyar og ES mugu vísa
vegin. Føroyar og ES hava
heilt ymisk áhugamál, og tí
dugur hon ikki at síggja,
hvussu vit skulu vísa vegin
saman.
Danir kunnu uppsiga
okkara sáttmálar
Heidi Petersen sigur seg als
ikki skilja, at løgmaður hel-
dur, at lógin um uttanríkis-
politiskar heimildir ger, at
vit kunnu taka vinnupolit-
isk initiativ.
Føroyingar hava í nógv ár
tikið initiativ, og hava m. a.
samráðst við norðmenn,
grønlendingar og kanadiar-
ar uttan trupulleikar. Gam-
aní hevur danskur eygleið-
ari verið við. Men nú skulu
vit í staðin sjálv kunna
danir.
– Sum nakað nýtt kunnu
danir einvíst uppsiga okk-
ara sáttmálar, um teir ganga
ímóti donskum áhugamál-
um. Hetta kunnu kanska
eisini verða ES-áhugamál.
Hetta hevur ongantíð verið
definerað í lóggávuni áður,
sigur Heidi Petersen.
Føroyar og ES mugu
vísa vegin, tá tað snýr
seg um at fáa skipað
viðurskifti á
svartkjaftaveiðuni.
Svartkjafturin ferðast
serliga í føroyskum
og ES sjóøkið, tí
liggur tað á okkum,
sigur Jóannes
Eidesgaard løgmaður
SVARTKJAFTURIN
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Norski fiskivinnumálaráð-
harrin hevur boðað frá, at
Noreg er hildið uppat við at
veiða svartkjaft. Hann heit-
ir á Føroyar og Ísland um at
gera tað sama fyri at
tryggja stovnin.
Sambært Jóannesi Eides-
gaard hevur landsstýrið
ikki viðgjørt spurningin
enn. Men hann dugir ikki at
síggja, at Føroyar fara at
steðga veiðini. Men at
landsstýri er sinnað at fáa
skipað viðurskifti á svart-
kjaftaveiðuni. Løgmaður
ætlar sær at viðgera spurn-
ingin saman við Bjørn
Kalsø landsstýrismanni í
fiskivinnumálum.
Løgmaður sigur, at hann
herfyri umrøddi málið við
ES
Fiskivinnukomiserin
Joe Borg. Hesin var positivt
sinnaður fyri, at stig máttu
takast og var samdur í, at
ábyrgdin liggur á ES og
Føroyum.
Jóannes Eidesgaard vísir
á, eins og Hjalti í Jákups-
stovu, at Svartkjafturin
hevur sera stóran týdning
fyri føroyska búskapin, og
at týdningurin møguliga fer
at gerast enn størri við at
svartkjaftur gerst dýrari
vøra enn í dag.
Hann heldur, at føroying-
ar skulu velja at taka út-
meldingina frá norðmonn-
um í positivasta anda. Vit
hava ein felags trupulleika
at loysa. Tí er neyðugt at
royna at finna semju. Hvør
taktikkur liggur aftan fyri
sigur Eidesgaard seg ikki
hava innlit í. Men føroying-
ar eiga at brúka hetta posit-
ivt.
Hann vísir á greinina her-
fyri í Fiskaren, har støðan
hjá
føroyingum,
sum
møguligum semingslandi
varð viðgjørd. Hann heldur,
at við at taka útmeldingina
frá norðmonnum positivt,
kunnu vit vísa vegin.
Fyrsta stig, noyðist at
verða at semjast um TAC,
fyri svartkjaft. Síðan kunnu
vit tingast um býtið.
Hetta málið er steðgað
upp á embætisstigi. Tí er
neyðugt at taka málið upp á
politiskum stigi. Fyrst á
fiskivinnupolitiskum stigi,
men møguliga eisini á
ovasta stigi.
Hann sigur í hesum sam-
bandi, at lógin um uttanrík-
ispolitiskar heimildir letur
upp fyri, at føroyingar
kunnu taka initiativ í hesum
máli.
Hann sigur seg tó ikki
vænta stórvegis avgerðir í
Noreg næsta hálva árið. Val
verður í heyst, og tí verða
neyvan, avgerðir av hesum
slag tiknar, áðrenn valið er
av.
Hjalti í Jákupsstovu segði
á hvítusunnu við Portalin,
at málið er vorðið so polit-
iskt, at tað má takast upp á
hægsta polititiska stigi.
Fiskimálaráðini
eru
so
sterkt ávirkað av vinnuni, at
hetta má hægri upp.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at Hjalti sjálvandi er
tann, sum hevur best innlit í
hetta. Tí hann hevur arbeitt
við tí so leingi. Men at tað
er ein sannroynd, at fiski-
málaráðini eru tætt knýtt at
vinnuni, sum ofta virkar
sum ráðgevar. Tað kann tí
verða neyðugt avgreiða
málið á hægri stigi.
Atli Hansen, formaður í
Felagnum Nótaskip, segði
fríggjakvøldið við Útvarp
Føroya, at tað er taktikkur,
tá norðmenn velja at leggja
flotan aftan á at kvotan er
uppfiskað. Jóannes Eides-
gaard sigur seg ikki hava
nóg gott innlit í málið til at
úttala seg um hetta. Men at
tað eingin loyna er, at
Noreg hevur verið við til at
økja veiðutrýstið.
Vit mugu vísa vegin
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Atli Hansen formaður í
Felagnum Nótaskip, segði
við Útvarp Føroya fríggja-
kvøldið, at tað er taktikkur,
tá norski fiskimálaráðharr-
in, Svein Ludvigsen sigur,
at Noreg er givið við at
veiða Svartkjaft í norskum
og altjóða sjógvi.
Noreg hevur longu fisk-
að sína kvotu hendan árs-
fjórðingin og hevur tí ong-
an rætt at fiska svartkjaft,
nú hann stendur í føroysk-
um sjógvi.
Hann sigur seg hava lítla
tiltrúgv til góða viljan hjá
norðmonnum. Hann vísir á,
at seinastu árini hava norð-
menn veitt akkurát líka
nógv, sum havfrøðingar
hava tilmælt fyri heildar-
veiðuna eftir svartkjafti, og
hann spyr, um meiningin
er, at hini londini ongan
svartkjaft skulu fiska.
Føroyingar eru teir,
sum fara at missa
mest, um svartkjaft-
urin verður niður-
fiskaður, sigur Hjalti í
Jákupsstovu
SVARTKJAFTURIN
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Stórir partar av okkara flota
og okkara búskapi eru full-
komiliga tengd at svart-
kjaftaveiðuni. Harumframt
kunnu føroyingar fiska
svartkjaft alt árið.
Fiskiskapurin er – sum er
– ov stórur. Okkurt má
gerast, skal stovnurin ikki
verða niðurfiskaður, sigur
Hjalti í Jákupsstovu.
Hann er samdur við Alta
Hansen, formanni í Felagn-
um Nótaskip, sum í Út-
varpi Føroya fríggjakvøld-
ið segði, at norska útspælið
er taktikkur. Men hann hel-
dur fram, at so øðiliga
nógvur taktikkur er í málin-
um.
– Hetta málið er vorðið
alt ov politiskt til at verða
loyst á fiskivinnupolitisk-
um stigi. Alt ov nógv av
vinnuni, situr aftanfyri tá
samráðingar
eru,
sigur
Hjalti í Jákupsstovu.
Neyðugt er at loysa málið
á allar hægsta politiska
stigi. Tí málið skal loysast,
skulu føroyingar ikki fáa
ein
stóran
fíggjarligan
smeit.
Vit koma ongan veg við at vera fitt
Norðmenn eru taktiskir Føroyingar missa mest