hósdagur 19. mai 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 19. mai 2005
5
– Eg veit ikki um
nakran av bannaðu
hundunum, sum er
komin til landið, men
tað kann vera trupult
at taka dagar ímillum,
um ikki ættartalva
ella pappír, sum vísa
upprunan, fylgja við
hundinum, sigur
Ingibjørg Egholm á
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni
HUNDAR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Tá hundar verða innfluttir
til Føroya, eru tað tollar-
arnir, ið handfara hundin.
Teir hyggja at pappírunum,
ið skulu fylgja við hundin-
um, og senda avrit av øllum
skjølunum til Heilsufrøði-
ligu Starvsstovuna. Eru
skjølini ikki í lagi, seta teir
seg í samband við Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuna.
– Vit síggja ikki hundin,
men bert pappírini, ið
fylgja við. Tey verða gjølla
kannað, og um alt er í lagi,
sleppur hundurin inn í
landið. Er alt ikki í lagi,
verður tað kannað nærri, og
vit avgera so, í samráð við
eigaran, hvat skal henda við
hundinum, sigur Ingibjørg
Egholm,
djóralækni
á
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
uni.
Kann vera torført
Ingibjørg sigur, at Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan krev-
ur ikki at síggja eina ættar-
talvu fyri hundin. Men tey
krevja eina serliga heilsu-
váttan, ið greiðir frá upp-
runanum á hundinum, og
hvat slag hann er.
– Er eingin ættartalva við
hundinum, og tað bert
stendur »blandingur«, so er
tað ikki til at vita hvat slag
av hundi talan er um. Tað
kann jú vera talan um eitt
sonevnt »gatukryds«. Vit
síggja jú ikki hundin, bert
pappírini. Og hóast vit
høvdu ein djóralækna, sum
kannaði
hundarnar,
so
hevði tað hóast alt verið ilt
at tikið dagar ímillum, tí
nógv av hundasløgunum
líkjast so nógv, greiðir hon
frá. – Tað kann verða ringt
at staðfesta, um talan er um
ólógliga blanding ella ikki,
sigur hon.
Ingibjørg Egholm sigur,
at júst hetta, við at fólk siga
bannaðar
hundar
vera
blandhundar, uttan nøkur
skjøl, er ein stórur trupul-
leiki í londunum uttanum
okkum.
Spurd, um hetta er ein
trupulleiki her á landi eis-
ini, sigur Ingibjørg, at tað
hevur hon ikki hildið higar-
til.
– Eg veit, sum sagt, ikki
um nakran av ólógligu
hundunum, sum er komin
inn í landið. Men um onkur
er komin inn, hóast alt, so
er tað ein trupulleiki, ja. Tí
tað kann vera torført at
staðfesta hvat slag ein
hundur er, um hann ikki
hevur nøkur pappír, slær
Ingibjørg fast.
Fólk kunnu boða frá
Men hóast fólk hava fingið
ein slíkan vandamiklan,
bannaðan hund inn í landið,
skulu tey ikki halda, at tey
eru sloppin.
– Í lógini stendur, at tað
ikki er loyvt at innflyta og
hava nøkur ávís hundasløg.
T.v.s., at hóast hundurin er
komin inn í landið, kunnu
vit fara eftir honum aftur,
um vit fáa frænir av, at hann
er ólógligur, greiðir Ingi-
bjørg frá.
Ingibjørg sigur, at tað er
komið fyri, at hundar eru
slopnir inn í fyrsta umfari,
men at tey so seinni hava
funnið okkurt ivasamt, og tí
hava tikið kanningina upp-
aftur.
– Um fólk halda seg vita
um onkran ólógligan hund,
eru tey sostatt vælkomin at
seta seg í samband við
okkum, so kunnu vit kanna
tað nærri, sigur Ingibjørg
Egholm at enda.
Seinastu trý árini hevur
talið av hundum, sum verða
innfluttir til Føroya, verið
støðugt.
Broytingin
er,
sambært Ingibjørg Egholm,
at tað nú eru fleiri ymiskir
hundar, sum verða innflutt-
ir.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan:
Ilt at meta um hundaslag
H e i l s u f r ø ð i l i g a
Starvsstovan
hevur
gjørt ein nágreiniligan
lista yvir hundasløg,
sum ikki eru loyvd í
Føroyum. Listin er
gjørdur út frá føroysku
lógini,
umframt
royndum og lógum í
londunum
uttanum
okkum.
»Sambært kunngerð
nr. 15 frá 7. apríl 2004
um
innflutning
av
hundum, kettum og
øðrum kelidjórum,
§3, stk. 2, er ikki loyvt
at flyta inn ella hava
kamphundar.
Niðanfyristandandi
hundar er ikki loyvt at
innflyta ella hava í
Føroyum.«
• Pit bull terrier
• Old fashion
staffords
• Traditional staffords
• Staffordshire
bull terrier
• Amerikanskur
staffordshire terrier
• Amerikanskur
bulldog
• Japanskur Tosa
• Dogo argentino
• Fila braxiliero
Tá smáhundadagur
varð hildin í
Hoydølum herfyri var
luttøkan sera stór.
Nakað seinni varð
eisini ein stórhunda-
dagur hildin, og eisini
har var góð undir-
tøka. Leygardagin 21.
mai verður stovnandi
fundur
Tíðindaskriv
Eftir væleydnaðu hunda-
dagarnar í Hoydølum, hev-
ur áhugabólkurin gjørt av at
kalla inn til fundar. Fund-
urin verður leygardagin 21.
mai kl. 14 í Róðrarneyst-
inum á Argjum.
Á fundinum verður ein
fyrireikingarbólkur valdur,
sum skal gera uppskot til
felagslógir til stovnan av
felag.
Í staðin fyri at hava tvey
feløg, sum fyrr ætlað,
verður nú ístaðin eitt felag
stovnað fyri bæði stórar og
smáar hundar. Eitt av enda-
málunum verður at røkja
áhugamálini hjá limunum.
Neyðugt er ikki við til-
melding, men um fólk hava
okkurt gott hugskot til fel-
agið og ikki fáa komið á
fund, eru tey vælkomin at
ringja til ein av fyrireikar-
unum.
Allir hundaeigarar og
áhugað eru vælkomin.
Vár 503133, Hanna 581307
og Diana 266553
Eys
Postboðini í Havn siga seg vita, at í øllum førum ein pit bull terriari er í Føroyum. – Um hundar,
sum eru bannaðir, eru slopnir inn í landið, so hava vit ein trupulleika, sum kann vera troførur at
loysa, sigur Ingibjørg Egholm á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Smá- og stórhundafelag stovnast
Leygardagin verður stig tikið til at stovna eitt hundafelag.
Smáhundafelagið og stórhundafelagið verða væntandi sligin
saman í eitt felag
Listin yvir
bannaðar
hundar