hósdagur 19. mai 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 92 - 19. mai 2005
– Tórshavnar komm-
una eigur at fáa eldra-
ráð, sum fer at virka
frá 1. januar 2006!
So greið er niður-
støðan hjá einum
arbeiðsbólki, sum
seinastu mánaðirnar
hevur arbeitt við at
gera álit um Eldraráð
í kommununi.
ELDRAPOLITIKKUR
Snorri Brend
Arbeiðsbólkurin
hevur
kunnað seg um, hvussu
arbeiðið við eldraráðum í
hinum norðanlondunum og
Hetlandi er lagt til rættis.
Bólkurin hevur arbeitt
við at finna besta leistin at
skipa ráðið, og hvørjar
treytir eiga at vera at
tryggja góðan demokrat-
iskan valsið. Úrslitið er eitt
álit,
sum
var
handað
borgarstjóranum í morgun.
Álitið verður nú sent til
politiska viðgerð, áðrenn
endalig avgerð verður tikin
helst áðrenn summarfrí-
tíðina í ár.
Arbeiðsbólkurin var sett-
ur eftir áheitan frá Tórs-
havnar kommunu. Í bólkin-
um sótu tvey umboð fyri
Pensionistafelagið í Havn,
Karin Jacobsen og Erling
Poulsen, tvey umboð fyri
Tilhaldið, Jákup Linden-
skov og Frida Hansen, og
eitt umboð fyri dagtilhaldið
í Kollafirði, Poula Christ-
iansen.
Tórshavnar
kommuna
metir, at ein so stór komm-
una eigur at hava eldraráð.
Við miðvísum samskifti og
samstarvi við tey eldru,
kann kommunan náa mál,
sum í longdini fara at royn-
ast munagóð.
Tað er umráðandi fyri
politikaran at vita, hvat
veruliga ger mun í gerand-
isdegnum og ikki minst, at
tey eldru kenna, hóast eldri
og pensionistur, so er teirra
tilfeingi eins neyðugt og
virðismikið fyri heildina
sum hjá teimun yngru.
Kanning í Nonnu-
skúlanum vísir, at í 5.
og 7. flokki hava allir
næmingarnir far-
telefon. Loyvt er
kortini ikki at brúka
hesar í skúlatíðini.
FARTELEFONI
Snorri Brend
Havn: 45 fartelefonir til 45
næmingar.
Soleiðis er støðan í 5.
flokkunum í Nonnuskúl-
anum í Havn. Og í 7. flokk-
unum er sama støðan, tí har
hava 47 av íalt 47 næming-
um fartelefon.
Hetta vísir ein kanning,
sum 6. A flokkur í sama
skúla hevur gjørt, og sum er
kunngjørd í blaðnum, tey
hava givið út og sum kallast
“Minutt og sekund”.
Fyri mong er hetta úr-
slitið neyvan skakandi, men
tað er altíð áhugavert at fáa
staðfest ein varhuga við
tølum.
Tað ger henda kanningin
hjá flokkinum so sanniliga.
Hinvegin so er ikki loyvt at
brúka fartelefonir í skúla-
tíðini í Nonnuskúlanum.
Øll
Í blaðnum leygardagin
nevndu vit um arbeiðið hjá
6. A flokki at geva út hetta
blaðið.
Blaðið hevur ein hóp av
áhugaverdum greinum um
ymisk evni, m.a. um nýtsl-
una av fartelefonum í skúl-
anum.
Næmingarnir hava spurt
íalt 307 næmingar úr 1. til
7. flokki, og av hesum
høvdu altso 235 teirra far-
telefon.
Fægstar telefonir eru –
sum vituligt er – í 1. flokki,
har einans 26 % av næm-
ingunum hava fartelefon.
Men so hvørt sum børn-
ini gerast eldri, økist talið
av fartelefonum samsvar-
andi, um ein sær burtur frá
næmingunum í 5. flokki,
har altso allir næmingarnir
hava hvør sína fartelefon.
Ikki loyvt
Eitt er so talið av fartele-
fonum. Annað er so hvat
ein sigur frá skúlanum til
henda veruleika.
Blaðið “Minutt til se-
kund” hevur tosað við ein
av lærarunum í skúlanum,
Torkil Dahl, sum sigur, at
tað ávirkar seg at næm-
ingarnir hava fartelefon í
tímanum.
Hinvegin so vísir hann á,
at næmingarnir sleppa ikki
at brúka fartelefonina í
fríkorterinum. Orsøkin er
hin einfalda, at skúlin snøgt
sagt hevur bannað allari
nýtslu av fartelefonum í
skúlatíðini.
Torkil Dahl sigur við
blaðið, at hann sjálvur onga-
tíð hevur tikið nakra telefon
frá nøkrum næmingi, hóast
hann eisini kann staðfesta,
at næstan allir næmingarnir
hava eina slíka.
Eldraráð skal skipast í Havn
Álitið
Í einum seinni blaði
fara vit at hyggja
nærri eftir álitinum
um Eldraráð.
Øll hava fartelefon í 5. flokki
Fartelefonir í Nunnuskúlanum
Kanning hjá 6. A flokki kom til fylgjandi úrslit um talið av fartelefonum í Nonnu-
skúlanum.
Flokkur
Tal av næmingum
Fartelefonir
%
1.
42
11
26,19
2.
45
22
48,8
3.
38
30
78,95
4.
46
37
80,43
5.
45
45
100
6.
44
43
97,72
7.
47
47
100
Heðin Mortensen fær handað álitið um eitt eldraráð í Havn frá Fridu Hansen. - Nú er nokk
tosað. Nú skal arbeiðast!
Mynd: Bárður Lydersen