hósdagur 19. mai 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 19. mai 2005
7
Løgreglan fer í
næstum at gera eitt
ferðsluátak kring
landið, har serligur
dentur verður lagdur
á dekkini á bilunum
FERÐSLUÁTAK
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Farna mánaðarskifti var
freistin fyri at fáa píka-
dekkini undan bilunum úti.
Tó gongur tað mangan
striltið hjá mongum at fáa
skift dekkini, men nú fer
løgreglan at kanna eftir, um
hetta er gjørt.
Kuldin hóttir
framvegis
Á politistøðini í Havn verð-
ur sagt, at løgreglan í næst-
um fer at gera eitt ferðslu-
átak, har teir fara at gera
tær sonevndu paragraf 13
kanningarnar. Í sambandi
við hesar kanningar verður
serligur dentur lagdur á, at
píkarnir eru komnir undan
bilinum.
Tað kann kanska tykjast
eitt sindur løgið, at píkarnir
skulu undan bilunum, hóast
kuldin framvegis hóttir, og
kavin framvegis sæst í
fjøllunum. Men vakthav-
andi á politistøðini í Havn
sigur, at hóast tað framveg-
is kann verða hálka í mai
mánað, so er einki hol í lóg-
gávuni, sum ger tað møgu-
ligt at geva undantaksloyvi
í sambandi við hálku í mai.
So tað ræður um hjá øllum,
ið enn ikki hava fingið pík-
arnar undan, at fáa hetta
gjørt sum skjótast.
Komandi vikuskifti
fáa suðuroyingar
vitjan av Kirkju-
kórinum í Fríðriks-
kirkjuni á Toftum
KÓRVITJAN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Toftafólk hava altíð verið
kend fyri at eiga nógvar
góðar sangarar, og kórini á
Toftum hava altíð verið
tiltikin góð. Kirkjukórið í
Fríðrikskirkjuni er eitt sera
virkið kór, sum hetta sein-
asta árið hevur gjørt nógv
burtur úr, at tónaskaldið
Hans Jacob Højgaard hevði
fylt 100 ár í fjør.
Tvær konsertir á ferðini
Á ferð síni í Suðuroynni
komandi
vikuskifti
fer
kórið av Toftum at hava
tvær framfærslur. Tann
fyrra verður í Vágs kirkju
leygardagin klokkan fýra,
tá ið kórið hevur konsert. Á
konsertini fer kórið at
framføra løg eftir føroysku
tónaskøldini Hans Jacob
Højgaard, Knút Olsen og J.
Waagstein. Eisini verður
solosangur
við
klaverfylgispæli á skránni.
Eisini verða løg eftir Franz
Schubert, Johan Sebastian
Bach
og
John
Rutter
framførd.
Sunnudagin fer kirkju-
kórið í Fríðrikskirkjuni eis-
ini at syngja undir guds-
tænastuni
í
Tvøroyrar
Kirkju.
Nú styttist til føroyingar fáa
vitjan av donsku konga-
familjuni. Um ein góðan
mánað koma Margretha
Drotning, Henrik prinsur,
Frederik krúnprinsur og
Mary krúnprinsessa á vitj-
an í Føroyum, og tey fara at
vitja nógv støð kring
landið.
Enn er skráin fyri konga-
ligu vitjanina tó ikki al-
mannakunngjørd, men tað
verður hon væntandi í dag
ella í morgin. Tá fæst enda-
ligt at vita, hvørji støð her á
landi fáa vitjan av teimum
kongaligu. Tað tykist tó
greitt, at vitjað verður á
Tvøroyri, í Fuglafirði og í
Havn, og harafturat bendir
nógv á, at kongaligir gestir
verða á staðnum, tá ið
seinasta skotið í Norðoya-
tunnlinum verður latið um
sama mundi.
tn
811 bilar um samdøgrið
Sandoy: Ein uppgerð frá Landsverki vísir, at í 2003
koyrdu í miðal 811 bilar um dagin á vegastrekkinum
millum Sand og Skopun.
Landsverk hevur mátað gongdina í ferðsluni á høv-
uðsvegunum kring landið, og sambært hesi kanning-
ini er líkt til, at ferðslan á hesum staðnum – ikki
óvæntað – er økt tey seinnu árini.
Tølini fyri 2004 eru ikki almannakunngjørd enn,
men í 1999 koyrdu einans 674 bilar um samdøgrið
framvið Meginskúlanum, meðan talið tey seinnu
árini hevur verið í støðugum vøkstri.
Í 2002 koyrdu 744 bilar um samdøgrið, meðan talið
árið eftir var komið uppá 811.
Teljistaðið hjá Landsverki liggur við Sandsvatn á
einum staði, ið nevnt verður Inni í Vika.
sb.
Stuðul til menning
Útoyggjar: Møguleiki er nú at fáa stuðul til tiltøk í
útoyggjum, sum kunnu virka mennandi fyri hesar.
Innlendismálaráðið hevur nú lýst eina reglugerð,
har til ber at søkja um henda stuðul. Hesin stuðul
kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum, stovn-
um og kommunum, men skal í minst møguligan mun
virka kappingaravlagandi.
Við umsóknini skal m.a. fylgja ein lýsing av verk-
ætlanini, eins og upplýsast skal um verkætlanin varir
fleiri ár.
Umsóknarfreistin at søkja stuðul er 1. juli í ár.
sb.
Innandura
fótbóltskapping á Eiði
Eiði: Leygardagin 28. mai verður aftur høvið at royna
seg í eini innandura fótbóltskapping í Ítróttarhøllini á
Eiði.
Ein kapping av líknandi slap herfyri eydnaðist so
mikið væl, og var so skjótt fultteknað, at avgerð er
tikin um at endurtaka kappingina eftir sama leisti og
á sama staði.
Tað vera bæði dreingja- og gentulið í kappingini,
har fimm spælarar kunnu vera inni samstundis. Til
tess at gera kappingini rættvísa, verður m.a. bert loyvt
einum 1. deildarspælara ella tveimum 2. deildarspæl-
arum at verða við á hvørjum liðnum.
Umframt fóltbólt, verður eisini andakt og onkur
spøl á skránni, eins og møguleiki at keypa sær okkurt
at eta.
Tað er eitt team, ið fer til Ísraels á evangeliserings-
ferð í summar, sum skipar fyri kappingini.
sb.
Kirkjukór vitjar í Suðuroy
Í næstum fáa suðuroyingar vitjan av kirkjukórinum úr Fríðrikskirkjuni á Toftum
savnsmynd
Skráin klár í næstum
Í næstum fæst at vita,
hvørjar bygdir og hvørjir býir
fáa vitjan av Mary
krúnprinsessu og manni
hennara, Fríðriki krúnprinsi
savnsmynd
Ferðsluátak í næstum
Fólk á útoyggj hava nú møguleika at søkja um stuðul til
mennandi ætlanir