hósdagur 19. mai 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 92 - 19. mai 2005
Hann er 74 ára
gamalur og ættaður
úr Rytuvík, haðani
hann flutti til Dan-
markar sum 17 ára
gamalur fyri 57 árum
síðan. Øll hesi mongu
ár hevur hann bara
einaferð verið aftur
her á klettunum. Tað
var nú um dagarnar,
tá ið hann vitjaði aft-
ur saman við tveim-
um starvsfólkum á
heiminum í Dan-
mark, har hann býr.
Nú hann var í Føroy-
um, fekk hann eisini
høvi at vitja fyrstu
ferð aftur í heimbygd-
ini og í barnaheim-
inum í Rytuvík
ÚTLEGD
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Erling Svenning Højgaard
situr í rullustóli. Tað hevur
hann gjørt í fleiri ár. Hann
hevur sjúkuna, sum á
donskum verður rópt "føll-
ingssygdom", ið ger seg inn
á heilan, um ikki verður
ansað eftir, hvat etið verður.
Í sínari tíð var kunnleikin
um hesa sjúku lítil, og tí
hevur Erling ikki fingið ta
viðgerð, sum kundi havt
byrgt uppfyri, at heilin fekk
skaða.
Skimaðist dúgliga
Erling tosar ikki, og tí er
eisini ilt at siga, hvat hann
hevur fingið við av ferðini í
Føroyum.
Familjan sigur, at á vitj-
anini í Rytuvík skimaðist
hann dúgliga rundan um
seg, og hetta kundi bent á,
at hann kendist við bygdina
og umhvørvið í Rytuvík.
Men tað veit eingin.
Erling er sonur Edvard
og
Jóhonnu
Kristinu
(Dinu). Edvard var sonur
fyrstu niðursetufólkini í
Rytuvík – og Dina var ætt-
að av Regni á Toftum.
- Erling tóktist rættiliga
upptikin av barnaheimin-
um, sum nú er heimið hjá
beiggjanum,
Jákupi
og
konu hansara, Ingibjørg,
sigur familjan í Rytuvík,
sum tvær ferðir hevði vitjan
av Erlingi á ferðini.
Henda fyrsta ferðin í
Føroyum í 57 ár byrjaði 9.
mai og týsdagin, 17. mai,
fór hann saman við báðum
starvsfólkunum niður aftur
til Danmarkar.
Á
vitjanini
skipaði
familjan fyri eini løtu á
Hotel Runavíkar Sjómans-
heimi, har eini 45 fólk vóru
saman við Erlingi. Hetta
var ein sera hugnalig løta,
har myndir vórðu tiknar av
Erlingi og familju hansara
– og donsku starvsfólkun-
um.
Hóast útlegdin hevur
verið drúgv, hevur familjan
í Føroyum altíð av og á
vitjað Erling í Danmark, og
somuleiðis
hevur
hann
fingið jólagávur sendandi –
og føðingardagsgávur, tá ið
hann hevur havt "rundar"
føðingardagar.
Eingin viðgerð
Sosialurin vitjaði á Hotel
Runavíkar Sjómansheimi
týsmorgunin stutt fyri, at
"heimferðin" hjá Erlingi til
Danmarkar byrjaði. Vit
vóru eisini við, tá ið tey trý
systkini hjá honum, sum
eru á lívi, Jákup Højgaard,
Helena (Lena) Hansen og
Nanny Nielsen fylgdu hon-
um avstað aftur hendan
dagin.
Hjálparfólkini hjá Erlingi
á Føroyaferðini vóru Sol-
veig Henriksen og Lene
Vollesen. Tær arbeiða báð-
ar á stovninum í Danmark,
har hann hevur búð sein-
astu nógvu árini.
Solveig, sum heilt síðan
1989
hevur
verið
um
Erling, er "kontaktper-
sónur" hjá familjuni í Før-
oyum og hjá Erlingi sum
heild.
Hon sigur, at Erling í sín-
ari tíð kom niður til Rød-
bygaard, har hann búði heilt
fram til 1989, tá ið hann
saman við øðrum flutti í
tað, sum danir rópa "bo- og
naboskab", sum eru vardar
íbúðir.
- Í løtuni búgva trý fólk í
hesi eini íbúðini, men nú
kemur so ein at búgva her
aftrat. Hetta eru fólk við
ymiskum brekum og epi-
lepsi, sum Erling eisini er
plágaður av.
Solveig sigur, at orsøkin
til, at Erling gjørdist so lítið
førur í uppvøkstrinum,
sínum bestu árum og nú í
aldurdóminum er, at hann
ikki fekk ta viðgerð, sum
børn við hesi sjúkuni fáa í
dag.
- Í dag verða øll børn í
Danmark kannaði fyri hesa
sjúku, og verður sjúkan
staðfest og viðgjørd, kunnu
tey liva eitt vanligt lív sum
onnur menniskju.
Hon sigur, at Erling sein-
astu árini hevur fingið
heilivág, sum hevur gjørt
lívið hjá honum betri, men
tað verður ongantíð so-
leiðis, at hann verður
frískur.
- Tey spor, sum sjúkan
hevur sett í heilan, kunnu
ikki lekjast.
Solveig heldur tó, at
heilivágurin hevur gjørt, at
Erling hevur tað betri; hann
tykist klárari, og líkt er til,
at hann fylgir betur við.
Somuleiðis er hárið á
høvdinum farið at veksa
aftur.
Familjan í Føroyum, sum
av og á hevur vitjað í Dan-
mark, heldur eisini, at
heilivágurin hevur gjørt
Erling meira byrgan og
meira avslappaðan at síggja
til.
- Áður sat hann líka sum
og hekk í koyristólinum,
men nú situr hann meira
upprættur og sær út til at
hava tað betri, hóast árini
eru vorðin fleiri. Vit vóru
Erling S. Højgaard – fyrstu ferð
Systkini hjá Erlingi, Nanny Nielsen, Jákup Højgaard og Helena (Lena) Hansen fylgdu honum vestur á flogvøllin týsdagin. Her byrjar "heimferðin" av Hotel
Runavíkar Sjómansheimi
Mynd: Vilmund Jacobsen