hósdagur 19. mai 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 19. mai 2005
9
ð aftur í Føroyum í 57 ár
ovfarin av, at hann sær so
gott úr, nú hann vitjaði
okkum her heima, sigur
familjan.
Tað skilst á Solveig, at
hon er ógvuliga góð við
Erling, og hon dylir ikki
fyri at siga, at hon verður
løgd "undir" at hava eitt
serstakt hjarta fyri honum.
- Eg haldi, at Erling dugir
at skyna á, hvønn hann
hevur við at gera í tí dagliga
– og eg haldi eisini, at vit
merkja,
hvønn
honum
dámar best at hava sær til
hjálpar.
Solveig heldur ikki, at
hann hevur góð eygu, men
hoyrnin er so nøkulunda.
- Eg haldi, at vit skilja,
hvat hann meinar við, tá ið
hann gevur "tekin" – um
enn tey eru fá, og eg haldi
eisini, vit skilja hann, tá ið
hann eitt nú ikki tímir at
verða nortin meira.
Tað er nevniliga soleiðis,
sigur Solveig, at húðin á
einum persóni við "føll-
ings-sjúku"
kann
vera
ógvuliga sárbar.
Í koyristóli
Hon sigur, at í 1994 fekk
Erling eitt bakkast og end-
aði í koyristóli. Síðan hevur
hann ikki verið førur fyri at
ganga.
- Nú vit fingu møgu-
leikan at koma upp til Før-
oya við honum, hildu vit, at
skuldi tað vera - ja, so
skuldi tað vera nú.
Hon sigur, at tey trý
komu við flogfari og fara
hiðani aftur við flogfari.
- Vit høvdu koyristólin í
viðførisrúminum á flogfar-
inum, og síðan hava vit
havt koyristólin í bilinum,
tá ið vit hava koyrt her í
Føroyum.
Hon sigur, at tær hava
fingið góða hjálp á ferðini,
og systkini hjá Erlingi og
onnur hava verið teimum
trúføst, tá ið neyðugt hevur
verið at tikið eina hond í.
- Familjan í Føroyum
gleddi seg nógv til ferðina
hjá Erlingi og vit, sum taka
okkum av honum í Dan-
mark, eru fegin um at hava
hitt fleiri av hansara nærm-
astu og hava sæð um-
hvørvið og barnaheimið,
sum var hansara øll barna-
árini.
Sjálv kallar Solveig seg
"omsorgsmedhjælper", og
áhugavert var at síggja,
hvussu væl hon einsamøll
megnaði at fáa Erling, sum
vigar 82 kilo, upp úr koyri-
stólinum og inn á setrið í
bilinum, tá ið tey fóru av
Hotel Runavíkar Sjómans-
heimi týsdagin.
- Erling hevur ikki kunn-
að tosað øll hesi árini, eg
havi kent hann og verið um
hann, sigur Solveig.
Meðan beinini eru rætti-
liga lamin, er hann betur
fyri við ørmunum.
- Stinga vit gaffilin í ein
breyðbita, fær hann sjálvur
bitan upp í munnin. Annars
er hann í allar mátar óhjálp-
in, sigur Solveig Henriksen
at enda.
PKU ("Føllings-sjúkan")
Av 10.000 børnum, sum verða fødd í Danmark, er eitt
barn, sum ikki kann drekka mjólk, eta kjøt, egg, fisk og
aðrar proteinríkar matvørur.
Hvørt ár verða soleiðis 5-6 børn fødd í Danmark, sum
hava arvaligu stoffskiftissjúkuna, PKU, sum eisini verður
rópt "Føllings-sjúka" eftir norska læknanum, Asbjørn
Følling, sum staðfesti hesa sjúku í 1934.
Sum skilst, er lutfallið av hesi sjúku eftir fólkatalinum
á leið tað sama í Føroyum sum eitt nú í Danmark.
Børn, sum eru fødd við PKU, eru í allar mátar ment
sum onnur børn, tá ið tey verða fødd, men tey kunnu
ikki í sama mun sum onnur "umgera" lívsneyðugu
aminosýruna, phenylalanin til eina aðra aminosýru,
tyrosin, sum likamið ger, tá ið alt er, sum tað eigur at
vera.
Sleppur phenylalanin at veksa í likaminum
samstundis sum tørvur verður á tyrosin – og eingin
viðgerð verður givin, gongur hetta út yvir
nervaskipanin longu tey fyrstu árini hjá einum barni.
Tað er tí ógvuliga týdningarmikið beinanvegin at
avmarka nøgdirnar av phenylalanin, soleiðis at heilin
ikki verður skaddur.
Tí má ansast væl eftir, hvat eitt barn, sum hevur
"føllings-sjúkuna", etir.
Solveig Henriksen og Lene Vollesen vóru í Føroyum við Erlingi. Hetta er fyrstu ferð, hann vitjar
aftur í Føroyum – í 57 ár
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað er ikki bara sum at siga
tað at skula lyfta ein mann,
sum vigar 82 kilo, upp úr
koyristólinum og inn í bilin,
men hetta stóð ikki á hjá
Solveig, sum hevur verið um
Erling síðan 1989
Mynd: Vilmund Jacobsen