Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 92 - 19. mai 2005 Politkarir taka ikki altíð skilabestu avgerðir, men teir hava til eina og hvørja tíð rættin at taka hesar avgerðir í einum demokratiskum samfelag. Tað eru ymsar meiningar um, hvussu skilagott tað var at geva rækjuskipunum stuðul, men eingin kann ivast í, at Løgtingið hevur fullan rætt at gera, sum tað ger, hóast fólk eru ósamd. Stuðul er so mangt. Tað kann tulkast sum stuðul, tá føroyski skipaflotin fær rættindi í Barentshavinum, sum Landstýrið hevur forhandlað seg til. Tað er eisini stuðul, tá ein FAS skipan verður sett á stovn. Tað er stuðul at lata skattafrádrátt til ávísar bólkar. Tað er eisini eitt slag av stuðuli, tá billtetirnar á einum teini, kosta tað sama sum á øðrum rutum hjá Strandferðsluni. Landið stuðlar eisini ávísum vinnum við at hava lagt útbúginvarskipanina soleiðis til rættis, at vit hava tað slagið av skúlum, vit hava í dag. Vit hava innrættað samfelagið við øllum møguligum skip- anum, tí man politiskt hevur viljað innført serskipainir og umfordeiling. Hetta er rætturin hjá Føroya Løgtingi, um man vil tað ella ei. Eingin yvir og eingin við síðirnar av. Føroyar hevur um nakað færri stuðulsskipanir, enn nógv av teimum londum, ið vit sammeta okkum við. Stóra Bretland hevur eina ørgrynnu av íverksetaraskipanum, ES hevur risastuðul í Landbúnaðinum og øðrum vinnum. USA stúðlar bæði landbúnaði, stálídnaði og flogídnaði. Vit kunnu øll verða samd um, at nógvar av stuð- ulskipanunum kunnu hava óhepnar avleiðingar fyri land og fólk, men harifrá og at skera um ein kamb og siga, at allur stuðul er skaðiligur er eitt ov langt lop. Heimurin er nú einaferð skrúvaður soleiðis saman, at vit noyðast at laga okkum til umheimin. ES hevur til dømis tollmúrar og innflutningskvotur, sum sambært teoretiskum lærubókum er eitt tað mest oyðileggjandi fyri fríhandil. Allíkavæl hava teir hesar skipanir. Hví? Fyri at verja sítt egna. Amerikanarir stuðla fleiri vinnum. Hví? Er tað tí, at amerikanskir økonomar ikki eru líka dugnaligir og vitandi sum til dømis okkara Búskaparráð? Sjálvandi eru teir tað, men tað er nú einaferð so, at tað kunnu verða strategisk áhugamál og onnur politisk áhugamál, ið gera at júst einkultar vinnur mugu stuðlast. Føroyar má hava eina búskaparliga ráðgeving, ið tekur støði í veruleikanum, sum hann sær út, og ikki sum hann burdi sæð út á blaðsíðu 300 í einari Nationaløkonomiskari lærubók. Í farnu viku róði formaðurin í Búskaparraðnum lítið skilagott uppundir at vit skulu skriva í Grundlógina, at ávísar vinnur ikki skulu kunna stuðlast. Hetta er eitt sera ódemokratiskt hugskot. Tað kann verða at vit eru ósamd í nógvum, ið Løgtingið ger, men vit vilja til eina og hvørja tíð verja rættin hjá Løgtinginum at taka hesar avgerðir. Tað vildi verið beinleiðis ódemokratiskt, um ein ávís økonomist teori skuldi verði løgd til grund til eina teknokratiskt dikteraða binding á okkrar demokratiskt valda ting. Slíkar bindingar skulu verða so fáar sum gjørligt, og ein grundlóg skal verða óítøkilig nokk til at vara í fleiri hundrað ár. Lat okkum fáa realitetssans innaftur í kjakið! DAGSINS MEINING Sosialurin Ódemokratiskt stuðulshugskot VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. 1. Prestar kunnu ikki fyrigeva syndir, sum onnur gera móti Gudi Ebbedinna Jacobsen Kollafirði Ein vetur, tá útvarpið byrj- aði tíðindsendingina kl. 18.30, segði útvarpsmað- urin, at onkur ynskti at fáa hendan spurningin svaraðan: "Hvør hevði uppfunnið tann sið at kasta jørð á kistuna við jarðarferðir?" Samstundis segði út- varpsmaðurin, at Emil Olsen skuldi svara spurn- inginum. Emil Olsen segði, at hetta høvdu vit fingið frá katolikkunum. Hann segði eisini, at vit hava fingið so nógv annað frá katolikkun- um, men hann segði ikki hvat tað var. Tá hugsaði eg: "Hvat hevur fólkakirkjan fingið frá katolikkunum?" Jú, haðani er barnadópurin, konfirmatiónin, altar- gongdin og jørðákastingin komin. Tá ið Emil segði, at tað var so nógv, sum fólka- kirkjan hevði fingið frá katolikkunum, so er helst eisini okkurt annað, sum eg ikki veit um. Ein læra, sum stríðir ímóti Skriftini Eg minnist tá ið eg sum barn gekk í kirkju og til altargongd, tá hoyrdi eg, at um tey, ið fóru til altars, angraðu av hjarta, kundi prestur fyrigeva teimum allar syndir teirra "við Jesu sanna likami og blóði", sum sjálvandi einans var vanligt breyð og vanligt vín, tí Jesu blóð rann, alt sum tað var, úr likami hansara og niður á jørðina við Golgata, og likam hans- ara var ikki lutað sundur í petti, men lá í grøvini í heilum líki til hann reis upp og fór til himmals. Í dag hoyrist við altar- gongd í útvarpsguds- tænastum, at sagt verður, meðan breyðið og vínið verður givið teimum, sum eru farin til altars: "Hetta er Jesus sanna likam" og "hetta er Jesu sanna blóð." Men tað skal ein og hvør vita, at tað kann gera tað sama hvussu nógv góð orð verða søgd eina slíka løtu, tey kunnu ikki geva nøkr- um menniskja syndafyri- geving. Bíblian sigur, at vit skulu ikki eta blóð so at læran um at "hetta er Jesus sanna blóð"stríðir beinleiðis ímóti Bíbliuni. (Ápostlasøgan 15,20; 3. Mósebók 3,17 og 17,14) Gudsspottan At hugsa sær, at menn og kvinnur keypa vín úr rúsuni at geva teimum, sum fara til altars og siga teimum, at "hetta er sanna Jesu blóð," haldi eg vera langt av leið - ja, gudsspottan. Eitt veit eg við vissu út frá Guds orði - og tað er: At Gud hevur ikki brúk fyri nøkrum altari nú! Altartíðin og ofringin fyri synd er langt síðani liðug. Seinasta altarið, sum Gud góðtók, var krossurin á Golgata har Jesus varð ofraður. Hetta er einasta offur sum Gud góðtekur fyri synd. Eingin prestur er millummaður millum Gud og okkum Ikki er neyðugt at fara til altars fyri at fáa synda- fyrigeving. Hana fáa vit einans við at vit beinleiðis søkja fyrigeving Guds gjøgnum Jesus Kristus. Eingin prestur kann geva syndafyrigeving, tí hann er sjálvur ein syndari sum øll onnur og hann hevur sjálvur brúk fyri syndafyri- geving frá Gudi. Skrivað stendur: "Slíkan høvuðsprest var tað eisini, vit máttu hava, heilagan, sakleysan, reinan, skildan frá syndarum og settan høgt upp um himl- arnar, ein, sum ikki hvønn dag hevur fyri neyðini - eins og høvuðsprestarnir at bera fram offur, fyrst fyri sínar egnu syndir og síðani fyri fólksins, tí hetta gjørdi hann eina ferð fyri allar, tá ið hann ofraði seg sjálvan." (Hebrearabrævið 7,26-27) Eingin prestur er settur sum millummaður millum Gud og okkum. Vit hava EIN millummann millum Gud og okkum - og tað er Jesus, sum skrivað stendur: "Ein millummaður er millum Gud og menniskju, menniskjað Kristus Jesus." (1. bræv Timoteusar 2,5) Um at tala ósannindi og vitna rangt Bíblian talar um at fara lætt um sannleikan og bera fram ósannindi, sum er serstaka álvarsamt í andaligum við- urskiftum og tað sum hevur við frelsu og syndafyri- geving okkara at gera. Hesi skriftorð tala fyri seg: "Seks eru, sum Harrin hatar, sjey eru sál Hansara andstygd: Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð, hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, ið eru kvikir til tað, ið ilt er, ið talar lygn og vitnar rangt og tann, ið setur split millum brøður." (Orðtøkini 6,16-19).