hósdagur 19. mai 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 19. mai 2005
11
VIÐMERKINGAR
Sterkar avmarkingar
- og eitt amboð til at
endurvinna danskt
fullveldi og yvirvalds-
rætt yvir Føroyar.
Hetta sigur Gud-
mundur Alfredsson,
serfrøðingur í altjóð-
arætti, um danska
uppskotið til uttan-
ríkispolitiskar heim-
ildir
Høgni Hoydal,
fólkatingsmaður
Norðuratlantsbólkurin
á
Fólkatingi hevur biðið um
eitt upprit frá Gudmundi
Alfredsson um uppskotið
til fólkatingslóg "Lov om
Færøernes landsstyres ind-
gåelse af folkeretlige af-
taler", sum Løgtingið hevur
til viðgerðar í løtuni og sum
- verður tað samtykt á
løgtingi- verður lagt fyri
Fólkatingið at samtykkja.
Í sínum uppriti um uttan-
ríkispolitisku heimildarlóg-
ina vísir Gudmundur Al-
fredsson á stórar vandar við
at samtykkja uppskotið.
Hann sigur m.a. í upprit-
inum:
"Bæði lógaruppskotið og
viðmerkingarnar vísa aftur-
vendandi til danskt vald,
harundir grein 19 í donsku
grundlógini. Uppskotið ber
somuleiðis í sær sterkar
avmarkingar í innihaldi og
vavi av altjóða avtalum,
sum føroyska stjórnin kann
gera, ikki minst í sambandi
við limaskap í altjóða
felagsskapum. Úrslitið er,
um lógaruppskotið verður
samtykt, at tað kann metast
sum eitt amboð til at
endurvinna danskt fullveldi
og yvirvaldsrætt yvir Før-
oyar til bága fyri núverandi
og framtíðar føroysk krøv
um tjóðarrættindi og rætt at
stovna egið ríki."
Hjálagt er uppritið hjá
Gudmundi Alfredsson á
enskum saman við eini
leysligari
umseting
til
føroyskt.
Gudmundur Alfredsson
er altjóðarættarligur ser-
frøðingur, ið m.a. hevur
starvast fyri ST.
Hann er doktari í Løg-
frøði, professari á lógar-
fakultetinum við Lærda
Háskúlan í Lund í Svøríki
og stjóri á Raoul Wallen-
berg Institute of Human
Rights and Humanitarian
Law í Lund.Gudmundur
Alfredsson skrivaði ein part
av frágreiðingini um tjóð-
skaparliga
sjálvsavgerð-
arrættin hjá føroyingum og
grønlendingum,
sum
Norðuratlantsbólkurin gav
út í fjør.
Upprit um uppskotið
nevnt "Lov om Færøernes
landsstyres indgåelse af
folkeretlige aftaler" og um
viðmerkingar til hetta.
Júst fyri einum mánaði
síðani, t. 7 apríl 2005, lat eg
úr hondum eina skrivliga
viðmerking og gav síðani
eitt viðtal til Útvarp Føroya
um felagslýsingina (fælles-
erklæringen) millum teir
báðar forsætisráðharrarnar
og teirra viðurkenning av
føroyingum sum eitt fólk
undir altjóðarætti. Sam-
sundis sum eg tók væl
ímóti hesum stigi, vísti eg á
orðingar í hesum skjali,
sum reistu møguleikan fyri
grundgevingum tann vegin,
at felagslýsingin kundi
tulkast sum eitt innanhýsis
skjal til frama fyri danska
lóggávu (í høvuðsheitum
samansjóðing undir donsku
grundlógini) heldur enn til
frama fyri altjóðarætt (aðrir
møguleikar at nýta sjálvs-
avgerðarættin). Hetta er so,
orsakað av teimum endur-
tiknu
tilvísingunum
í
felagslýsingini til stjórna-
rættarligu støðuna sum
heild, og serliga til ávísar
partar, sosum grein 19 í
donsku grundlógini.
At lesa uppskotið til lóg-
gávu, sum nú liggur á borð-
inum, gevur somu fatan, og
tað í enn sterkari og yvir-
skipaðan
mun.
Bæði
lógaruppskotið og við-
merkingarnar vísa aftur-
vendandi til danskt vald,
harundir grein 19 í donsku
grundlógini. Uppskotið ber
somuleiðis í sær sterkar
avmarkingar í innihaldi og
vavi av altjóða avtalum,
sum føroyska stjórnin kann
gera, ikki minst í sambandi
við limaskap í altjóða fel-
agsskapum. Ùrslitið er, um
lógaruppskotið verður sam-
tykt, at tað kann metast
sum eitt amboð til at end-
urvinna danskt fullveldi og
yvirvaldsrætt yvir Føroyar,
til bága fyri núverandi og
framtíðar føroysk krøv um
tjóðarrættindi og rætt at
stovna egið ríki.
Samanborið við onnur
stig, ið nýliga eru tikin, eis-
ini í formligum donskum
samráðingum við Grøn-
land, sum skulu leggja upp
fyri álvarsligum brotum í
sonevndu sameiningini av
Føroyum (tildømis mani-
pulasjónini
av
fólkaat-
kvøðuni eftir seinna heims-
bardaga)
og
Grønlandi
(tildømis álvarsligu lýtini
mótvegis Sameindu Tjóð-
um í sambandi við avtøkuni
av kolonistøðuni) tykist nú
ein tilætlaður og skipaður
danskr politikkur at verða
settur í verk. Við at biðja
um endurtikna undirskipan
undir danskt fullveldi um-
vegis at góðtaka donsk
tilboð, sum kunnu tykjast
og síggja væl út á skræð-
uni, sosum ein víðkaðan
men avmarkaðan møgu-
leika at gera altjóða avtalur,
byggir Danmark upp krøv
um fullveldi, sum annars
eru sera veik mótvegis før-
oyskum og grønlendskum
mótspæli.
Møguleikar, sum bert
byggja á danska lóg, tæna
ósvitaliga til at styrkja um
løgfrøðisliga samansjóðing
við Danmark. Eftirsum
vandi er fyri, at danskir løg-
frøðingar og politikarar á
onkrum stigi fara at grund-
geva fyri, at ikki vendst
aftur frá samansjóðingini,
eigur at forðast fyri, at
møguleikar undir danskari
lóg verða góðtiknir, tí teir
kunnu seta valfrælsi í
vanda hjá bæði børnum og
abbabørnum tykkara til at
taka víðari stig enn tey, sum
verða góðtikin ella vrakaði
av núverandi ættarliði.
Gudmundur Alfredsson,
7. mai 2005, síða 2
Um føroyingar veruliga eru
fólk undir altjóða fólkarætti
eru teir longu ein sjálv-
støðugur partur í hesi
lóggávu og hava rætt til at
nýta sín sjálvsavgerðarrætt
nær og um teir vilja, treytað
av, at teir ikki lata henda
rættin frá sær. Undir al-
tjóðarætti, nú ella seinni,
eiga føroyingar frælsa rætt-
in til, av sær sjálvum og
fyri seg sjálvar, at velja í
minsta lagi millum eitt
óheft lýðveldi, ein frælsan
felagsskap ella common-
wealth, ein ríkjafelagsskap,
víðkað
sjálvstýri
ella
óbroytta
støðu.
Møgu-
leikin, ið nú liggur á borð-
inum tykist vera víðkað
sjálvstýri, og avgjørt onki
annað, men tað kann vera
minni enn tað, tí endamálið
tykist vera, at hetta er lutur
í staðfestingini av donskum
ræði.
Tí eigur at vera at verða
farið varilsiga fram, og
onki eigur at verða góð-
kent, ið seinni kann tulkast
sum ein avtøka ella ein
veikleiki fyri støðu Føroya
sum fólk í altjóðarætti.
Rætturin hjá tjóðum til
sjálvsavgerðarætt er ein
rættur undir altjóða lóg og
ikki okkurt, ið kann latast
til framtíðar vælvild ella
gávumildni
frá
eini
harratjóð.
Um meirilutin á Føroya
Løgtingi vil samtykkja lóg-
aruppskotið og ikki tekur
undir við omanfyrinevndu
metingum, eigur samtyktin
at verða knýtt at eini
einsæris yvirlýsing ella
samtykt.
Hesin
tekstur
eigur greitt at staðfesta, at
føroyingar
bert
skilja
lógina sum eitt stig móti
fullveldi og ikki sum ein
neyðsemja í spurninginum
um sjálvsavgerðarætt og
ikki sum at teir góðtaka at
skipa seg undir danskt vald.
Hetta merkir ikki neyðtur-
viliga, at fullveldi verður
endaliga úrslitið, men tað
heldur rættinum á lívi og
styrkir hann at nýta seinni,
serliga fyri framtíðar ættar-
lið um tey velja tað.
Innantómt
Heri Mohr
Í ár 2000 lat Føroya
Landsstýri prenta ein bók-
ling við heitinum Frá
heimastýri til fullveldi í
16500 eintøkum, sum
vórðu borin í hvørt hús og
heim í Føroyum. Enda-
málið við hesum politiska
propagandariti var ætlandi
at sannføra okkum, sum
her í Føroyum búgva, um,
at fíggjarliga er einki til
hindurs fyri at fremja
loysing úr Danmark; her
og nú um tað skal vera, og
høvuðsargumentið var, at
av blokkinum upp á 950
milliónir eru í nøkur ár
millum 300 og 400 milli-
ónir brúktar til samfelagið,
og at í ár 2000 skuldi
minni enn triðingur brúk-
ast í samfelagnum. Restin
skuldi goymast - saman-
sparast - og brúkast um
ella tá ið afturgongd verð-
ur í búskapinum. Og vit
fingu eisini at vita - sum
rosinan í pylsuendanum -,
at hetta, at 2/3 av ríkisstuð-
linum skuldu goymast til
afturgongd, var orsøkin til,
at
búskaparfrøðingar
søgdu, at løtan er lagalig at
fara undir at byggja upp
ein sjálvberandi búskap.
Sancta Simplicitas. Lokk-
andi
floytuspælið
hjá
rottufangaranum í Hameln
og málningurin hjá Hans
Scherfig um hesa somu
søgu rennur okkum í hug.
Í tíðini 1998-2000 fekk
landskassin
971
mió.
meira í skatti, tolli og av-
gjøldum enn ætlað í fíggj-
arlógunum Í sama tíðar-
skeiði øktist landskassans
innistandandi í Lands-
bankanum við 836 milli-
ónum og gjaldførið við
200
milliónum.
Hetta
samanlagt svarar umleið
til tað, ið landskassin sum
sagt fekk meira í inntøkum
enn ætlað. Jamen, hvar eru
so teir 2/3 av ríkisstuðlin-
um, ella umleið 1.9 milli-
ardir av teimum 2.8 milli-
ardunum, sum landskassin
fekk í umrødda tíðar-
skeiði? Hvar eru hesar 1.9
milliardirnar, ið skuldu
samansparast til aftur-
gongd í búskapinum?
Sannleikin er tó tann, at
ikki eitt klovið oyra av
blokkinum er samanspart
til afturgongd í búskapin-
um, og tað kann heldur
ikki koma upp á tal, tí
(rest)blokkurin er sam-
bært lóg játtaður til tað
føroyska heilsuverkið og
almannaverkið: Sjúkra-
húsini, almennar pensi-
ónir, serforsorg, heima-
hjálp v.m. Í umrødda
politiska propagandariti
er eisini kunngjørt Føroya
fólki, at serviðgerðir av
føroyskum sjúklingum á
Ríkishospitalinum
og
øðrum stovnum í Dan-
mark ikki eru tænastur,
sum
føroyingar
fáa
ókeypis, og tey føroysku
sjúkrahúsini rinda fullan
prís fyri serviðgerðirnar.
Jú, tað er rætt, at okkara
sjúkrahúsverk rindar full-
an prís fyri serviðgerðir
yvirhøvur á Ríkishosp-
italinum, men ritið sigur
einki um, at peningurin til
hesar sjúkraviðgerðir er
innihildin, allur sum hann
er, í blokkinum:
Í 1998 vórðu brúktar 37
mió. til serviðgerðir, í
blokkinum vóru 37.5 mió.
í 1999 53.7
52.7
í 2000
70.8
62.2 (!)
Frá 1988, tá ið blokk-
skipanin kom í gildi, til
1999 var yvirhøvur sam-
svar millum brúk og løg-
tingsins játtan, sum hevði
støði í útreiðslumetingum
frá Ríkishospitalinum jbr.
"Bloktilskud 1987 Bilag
E".
Er tað so galið, at polit-
ikarar - enntá við stjórnar-
valdi - við fullum vilja
geva okkum føroyingum
skeivar og villleiðandi
upplýsingar um vitalar
lógir - eitt nú á sjúkra-
røktarøkinum - bert fyri at
rættvísgera og fremja tað,
sum mest av øllum kann
minna okkum um privat-
politikk?
Í tí nærum endaleysa
orðaskiftinum í løgting-
inum um at fáa okkum
føroyingum meira sjálv-
ræði í uttanríkismálum,
sum verandi samgonga
hevur virkað fyri, fingu
vit, sum sótu heima og
lurtaðu, at vita frá lands-
ins hægsta røðarapalli, at
ríkisstuðulin til gomul,
sjúk, avlamin og brekað
er haftið, sum rennur
Føroyar á heysin.
Hetta er ræðandi tala og
óhugnalig, nationalistisk
doktrina, sum leggur eftir
pulsinum - aorta - í sam-
felagsins sosiala strukturi
og tryggleika. Skriftin í Tí
guddómligu komediuni
(Dante): Her lades håbet
ude hómast í tí mentalu
slavtokuni, sum gevur
tungan andadrátt.
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo