hósdagur 19. mai 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 92 - 19. mai 2005
Dagurin
19. mai. Potentiana. Rómversk genta, sum 16 ára
gomul varð tikin av døgum í Róm.
Brúdleyp
Mikudagin 18. mai
giftust á ráðhúsinum í
Hvidovre
Birgit
Hentze,
ættað
úr
Tórshavn, og Claus
Ovel-Jensen,
Keyp-
mannahavn.
Brúd-
leypsaddressa er: Ved-
byholm 36, 2650 Hvid-
ovre.
Dr. Jacobsens-
gøta í Havn
í 1956
Í sambandi við at Birgar
Johannessen leitar fram
gamlar
havnarmyndir,
kemur hann ofta fram á
nógvar góðar myndir, sum
t.d. hendan, ið er tikin í Dr.
Jacobsensgøtu í 1956.
Húsini vinstrumegin í
gøtuni eru f.v. tey hjá
Magnus S. Simonsen, síð-
an eru húsini hjá Niels Juul
Nielsen, ið her verða lyft
eina hædd upp, síðan
kemur Keypssamtøkan og
Talvhúsið kemur undan.
Høgrumegin á myndini
eru húsini, har danin Einar
Storr byrjaði við heilsølu í
1956.
Bilurin er ein Ford
Fairlane
hjá
Johannes
Berg, Fø 130, grønur við
hvítum taki.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður, pápi, verpápi, abbi
og langabbi okkara
Hjalgrím Sofus Magnussen
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
2. hvítusunnudag, 79 ára gamal.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
hósdagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
fríggjadagin 20. mai kl. 13.
Familjunnar vegna
Helga
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum á
ein hvønn hátt gjørdu mær 75 ára
føðingardagin 21. apríl ógloymandi.
Takk fyri vitjanir bæði á degnum og aftaná.
Takk fyri gávur, blómur, fjarrit, brøv og
kort og heilsanir annars.
Tøkk til konu og børn, sum á ein serligan
hátt gjørdu dagin hugnaligan og
minnisríkan.
Guð signi og styrki okkum øll
Bestu heilsanir
Martin Hammer, Nes
Móttøka
Í samband við at tað eru 40 ár síðani Fróðskapar-
setur Føroya varð stovnað, verður almenn mót-
tøka á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni fríggja-
dagin 20. mai kl. 15.-17.
Fróðskaparsetri
Mynd úr Dr. Jacobsensgøtu í 1956. Leggið til merkis, at ongar gongubreytir eru gjørdar
Mynd Føroya Fornminnissavn