Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tær verða ikki settar í verk nú, sum ætlað, men seinni í ár ístaðin FØÐIDEILDIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Illa umstríddu umleggingar á føðideildini verða ikki settar í verk beint nú, sum ætlað. Ístaðin verða tær settar í verk seinni í ár. Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sig- ur, at tað eru ymisk viður- skifti, sum bera í sær, at føðideildin ikki verður um- skipað enn. Men seinkingin hevur als onki at gera við stríðið sum, sum tók seg upp við sjúkrarøktarfrøðingarnar um umleggingina. – Umleggingin er stað- fest og hon verður sett í verk og tað er av heilt natúrligum orsøkum, at vit ikki kunnu byrja at arbeiða eftir nýggju vaktarskip- anini enn, sigur hann. Hann sigur, at endamálið hevur alla tíðina verið at fyrireika umleggingina væl og virðiliga, áðrenn hon varð sett í vera fyri at tryggja, at dygdin á deildini verður varðveitt. Men nú er summarið í hondum og tí verður bíðað við at seta umleggingina í verk til summerferiurnar eru avgreiddar. Hann sigur, at í løtuni verður arbeitt við at gera eina ætlan fyri, hvussu umleggingin skal setast í verk. Tað er eitt arbeiðið sum er ígongd í løtuni. Setta, trístreingjaða leiðslan á føðideildini, er í ferð við at fyrireika upp- leggið til, hvussu umlegg- ingin skal setast í verk og síðani skulu eisini teir ymsu fakbólkarnir at verða við í fyrireikingini. Umleggingin ber í høv- uðsheitum við sær, at ljós- møður skulu nú taka lut í arbeiðnum inni á sjálvari føðideildini. Tær ganga annars á vakt, men verða bara tilkallaðar, tá ið kvinna skal eiga. Við at lata tær arbeiða á føðideildini, metir leiðslan, at hon fær størri nyttu burturúr ar- beiðsmegini. Tað merkir aftur, at nak- rir sjúkrarøktarfrøðingar missa starvið á føðideild- ini, men ætlanin er at teir fáa starv aðrastaðni á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava mótmælt, tí tær meta, at røkt hoyrir undir teirra øki og at dygdin fer at fella, skulu aðrir fakbólkar taka sær av røktini. Tær góðtaka heldur ikki, at ljósmóður skal vera leiðari fyri sjúkrarøktini á føðideildini. Beint eftir summarfrítíðina Eitt, sum skal gerast púra greitt, nú umleggingin verður fyrireikað, er, hvørji ábyrgdarøki hvør fakbólkur hevur. Men Poul Geert Hansen metir, at tað verður beint eftir summarfrítíðina, at farið verður yvir til nýggju vaktarskipanina. Tann trístreingjaða leiðslan á føðideildini er ovasti leiðarin, sum er ljós- móður og so tveir fak±ligir millumleiðarar, ein fyri ljósmøðraskipanina og ein fyri sjúkrarøktina. Tá ið eitt ár er farið, skulu hesi størvini lýsast leys. Tað liggur fast, at tveir fakligir millumleiðarar skulu vera, ein fyri ljós- møðraskipanina og ein fyri sjúkrarøktina. Honvegin kann ovasti leiðarin verða antin ljósmóður, ella sjúkrarøktarfrøðingur, ella ein, sum hevur báðar út- búgvingarnar. Landsstýrið fer nú at senda kommunum í Suðuroy upplegg um at viðgera spurningin um at byggja røktar- heim RØKTARHEIM Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Bera kommunurnar í Suðuroy skjótt at, kann eitt røktaheim standa liðugt í Suðuroy um hálvt triðja ár. Tað heldur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum. Nú løgtingið hevur enda- liga avgjørt at byggja skúladepil í Hovi, fer lands- stýrið aftur at reisa spurn- ingin um at byggja røktar- heim í Suðuroy. Tað liggur í kortunum, at røktarheimið skal byggjast vesturi á Eiðinum í Vági, sum annars varð ætlað til miðnámsskúlan. Í næstum fer landsstýrið sostatt at senda kommun- unum í oynni skriv í sam- bandi við røkarheimið. – Í tí skrivinum vísa vit á, at ein tørvskanning vísir, at tað er tørvur á røktar- heimsplásum til eini 35 fólk í Suðuroy, sigur Hans Pauli Strøm, landsstyris- maður. Í skrivinum til kommun- urnar, fer landsstýrið eisini at vísa á, hvørjari tíðar- ætlan kann leggast fyri eitt røktarheim í Vági. – Verður arbeitt skjótt, kann eitt røktarheim standa liðugt um hálvttriðja ár, sigur Hans Pauli Strøm. Somuleiðis fer lands- stýrið at greina út, hvussu ein slík bygging kann fíggj- ast. Meginreglan er, at landið betalir umleið helvtina av eini slíkari bygging, ella í mesta lagi 500.000 krónur fyri hvørt búfólk. – Tað meginregluna fara vit ikki at bróta. Men vit hava samstundis gjørt greitt, at í sambandi við eitt røktarheim í Suðuroy, eru vit sinnað at finna eitt serligt fíggingarmynstur so at kommunurnar hava møguleika at bera sín part, hóast tær eru illa fyri. Verður røktarheimið bygt í Vági, hevur tað eisini verið nevnt, at tað, sum vágbingar longu hevur goldið í sambandi við stykkið til miðnámsskúlan vesturi á Eiðinum, kann verða ein partur av fígg- ingini hjá Vágs Kommunu til røktarheimið. Bólturin liggur í Suðuroy Hans Pauli Strøm leggur tí dent á, at nú liggur bólturin hjá kommununum í Suðuroy. – Tað eru kommunurnar, sum skulu taka stig til at byggja røktarheim. Ætlanin hjá landsstýrinum er eitt tilboð til kommunurnar í Suðuroy og tær eiga nú at seta seg saman at viðgera um tær taka av tilboðnum og byggja røktarheimið eftir serliga lagaligum treytum, sigur hann. Hann sigur, at gera kommunurnar av at byggja røktarheimið, verða sam- ráðingar við Landsstýrið um, hvussu kommunurnar kunnu fíggja sín part. Men táð skal eisini tosast um, hvussu stovnurin skal síggja út, hvussu stórur hann skal vera, skulu serlig pláss verða til minnisveik og sinnisveik, skulu um- lættingarpláss verða o.s.fr. Aðrir møguleikar eru eisini kommunurnar heldur vilja byggja pláss til sinnisveik aðrastaðni í oynni. – Hesar samráðingar við Landsstýrið koma so at vísa, hvat kommunurnar eru sinnaðar til og førar fyri at byggja í Vági, sigur landsstýrismaðurin. Nú hevur Tvøroyrar Bý- ráð gjørt løgtinginum greitt, at Tvøroyrar Komm- una fer ikki at betala til eitt røktarheim í Vági? – Tað er ein spurningur, sum Tvøroyrar Kommuna má gera upp við seg sjálva. Men tað er púra greitt, at tað eru kommunurnar, sum skulu taka stig til eitt røktarheim. Vil Tvøroyrar Kommuna ikki vera við, er støðan ein onnur. Og tað er ongin vissa fyri, at semja fæst um at byggja røktar- heim í Suðuroy, tí tað eru kommunurnar, sum skulu taka stigið. Tað er ikki landið, sum byggir røkt- arheimið, men Landsstýrið vil fegið betala sín part og finna eina lagaliga fígging, so at kommunurnar kunnu átaka sær sín part. Ikki til kommunurnar fyribils Eftir ætlan skuldi eldraøkið verða lagt undir kommun- urnar 1. januar í ár. – Men tað hava vit steðgað fyribils og í løtuni liggur onki í kortunum um at leggja eldraøkið undir kommunurnar, sigur Hans Pauli Strøm. Hans Pauli Strøm sigur, at tað er eisini rættiliga stórur munur á, hvussu tey ymsu økini í Føroyum eru fyri til eldrarøkt, har summi økið eru heilt afturútsigld og onnureru væl fyri. Verður eldraøkið lagt undir kommunurnar nú, hevði tað verðið sera stórur munur á teimum ymsu kommunun- um. – Men verður eldraøkið lagt til kommunurnar, er tað eyðsæð, at tað verður lættari hjá teimum komm- unum, har eldraøkið er út- bygt, sigur landsstýrismað- urin. 14 Nr. 92 - 19. mai 2005 Flokkurin leggur nú nýskipanarupp- skotið í rúgvuna av avgreiddum málum RÍKISRÆTTARLIG STØÐA Áki bertholdsen aki@sosialurin.fo Sambandsflokkurin hev- ur í fleiri ár arbeitt við einum nýskipanarupp- skoti, sum skuldi stað- festa ríkisrættarligu støðu Føroya í danska ríkinum. Men nú leggur flokk- urin uppskotið í rúgvuna av avgreiddum málum. Tað ger flokkurin, nú Løgtingið hevur samtykt yvirtøkulógirnar og lóg- irnar um uttanríkispolit- isku heimildirnar. Nýskipanaruppskotið vísti, hvussu Føroyar kundu verða eitt sjálv- stýrandi land í ríkisfe- lagsskapinum. Men nú løgtingið hevur avgreitt yvirtøkulógirnar og utt- anríkispolitsku heimild- irnar, er nýskipanarupp- skotið at kalla framt í verki og tí verður taðnú lagt tilviks sum avgreitt, sigur Sambandsflokkur- in. – Tað er gott at vita, at vit langt um leingi eru komin har til, at vit hava fingið loyst hetta málið, og tað frøir meg, at endaliga loysnin liggur so tætt sum tað ger upp- at tí uppskoti, sum vit komu við fyri skjótt seks árum síðan", sigur Kaj Leo Johannesen, for- maður í Sambandsflokk- inum í tíðindaskrivi. Hann vísir á, at or- søkin til, at vit eru kom- in so langt, er góður samstarvsandi ímillum samgonguflokkarnar og positivur samráðingar- vilji ímillum Føroyar og Danmark. – Viðurskiftini við Danmark eru nú dagførd eftir ynskjunum hjá Sambandsflokkinum og hjá einum breiðum meiriluta av Føroya fólki. Tá ið vit í næstum fáa eina nýggja stjórnar- skipan, eru vit komin á mál í hesi syftu. Vit eiga tí at hyggja frameftir og brúka orkuna til at stýra okkara landi trygt inn í framtíðina, heldur enn at keglast um fortíðina, sigur formaður sam- bandsfloksins. Sambandsflokkurin komin á mál Í Sosialinum í gjár um- røddu vit málið, har Jana H. Dalsgaard, forkvinna í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, ringdi til Fimmaran í Útvarpinum, har hon umrøddi stríðið um føði- deildina. Vit skrivaðu, at tað var við beráddum huga, at hon ringdi tril Fimmar- an. Jana. H.Dalsgaard ger vart við, at hetta skal als ikki misskiljast so, at hon bara bíðaði eftir møguleikanum at draga kjakið um føðideildina upp í málið, har fakfe- løgini lýstu verkfall at mótmæla at landsstýrið brúkar fútarættin at steðga einari arbeiðs- ósemju. Tað gjørdi hon ikki. Men tað var heldur óum- hugsað, at ringdi. Um- støðurnar gjørdu, at hon átt ringja til Fimmaran at siga sína hugsan, tí frammanundan var mót- parturin sloppin at siga sína søgu um føðideild- ina og tað kundi ikki standa ósvarað. -áki- Mátti svara Nú eiga vit at brúka orkuna til at stýra okkara landi trygt inn í fram- tíðina, heldur enn at keglast um fortíðina, sigur Kaj Leo Johannesen Umleggingarnar á føðideildini seinkaðar Bólturin liggur nú hjá suðuroyingum Tað eru kommunurnar í Suðuroy, sum eiga útspælið og tí liggur alt í teirra hondum, sigur Hans pauli Strøm, landsstýrismaður