Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 92 - 19. mai 2005 Sílini skulu bjarga Alilaks Eins og flestu alifyritøkur í landinum, so hevði P/F Alilaks í Fuglafirði hall í rakstrinum í fjør. Enda- liga úrslitið í roknskap- inum gjørdist tó positivt við 1.163 tkr., men í hes- um tali var roknað ein inntøkuføring upp á 8.650 tkr. úr endurgj- aldsgrunni alivinnurnar. Við hesum tykist felagið hava steðgað sínum parti av niðurgongdini, eftir at úrslitið fyri 2003 var eitt hall upp á 16.567 tkr. Hóast tað í løtuni er trupult at meta um framtíðarvánirnar fyri aling í Føroyum, so vónar leiðslan í felagnum, at tað skal bera til at fáa avlop í rakstrinum í inniverandi ári. Einamest, tí prísirnir fyri ald síl tykjast vera góðir á japanska markn- aðinum. Eginpeningurin hjá Ali- laks var við árslok 2004 6.908 tkr. Tá er parta- peningurin - íroknað upp- skrivingarburturleggingar - á 10.000 tkr. tikin við. Í nevndini sita Olaf Olsen, Óli Hansen og Jógvan Ziska Djurhuus. Frímund Hansen er stjóri. -jm Gott asfalt-úrslit Sp/f EM-asfalt við Ed- vard Mikkelsen í Søldar- firði hevði eitt gott fíggj- arár í 2004. Samlaða av- lopið eftir skatt var 2.002 tkr., sum er nakað betri enn fyri 2003. Eftir at vinningsbýti á 500 tkr. er goldið, er bókaði egin- peningurin í fyritøkuni 3.457 tkr. 15 fólk starvast hjá fyri- tøkuni, sum í 2004 hevði samlaðar lønarútjgalding- ar á góðar 4 mió kr. -jm Kostar at hava hús P/F Leif Mohr hevði í 2004 eitt ársúrslit á 1.570 tkr. Hetta er nakað væl minni, enn felagið hevði í 2003, tá úrslitið var 3.866 tkr., men partvíst stavar hetta frá viðlíkahaldsar- beiði av bygningi fel- agsins. Hóast leiðslan í árs- frágreiðingini kallar úr- slitið fyri partvíst nøkt- andi, so er einki at ivast í, at talan er um væl kon- solideraða fyritøku. Av samlaða fíggjarjavnanum á 36.213 tkr., telir egin- peningurin heili 22.729 tkr. Á leið hálvt hundrað fólk arbeiða í konsernini, har Leivur Holm er stjóri. Nevndalimir í felagnum eru - umframt Leivur Holm - Høgni Mohr og Jákup Magnussen. -jm Væl kon- solideraðir trolarar P/F Meðalsbrekka við Tummas Christophers í Vestmanna, sum eigur rekur teir báðar trolarar- nar, Vestmenning og Fram, hevði í fjør eitt av- lop á 4.715 tkr. Hetta mótvegis einum halli á 324 tkr. í 2003. Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan, at úrslitið er nøktandi, og at roknað verður við á leið sama úrsliti fyri 2005. Felagið, sum í ár letur 1.000 tkr. í vinningsbýti til eigararnar, hevði við árslok 2004 onga skuld av týdningi. Skipini, sum sambært roknskapinum hava eitt útveganarvirði á góðar 26 mió kr., eru í roknskapinum virðissett til stívliga 19 mió kr., og er samlaði eginpeingurin hjá felagnum 38.826 tkr. -jm I AM á hollendskari heimasíðu Føroyski gospelbólkurin verður í hesum døgum um- røddur á hollendskari heimasíðu, og har ber eisini til at taka tónleik hjá bólkinum niður á telduna Hollendska heimasíðan umrøður norðurlendska mentan, og heimasíðan hevur millum annað tikið føroyska gospelbólkin I AM fram. Greinarnar eru á hol- lendskum, men tað ber eisini til at taka tvey løg hjá I AM niður á telduna at lurta eftir. Heimasíðan hevur adr- e s s u n a : www.ratatoskonline.net Týskvøldið 24. maj endar Musikkskúlin í Suðuroynni við ein- um stórum tiltaki í Trongisvági TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Týskvøldið 24. maj klokk- an 17 verður stórt tiltak í Trongisvágshøllini. Tá hevur Musikkskúlin í Suð- uroynni endakonsert og nógv er á skránni. Frá klokkan 17 til 19 eru klavernæmingar á skránni og eisini koma blásarar á pall av og á. Klokkan 19:30 fara ymsu skúlaorkestrini á pall. Árið er so at enda, men enn er óvíst, um ikki okkurt tiltak bíðar musikkskúla- næmingum. Eittnú er jóan- søka á skránni og eisini vitja Frederik og Mary í Suðuroynni, og kanska skal blásast, hvør veit? Fyri fyrstu ferð í 30 ár verða Silly Boys at hoyra í Klaksvík tann 28. maj DAGFINN OLSEN dagfinn@sosialurin.fo Tann 28. maj vitja Silly Boys í Klaksvíkar Klubba. Tað eru 30 ár síðani, at bólkurin seinast var at hoyra í Klaksvík. Teir, ið mannað bólkin eru: Torkil Johannessen, trummur, Jónsvein Poul- sen, bass, Óli Johannessen, guitar, Magnus Jakobsen, guitar og Stanley Samuel- sen, sang og guitar. Kvøld- ið byrjar kl 20 við vísu- sangi, har Stanley Samuel- sen og aðrir luttaka. Dans- urin byrjar uml. kl. 24:00. Tiltakið verður skipað sum gamlamannadansur og er aldursmarkið sett til 20 ár Tiltakið er alment og øll eru vælkomin, siga tey í Klaksvíkar Klubba. Áhugin fyri Pilates-venj- ingarháttinum og íðkanum við Swiss-ball tykist vera ovurhonds stórur í Før- oyum. Fyri fáum vikum síðani var Hanna Dalsgaard, in- struktørur, í Føroyum, har hon hevði skeið í venjing- arhættunum, og ikki kann sigast annað enn, at undir- tøkan var góð. Í øllum førum eru næstu skeiðini longu sett á skránna, og verða hesi hild- in vikuskiftið, 27. – 29. mai. Byrjarar hava møguleika at nema sær kunnleika til venjingarhættirnar fríggja- og leygardagin, og sunnu- dagin verður sonevnda víðkaða skeiðið í Pilates- venjingum. Tá verður eisini venjing við Swiss-bóltum á skránni. Afturat hesum verður eisini talan um blandaðar venjingar við bæði Pilates og bóltum verða nýtt. Hetta er eitt skeið, sum allir íðk- arar kunnu fáa gagn av, men Hanna sigur tó, at talan er um eitt støði, sum líkist byrjunarstøði, og har tey flestu tí eisini kunnu taka lut. -jm I AM er nú sloppið fram at einari hollendskari heimasíðu, sum skrivar um norðurlendska mentan Silly Boys í Klaksvík Musikkskúlin í Suðuroynni endakonsert Stórur áhugi fyri Pilates- venjingum