Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 92 - 19. mai 2005 Handilslærlingur Vit sóknast eftir lærlingi til VHS deildina hjá P/F Mariu Poulsen, Smyrilsvegur 8. Vit kunnu bjóða eitt spennandi yrki, við dagligum avbjóðingum og góðum arbeiðsumhvørvi. FHS ella HH er ein treyt fyri at byrja sum lærlingur í handilsvinnuni. Vit vænta at tú ert røsk/raskur, fyrikomandi og von/vanur við at fáast við fólk. Harafturat er tað ein fyrimunur um tú hevur aðrar royndir ella útbúgv- ingar innan handilsvinnuna, men hetta er ikki ein treyt. Seinasta freist at senda inn umsókn við prógvum er, fríggjadagin 10. juni 2005. Eru spurningar eru tygum altíð vælkomin at ringja tlf. 312000. Box 182 FO-110 Tórshavn Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale Við hesum verður boðað frá, at Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale er farin at virka. Endamál grunsins eru: - at veita stuðul til útbúgving til eftirkomarar eftir systkjunum hjá Johannu og Conrad Skaale, - at veita stuðul til útbúgving hjá foreldraleysum børnum uttanfyri slektina, um so er, at ikki nóg mikið av umsóknum eru frá eftirkomarunum. - at veita stuðul til børn, ið eru foreldraleys ella sum hava mist annað av foreldr- unum, og sum eru treingjandi á ein hvønn hátt. Umsóknir um stuðul úr grunninum skulu vera inni í seinasta lagi 30.juni 2005,og umsøkjararnir kunnu rokna við at fáa svar innan august mánaður er farin. Umsóknir um stuðul skulu hava neyðugar upplýsingar og prógv um útbúgving higartil, ætlaða útbúgving og mettar útreiðslur í hesum sambandi. Umsøkjarar ið eru skyldir við stovnararnar sum ásett omanfyri, skulu senda váttanir um skyldskapin saman við umsóknini. Roknað verður við, at tað í ár kunnu verða játtaðar upp til 3 umsóknir á kr. 25.000,00. Umsóknirnar skulu sendast til: Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale c/o Halgir Winther Poulsen, adv. Fr. Petersensgøta 9 Postboks 6 100 Tórshavn Hjálparfólk Á Føroya landsbókasavni er eitt starv sum avloysari fyri hjálparfólk í barnsburðarfarloyvi leyst at seta 20. juni 2005. Førleiki Til starvið krevst koyrikort. Setanartreytir Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsókn Umsókn við møguligum próvskjølum verða at senda Føroya landsbókasavni í seinasta lagi 7.juni 2005. Meiri fæst at vita um starvið frá Marjuni Patursson, konst., landsbókavørði, tá tlf. 311626 ella marpat@flb.fo. Føroya landsbókasavn J. C. Svabosgøta 16 Box 61 110 Tórshavn