Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 93 - 20. mai 2005 Heilt fitt av fólki stukku inn á gólvið til móttøku í nýggjum hølunum hjá lýsing- arfyritøkuni Vasti í Klaksvík fríggjadagin, har høvi eisini var at síggja eina áhuga- verda listaframsýning MÓTTØKA Anna v. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Bárður Klaksvík: Fyrr í ár yvirtók Gunvá við Keldu lýsingar- fyritøkuna Vasti, sum sam- stundis flutti í onnur høli í Nólsoyar Pállsgøtu. Í frá- líka summarveðrinum fríggjadagin í farnu viku var móttøka í nýggju hølunum, sum hóast tey ikki er stór, eru sera hugna- lig við eini røð av áhuga- verdum málningum hang- andi á veggunum. Lýsingarfyritøka og listaskáli Hópin av vinum og kenn- ingum, umframt gamlir, nýggir og uttan iva kom- andi kundar nýttu høvið at ynskja Gunvá tillukku við fyritøkuni og nýggju hølun- um hendan dagin. Og kanska var eisini onkur, sum serliga hevði latið seg lokkað av áhugaverdu málningunum á veggunum. Hetta eru málningar hjá Mariu Mørkøre, sum hevur arbeitt sum listakvinna burturav seinastu mongu árini. Ætlanin er tó ikki, at hølini hjá Vasti framyvir skulu nýtast sum listaskáli við skiftandi framsýning- um. Fyribils er hetta eitt samstarv millum Gunvá og Mariu, sum báðar hildu kundi verið stuttligt at royna, og sum báðar hava gleði av. - Vit høvdu brúk fyri onkrum áhugaverdum at hanga á veggirnar, og Maria hevði brúk fyri ein- um framsýningarhøli. Og higartil hevur hetta riggað avbera væl. Málningarnir síggjast væl gjøgnum vind- eyguni, og tað fær nógv fólk at koma inn at forvitn- ast. Og tey, sum annars koma her í ørindum til okk- ara, fáa eisini eina listarliga uppliving við sær, sigur Gunvá. Nýggjar avbjóðingar Gunvá letur væl annars væl at, nú hon hevur roynt seg sum stjóri í egnari fyritøku í nakrar mánaðir. Í sam- bandi við yvirtøkuna, vórðu Else Sjúrðaberg, grafikari, og Rógvi Sivert- sen, miðlagrafikaralærling- ur, sett í starv afturat stjóranum. Gunvá er sera spent uppá íblásturin, nýggju starvsfólkini uttan iva koma at geva fyritøk- uni, sum hevði fýra ár á baki, tá Gunvá yvirtók hana í februar mánað. - Samstarvið í gomlu fyritøkuni riggaði væl, men tíðin var komin at royna hvør sær. Eg valdi at yvir- taka Vasti, tí eg ivist als ikki í, at tað framvegis liggja nógvir møguleikar í fyri- tøkuni og hópin av avbjóð- ingum fyri framman. Ikki minst tá Norðoyatunnilin letur upp, sigur Gunvá og sipar til, at fasta sambandið bæði fer at gera flutningin av prentlutum lættari, um- framt at tað fer at lata upp fyri heilt nýggjum møgu- leikum at røkja persónligu kundatænastuna. Móttøka á Vasti Jon Hestoy á Føroyaprent og Kristoffur Laksá á Estra vóru eisini komnir á ynskja samstarvsfelaganum í Klaksvík góðan byr Blaðstjórin á Norðlýsinum var sum altíð eisini á staðnum hendan dagin Jógvan við Keldu var sjálvandi eisini komin at ynskja dóttrini tillukku við nýggju fyritøkuni Í løtuni eru átta málningar hjá listakvinnuni, Mariu Mørkøre, at síggja í hølunum hjá Vasti í Nólsoyar Pállsgøtu