leygardagur 21. mai 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 94 - 21. mai 2005
Schu-
macher
harðliga
taklaður
FORMEL 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Sjeyfaldi heimsmeistar-
in Michael Schumacher
hevur vunnið í Monako
fimm ferðir. Sunnu-
dagin skal hann royna at
vinna sættu ferð. Men
spurningurin, ið fjøl-
miðlafólk og fjepparar
spyrja, er, um Schu-
macher er 100% klárur.
Sambært f1.com varð
Schumacher
harðliga
taklaður av fyrrverandi
franska liðskiparanum
Didier Deschamps, tá
teir spældu fótbólt fyrr í
vikuni.
Michael Schumacher er
fótbóltsleikari í frítíðini,
og hevur fleiri ferð
skipað fyri dystum fyri
væl gerandi endamál.
Hetta varð eisini gjørt
fyrr í vikuni, tá eitt lið
av fólki úr formel 1
heiminum spældi ímóti
einum liðið av kendum,
ið búgva í Monako.
Michael Schumacher er
eitt sindur meislaður,
men gleðir seg til at
sleppa at koyra. Hann
viðgongur, at koyringin
verður trupul. Í Monako
er sera torført at yvir-
hála, og smalu gøturnar
loyva ongi mistøk. Tí er
byrjunarstøðan sera av-
gerandi, og júst byrj-
unarstøðan hevur verið
eitt tað veikasta liðið hjá
Ferrari í ár.
Michael Schumacher,
sum er 34 stig aftan fyri
Fernando
Alonso
í
kappingini um meistara-
heitið, sigur, at hetta er
ein avbjóðing, og at
hann ongantíð hevði
droymt um at givið upp.
ÍF-EB/S:
ÍF vil
uppaftur
Skal sambandið
við heiðursmerkja-
plássini ikki miss-
ast, skal ÍF hava
stig á borðið
UPPTAKT
Jákup Mørk
Eftir eina framúr byrjan
upp á kappingarárið,
hava tvey greið tap á rað
sent ÍF nakað aftur í
røðini á stigatalvuni, nú
farið verður í holt við
næsta
triðingin
av
kappingini.
Tað er ein støða, sum
tey í Fuglafirði ikki eru
heilt so fegin um, og tó
at eitt pláss í miðjuni
avgjørt verður góðtikið,
so siga spælaranrir seg
vóna, at tað nú aftur
skal bera til at klintra
longur upp.
Til dystin móti EB/-
Streymi hava fuglfirð-
ingarnir aftur Bartal
Eliasen við, eftir at hann
var burturstaddur sein-
ast, og tað fer helst at
hava nakrar flytingar
við sær. Seinast var
Símun Eliasen vikarur í
miðverjuni, men hann
verður helst aftur á mið-
vøllinum sunnudagin.
Hinvegin
er
John
Thomsen
framvegis
ikki klárur, og tí kann
roknast við, at Rúni
Elttør framvegis fer at
hava pláss á bakkinum,
um ikki Petur Simonsen
finnur upp á nýggj ráð,
so klaksvíkingurin aftur
kann flyta upp á mið-
vøllin, har hann fyri tað
mesta hevur verið í ár.
Hjá EB/Streymi er Egil
í Bø einasti leikarin,
sum ikki tykist verða
tøkur. Hann hevur hesar
báðar seinastu vikurnar
havt armin í gipsi, men
fríggjadagin
skuldi
hann so í røntgena. Tí er
kanska møguleiki fyri,
at gipsið verður skift
um við okkurt lættari og
bleytari tilfar, sum er
loyvt á einum fótbólts-
vølli, men talan verður
tó neyvan um eitt pláss
millum teir fyrstu ellivu
kortini.
KÍ-TB:
Nú skal KÍ standa royndina
Við ella ikki. Tað tyk-
ist vera spurningurin,
sum bæði TB og KÍ
skulu svara sunnu-
dagin
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað líkist einum intensum
dysti í Klaksvík sunnu-
dagin, tá KÍ tekur ímóti TB.
Flestum
kunnugt,
so
hevur gongdin hjá KÍ verið
alt annað enn nøktandi fyri
klaksvíkingar í ár, men
seinasta vikuskiftið var
kanska snúningspunktið í
so máta. Sigurin á ÍF gav í
øllum førum nakað av luft,
og skulu vónirnar um heið-
ursmerki hava lív lagað, so
er neyðugt við trimum
stigum afturat sunnudagin.
Og tað kann roknast við,
at talan verður um sama
fólkið, sum fer á vøllin
hesaferð. Einasti spælarin,
sum ikki var tøkur ta ferð-
ina, varr Eyðun Klakstein,
sum er úti við keiktum fót-
liði, og hann verður so ikki
tøkur fyrstu vikurnar.
Hjá TB tykist støðan við
fólki vera heilt góð. Boðini
av Sevmýri eru, at Alex-
andar Jovevic nú eisini er
um at koma fyri seg, eftir at
hann hevur verið plágaður
av vøddaskaðum, og so er
spurningurin,
hvussu
Milan Milanovic finnur
rúm
fyri
honum
á
miðvøllinum.
Og fyri Oddbjørn Joen-
sen verður talan um endur-
tøku av styrkisroyndini,
sum hann hevði í fyrstu
uppgávu síni fyri KÍ. Tá
spældu klaksvíkingar mál-
leysan javnleik á Sevmýri,
og tí eru útlitini fyri stigum
kanska ikki heilt eingi
sunnudagin.
Á Sevmýri gjørdist talan um málleysan javnleik, tá Oddbjørn Joensen fyri fyrstu ferð stóð á
odda fyri besta KÍ-liðnum
Brøndby fekk einki,
FCK misti tvey stig í
síðstu løtu, og nú er
AaB rættuliga við í
stríðnum um næst-
fínastu heiðurskrón-
urnar
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Hóskvøldið vóru øll tólv
feløgini í superliguni í eld-
inum. Oddaliðið Brøndby
legði á SAS arenuni í
Herning rygg til 3-1 tap.
Harvið fekk FCM hevnd
yvir tapið móti Brøndby í
steypafinaluni.
FCM venjarin, Erik Ras-
mussen, sum í síni tíð var
sera snildur miðvallari í
Brøndby, metti, at liðið hjá
honum hevði víst besta av-
rikið í hesum kappingarár-
inum. Brøndby venjarin,
Michael Laudrup, helt, at
hansara lið í 1. hálvleiki
hevði víst ússaligasta avrik-
ið, síðani hann gjørdist
venjari í Brøndby. Tað tókt-
ist sum um, at spælararnir
ikki høvdu fingið armarnar
niður um høvdið aftur, eftir
at teir sunnudagin vunnu 5-
0 á FCK.
FCK hevði møguleikan at
taka nakað av tí, sum teir
sunnudagin mistu, aftur,
men tað eydnaðist bara
næstan. Teir høvdu vitjan av
OB, sum javnaði til 1-1 stutt
undan dystarenda. Zuma
hevði í 1. hálvleiki lagt
heimaliðið í Parkini á odda.
AaB er tað felagið, sum í
vár hevur havt størstu úr-
tøkuna, og nú eru teir bara
eitt stig aftanfyri FCK í
kappingini um silvurkrón-
urnar. Eingin roknar við, at
nakar verður førur fyri at
fáa Brøndby aftur.
Hesa ferð var talan um
sanna málveitslu, tá ið AaB
hevði vitjan av grannunum
úr Viborg. Í steðginum var
heimaliðið á odda 4-0. Teir
vunnu 5-3, men tá hevði
støðan eina løtu í 2. hálv-
leiki verið 4-3!
Esbjerg hevur eisini víst
støðug avrik í vár. Hesa
ferð smurdu teir á heima-
vølli Silkeborg av 4-0.
Í Århus vann AGF 4-0 á
Randers, sum sakk eitt
sindur longri niður móti
niðurflytingarplássi. Tað
gjørdu teir, tí Herfølge á
heimavølli og í vánaligari
uppgerð vann 1-0 á FCN.
Hesi bæði eru framvegis á
niðurflytingar plássunum.
Sunnudagin verður spælt
soleiðis: Viborg-Herfølge,
Randers-FCK, FCN-AGF,
OB-FCM, Silkeborg-AaB
og Brøndby-Esbjerg.
Annan dagin á rað
verður talan um
toppdyst í Gundadali
mánadagin
UPPTAKT
Jákup Mørk
Hava havnarfólk hug at
síggja toppin av føroyskum
fótbólti, so skuldu møgu-
leikarnir fyri hesum verið
góðir um vikuskiftið.
Sunnudagin
eru
tað
liðini, sum í løtuni eru
nummar eitt og fýra, sum
fara at dystast, og mána-
dagin verða tað so tey, sum
í løtuni eru á øðrum og
triðja plássinum, sum skulu
í eldin. Ein dystur, sum –
alt eftir úrslitinum sunnu-
dagin – kann bera eitt nýtt
oddalið við sær.
At kalla allir tøkir
Og báðir partar tykjast
eisini hava allar mans tøkar
til dystin. Venjingar stóðu
tó á skránni bæði fríggja-
og leygardagin, og tí kann
sjávlandi nógv henda, men
hóskvøldið vóru boðini í
hvussu so er, at talan verður
um sterkast møguligu upp-
stilling.
Einasti spælarin, sum
ikki tykist vera klárur, er
Kári Hansen hjá NSÍ. Hann
hevur í ár drigist við skaða
í knænum, og verður vænt-
andi ikki tøkur fyrr enn um
ein mánað ella har á leið.
Hinvegin hava runavíking-
arnir aftur Gert Langgaard
og Sjúrður Jacobsen at
velja ímillum, og so er
spurningurin, um Trygvi
Mortensen finnur rúm fyri
teimum á liðnum, sum hes-
ar seinastu vikurnar hevur
marsjerað við fullari ferð
móti oddinum.
Oddaliðini sett upp á pláss
HB-NSÍ:
Mánadagsdystur í Havn