Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 21. mai 2005 43 Handilslærlingur Vit sóknast eftir lærlingi til VHS deildina hjá P/F Mariu Poulsen, Smyrilsvegur 8. Vit kunnu bjóða eitt spennandi yrki, við dagligum avbjóðingum og góðum arbeiðsumhvørvi. FHS ella HH er ein treyt fyri at byrja sum lærlingur í handilsvinnuni. Vit vænta at tú ert røsk/raskur, fyrikomandi og von/vanur við at fáast við fólk. Harafturat er tað ein fyrimunur um tú hevur aðrar royndir ella útbúgv- ingar innan handilsvinnuna, men hetta er ikki ein treyt. Seinasta freist at senda inn umsókn við prógvum er, fríggjadagin 10. juni 2005. Eru spurningar eru tygum altíð vælkomin at ringja tlf. 312000. Box 182 FO-110 Tórshavn Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2005 saman við kvittanum fyri goldnan barna- pening, skal vera Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 03.06.2005. Um goldið verður til Toll- og Skatt- stovu Føroya, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir. Umsóknir sum vera Almannastovuni í hendi innan nevndu freist verður væntandi avgreiddar í juni 2005. Umsóknarbløð fáast við at venda sær til økisdeildir- nar. Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barnagjald/-gjøld frá Ríkisumboðnum, ella samsvarandi útlendsk gjaldsavgerð sendast inn saman við umsóknini. Almannastovan Økisdeildin í Tórshavn J. Broncksgøta 27 100 Tórshavn Tlf. 35 35 70 - fax 35 35 71 Økisdeildin í Eysturoy Heiðavegur 620 Runavík Tlf. 47 47 10 - fax 47 47 11 Økisdeildin í Norðoyggjum Klaksvíksvegur 78A 700 Klaksvík Tlf. 45 72 40 - fax 45 72 41 Økisdeildin í Suðuroy 800 Tvøroyri Tlf. 35 35 60 - fax 35 35 61 Stuðul til uppihaldspening Eiðis skúli Søkt verður eftir lærarum til Eiðis skúla. • 1 tíðaravmarkað starv skúlárið 2005/2006 fyri lærara í farloyvi. Starvið er fulltíðarstarv • 1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 2005/2006 vegna avlopstímar. Starvið er o.u. 20 tímar um vikuna • 1 stuðulsfólk 25 tímar um vikuna Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønar- flokkinum 18.1 - .27.4. Stuðulsstarvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Meira kann fáast at vita um størvini frá fyrsta- læraranum á tlf. 423579 ella 229045. Umsóknir við møguligum prógvum og viðmælum skulu vera Skúlastýrinum í hendi í seinasta lagið 6. juni 2005. Skúlastýrið v/Annika Egholm 470 Eiði Eiðis skúli hevur undirvísing í 1.-7. árgangi. Skúlin er bygdur út við serstovum, lærarahølum og ítróttarhøll og hevur góðar umstøður til næmingar og lærarar. Komandi skúlaár verða 8 lærarar og 75 næmingar í Eiðis skúla Søkt verður eftir sølufólki/innkeypara Havsbrún er eitt av størstu og tøkniliga mest fram- komnu framleiðsluvirkjunum í Føroyum við 90 starvs- fólkum og einum umsetningi uppá uml. 500 mill. kr árliga. Havsbrún framleiðir fiskamjøl og lýsi á Mjøl- deildini, og alifóður á Fóðurdeildini. Størsti parturin av framleiðsluni fer til útflutnings. Vit søkja eftir einum fólki til sølu av fiskafóðuri og at samskipa innkeyp av rávørum v.m.Vit kunnu bjóða eitt spennandi arbeiði í einum dynamiskum um- hvørvi, har menningin gongur við rúkandi ferð. Arbeiðsuppgávur: • taka lut í søluarbeiðinum av fóðuri • kundasamskifti • innkeyp av rávørum til fóðurframleiðsluna • leggja tilrættis flutning av innkeyptum rávørum og seldum fóðurvørum • taka lut í fyrisitingarligum uppgávum Vit rokna við at tú hevur: • eina góða, relevanta útbúgving • hollan málsligan kunnleika í føroyskum,enskum og skandinaviskum málum • kunnleika til teldur • kann arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni Umsøkjarar við hollari, lívfrøðiligari vitan hava fyri- mun. Umsóknir skulu verða okkum í hendi innan 13. juni 2005. Vil tú vita meiri, ert tú vælkomin at ringja til okkum ella senda teldupost. pf Havsbrún FO-530 Fuglafjørður Tlf. 414400 · Fax 414401 Mail: ode@havsbrun.fo Lærarastørv í Gøtu skúla Við Gøtu skúla eru hesi størv leys at søkja í skúlaárinum 2005/2006: Vegna farloyvi verður søkt eftir 2 lærarum í tíðar- avmarkað størv fyri skúlaárið 2005/2006. Størvini eru fulltíðarstørv. Vegna tímar til serundurvísing verður søkt eftir 1 lærara í tíðaravmarkað starv fyri skúlaárið 2005/2006. Starvið er fulltíðarstarv. Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønar- flokkunum 18.1 - 27.4. Umsóknirnar skulu verða formanninum í skúla- stýrinum í hendi í seinasta lagi 2. juni kl. 16.00. Um nærri upplýsingar ber til at venda sær til skúlaleiðaran á tlf. 441059 ella 210959. Gøtu Skúlastýri v/ Páll Jacobsen, form. FO-513 Syðrugøtu Tlf. 441536 ella 217333 Maskinmeistarar við føroyskum fiskiskipum Fundur verður fyri limir, ið sigla við føroyskum fiskiskipum Mánadagin 23. mai kl. 12.00 í fundarhøli felagsins á Grønlandsvegi 58. Til viðgerðar verða sáttmálaviðurskiftir innan allar veiðihættir. Handilslærlingur Til Toystovuna á Tvøroyri Søkt verður eftir røskum fyrikomandi lærlingi, ið er áhugaður at arbeiða við klædnamóta. Ein treyt er, at tú hevur FHS ella HH. Er hetta nakað fyri teg, so send eina skrivliga um- sókn til okkara innan 1. juni. Toystovan FO-800 Tvøroyri att.: Désirée Mortensen Potts