leygardagur 21. mai 2005síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 21. mai 2005
53
TILTØK
Vágs kirkja –
leygardagin 21. mai
kl. 16.00 hevur kirkjukórið úr
Fríðrikskirkjuni konsert í
Vágs kirkju. Á skránni verður
eisini solosangur og klaver-
fylgispæl.
Gudstænastur
Trinitatis sunnudag
Havnar kirkja: kl. 11,
Jóannis Fonsdal
Kaldbak: kl. 12, Sonja Klein
Vesturkirkjan: kl. 11, Heri
Joensen. Talvan gongur fyri
arbeiðið hjá Bíbliufelagnum
í Føroyum
Argja kirkja: kl. 11, Bergur
D. Joensen. Talvan gongur
fyri arbeiðið hjá Bíbliu-
felagnum í Føroyum
Bøur: kl. 11 David
Johannesen
Haldarsvík: kl. 11,
Tjørnuvík: kl. 12, Inga
Poulsen Dam
Glyvrar: kl. 11, Alfrida
Kristiansdóttir Pedersen
Rituvík: kl. 11, Meinhard
Bjartalíð
Eiði: kl. 11, messa, Verner
Villensgaard
Norðskála: John Myllhamar
Sjóvar kirkja: kl. 11, altarg.,
Jógvan Fríðriksson
Æðuvík: kl. 16, John
Myllhamar
Leirvík: kl. 11, altarg., Uni
Næs
Kunoy: kl. 12, altarg., Hans
Eiler Hammer
Christianskirkjan: kl. 11,
Niels Pauli Danielsen
Viðareiðis kirkja: kl. 11, Elsa
Funding
Sandur: kl. 12, Jákup R.
Hansen
Tvøroyri: kl. 11 Jónsvein
Bech. Kórið í Fríðrikskirkjuni
syngur undir gudstænastuni
Hvalba: kl. 12.30 Ólavur
Rasmussen
Fámjin: kl. 18 Jónsvein Bech
Hov: kl. 12, altarg., Pastrick
de Neergaard
Adventkirkjan
Leygardagin kl. 10 Bíbliu-
gransking. Barnabíbliutími.
Kl. 11 Gudstænasta, J. V.
Danielsen.
Missiónshúsið
v/ Landavegin
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli á Norðasta Horni,
kl. 18 Møti í Missións-
húsinum v/Sigurd Sørensen.
Samkoman við Marknagil
Skúlaheimið, Marknagilsv. 75
Møti sunnumorgun kl. 10.30
Breyðbróting. Barnaansing
verður eisini.
Mánakvøld kl. 20 Bønar- og
uppbyggingarmøti.
Kl. 21.30 Bíbliugransking.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Kvinnustevna fríggjadag til
sunnudag, major Grethe
Olsen vitjar.
Sunnudag kl. 11 og 18 Møti,
major Njál Djurhuus talar á
báðum møtunum.
Sunnudagsskúli kl. 14.
Øll eru vælkomin.
www.frelsunarherurin.fo
Aglow, Tórshavn
Fundur verður í hølunum hjá
Frelsunarherinum leygar-
kvøldið 21. mai kl. 19.30,
allar kvinnur eru vælkomnar.
Sólrun Poulsen luttekur við
vitnisburði.
Frá Ebenezer
Fríggjadag kl. 20 Teen-Night.
Sunnudag kl. 10 Breyðbrót-
ing, kl. 12 sunnudagsskúli,
kl. 18 Evangel. møti.
Øll eru vælkomin.
www.ebenezer.fo
Samkoman Lívdin
í Hoyvíkar skúla
Sunnumorgunin kl. 10.30
Familjumøti, kl. 11.30 Sam-
vera við drekka. Á tilbiðjanar-
møtinum kl. 12 talar
Jógvan Z. um »Hin góða
Hirðan«. Barnaansing undir
møtinum. Sunnudagsskúlin
kl. 12.
Týskvøldið kl. 20 Bønarmøti.
www.livdin.fo
Fríkirkjan Oasan
Uppi á Brekku 3
Fríggjadagin kl. 20 After
Eight.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Malberg Olsen, Víkafólk
syngja og vitna.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Mikumorgun kl. 7 Bøn.
Verið hjartaliga vælkomin.
www.oasan.fo
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Orðsins tænasta við komm-
unión í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 Orðsins
tænasta við kommunión í
Kerit.
Sunnudagin kl. 11 Orðsins
tænasta við kommunión í
Mariukirkjuni, kl. 14 Sunnu-
dagsskúli.
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30
Morgunmøti og samstundis
barnaansing, kl. 11.30 Sam-
vera við drekkamunni og kl.
12 Sunnudagsskúli, kl. 12
verður eisini Møti, har John í
Skemmuni talar.
www.hebron.fo
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Bøn
Góði Gud og faðir okkara. Takk fyri skaparverkið. Takk fyri at
tú gevur tær far um hvørt einstakt menniskja. Takk fyri at tú
gavst okkum son tín Jesus Kristus til frelsu frá syndum
okkara. Styrk okkum í trúnni á náði tína. Halt tína signandi
hond yvir landi og fólki okkara og verj okkum frá øllum illum.
Verð hjá teimum, ið fingu tungar byrðar at bera, hjá teimum
ið syrgja og sakna, hjá teimum, ið gráta yvir sítt miseydnaða
lív. Hjálp okkum at liva henda dagin tær til æru og okkara
medmenniskjum at gagni. Í Jesu navni.
Amen!
2. grein í Ápóstólsku trúarjáttanini er um trúnna á Jesus.
Fyrra helvtin ljóðar soleiðis:
Eg trúgvi á Jesus Krist, Guds einborna son váran harra,
sum er gitin av Heilagum Anda, borðin í heim av Mariu moy,
pínslaður undir Pontiusi Pilatusi, krossfestur, deyður og
jarðaður, niðurfarin til heljar.
Í fornkirkjuni (Tað er í teimum fyrstu kristnu ættarlið-
unum) vóru, eins og nú á døgum, ymsar meiningar um Jesus.
Menniskju vóru, ið settu vitanina í hásæti (eisini nevnd
gnostikkarar). Hesi vildu eisini trúgva á Jesus, men trúu ikki
at hann var sonur Guds, ella gitin av Heilagaum Anda, ella
borin í heim av Mariu moy. Hesum kundu tey ikki trúgva, tí
tað stríddi móti vitan teirra.
Eins og fólk tá á døgum høvdu ilt við at trúgva gleðiboð-
skapinum um Jesus Frelsaran, so eru eisini fólk í nútíðini, ið
hava ilt við at trúgva øllum tí, ið Bíblian sigur um Jesus: Tað
stríðir móti vitaninni í nú.
Vitanin er bundin at sansum okkara: Tað, sum vit kunnu
máta viga ella merkja. Men við trúnni er øðrvísi.
Hebrearabrævið 11. kap. lærir okkum soleiðis um trúnna:
Trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir
lutir, sum ikki eru at síggja.
Kristin trúgv er ikki vitan, men álit á tað, sum Gud við
Heilagum Anda sínum opinberar fyri okkum úr Bíbliuni.
At eg trúgvi á Jesus Kirstus merkir, at játti meg sum
syndara og Jesus sum mín frelsara, at eg seti álit mítt á
bjarging hansara.
Tá ið Jesus var píndur og krossfestur; tá ið hann doyði, varð
jarðaður og fór til heljar, tá varð tað fyri mína synd, ja fyri alla
heimsins synd, tað hendi.
Trúgvin á Jesus Kristus rættvísgerð okkum, hóast at vit eru
syndarar og gevur okkum kraft til tænastu, og vón um ævigt
lív.
Jesus segði: Trúgvi á Gud og trúgvi á meg.
Sverri Steinhólm
Brúdleyp
Í samband við at Eyð í Funningsstovu og Gøran Melkersson,
giftust í Nuuk 17. februar, halda vit brúdleypsgildið 28. mai í
Starvsmannafelagnum. Opið hús frá kl. 19.00. Øll eru vælkomin.
Leygardagin 28. mai giftast í Rise Kirke, Hervør Skála, Tórshavn
og Peter Mortensen, Rødekro. Veitslan verður í Sdr. Hostrup Kro.
Heimaadr.: Hovedgaden 59 Hellevad, Rødekro.
Leygardagin 25. juni kl. 15.00 giftast í Vesturkirkjuni Margreth
Olsen, Argir og Hildibrandur Olsen, Tórshavn. Veitslan verður í
Róðrarneystinum á Argjum kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarpar-
ið við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 210755/210756
áðrenn 10. juni.
Leygardagin 2. juli giftast í Christianskirkjuni Dania Ragnarsson
og Terji Poulsen, bæði úr Klaksvík. Døgurðin verður fyri innbodn-
um. Vælkomst verður í Skálanum kl. 20.00. Tey, ið vilja gleða
brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf.
319125/455950/275180 áðrenn 15. juni.
Gullbrúdleyp
30. mai kunnu Margit og Rohn Rasmussen á Strondum halda gull-
brúdleyp. Veitsla verður í Bygdrahúsinum á Strondum leygardagin
28. mai. Tey, ið vilja gleða gullbrúðarparið, vinarliga ringið á tlf.
448641 ella 221646 áðrenn 23. mai.