týsdagur 24. mai 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 24. mai 2005
3
Jógvan Páll Lassen,
advokatur, heldur, at
tað er skeivt av
politikarum av
bíleggja løgfrøðiligar
grundgevingar og
notatir til at stuðla
undir politiskar
grundgevingar
POLITIKKUR OG
LØGFRØÐI
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Sjúrður Skaale, stjórnmála-
frøðingur, framførdi um
vikuskiftið, at "advokatar
eru vorðnir eitt slag av
heksadoktarum í føroysk-
um politikki," tí teir verða
brúktir av politikarum til at
skriva sokallað "løgfrøðilig
notatir" til politiskar máls-
viðgerðir.
Jógvan
Páll
Lassen, advokatur, heldur
tað vera skeivt, um advo-
katar lata seg brúka til hetta
endamálið.
- Um advokatar lata seg
brúka fyri at fremja eina
politiska linju, so er tað
skeivt í mínari verð. Tá
kann mann neyvan standa
inni fyri tí, sigur Jógvan
Páll Lassen, advokatur.
Eitt ítøkiligt dømi er
málið um uttanríkispolit-
isku
heimildirnar,
sum
Sjúrður Skaale vísir á.
Jógvan Páll Lassen sigur, at
hetta málið hevur onki við
jura at gera. Men kortini
hava politikarar brúkt løg-
frøðingar í málinum.
- Hatta málið hevur onki
við jura at gera. Tað snýr
seg um reinan politikk.
Løgfrøðin í hasum málin-
um kann ikki roynast í
einum dómstóli. Hatta er
eitt politiskt mál. Um løg-
maður hevur gjørt eina
avtalu við danska for-
sætisráðharran, so er tað
grundarlagið. Hatta hevur
onki við jura at gera, sigur
Jógvan
Páll
Lassen,
advokatur.
- Tað er ikki í lagi at
brúka juridisk notatir í sam-
bandi við politikk, sigur
Jógvan Páll Lassen.
An international study programme
in Denmark is only a click away!
•
• Chemical and Biotechnical Science
• IT and Electronics Engineer
• Building Technician
Multimedia Design and Communication
Programmes are offered both in English and Danish
See www.academy.ats.dk for starting dates and further information
Løgfrøði og politikkur hvør sítt
- Mann er á tunnum ísi, um
mann brúkar juridisk notatir
í sambandi við politikk, sigur
Jógvan Páll Lassen,
advokatur
Mynd: Jens Kr. Vang